Fróði Benjaminsen hevur smárunnið í hesi vikuni, men hann hevur ikki vant saman við liðfeløgunum, og í gjár bendi lítið ella einki á, at hann skal spæla í morgin. Jan Petersen hevur ikki vant seinnapartin [...] javnleikur. Síðani besta deildin í 1988 var víðkað til tíggju lið, hevur HB vunnið seks ferðir í Gundadali móti B68, og seks ferðir hevur tað verið javnleikur. Í fjør endaði tað 1?1, meðan HB vann bæði í [...] síðstu ferðirnar ger, at HB er besta og ? sum støðan er í løtuni ? einasta boðið upp á eitt lið, sum hevur møguleika bæði at vinna FM og steypakappingina. Um teir fáa fulla úrtøku í morgin og aftur mikudagin
Jan Müller Sambart tíðindum í fjølmiðlunum seinastu dagarnar hevur danska flogfelagið Mærsk Air søkt flogferðslumyndugleikarnar um loyvi at lækka prísin á ferðaseðlum millum Føroyar og Danmark og víðari [...] Føroyar og Danmark uttan fyri sjálva hásesongina. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Finnbogi Arge hevur sent áheitanina til meting hjá Kappingarráðnum, sum mælir til at játta umsóknini, um so er at danska [...] slíkar umsóknir, eitt nú hvat viðvíkur kappingarføri, dumping ol. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið í løtuni, tí teir kenna ikki innihaldið í umsóknini frá kap
Ein royndur tónleikari, sum ongantíð áður hevur spælt á ólavsøkukonsertini, er Edvard Nyholm Debess. Hann hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, men hann hevur ongantíð staðið á palli til ólavsøkukonsertina [...] Frá tapi til avlop Ólavsøkukonsertin hevur seinastu árini fingið alt meira vind í seglini. Fyri sjey árum síðani vóru eini 600 fólk á konsert, men seinastu árini hevur talið ligið um tey 3000. Síðani konsertin [...] miðskeiðis í høvuðsstaðnum hevur grundarlagið undir konsertini verið tryggjað. Harafturat hava fyrireikararnir roynt at fingið væl umtóktar konsertbólkar at spæla, og tað hevur lokkað fólk. ? Ólavsøkukonsertin
fyri tveimum árum síðan. Hon er dugnalig og hevur seinastu tvey árini megnað at vunnið 2. pláss í kappingini um heitið sum besti danski stripparin. Harumframt hevur hon innspælt millum fimm og tíggju pornofilmar [...] Í Club 20 hevur tað í eini 8 - 10 ár verið fastur táttur at fingið stripparar til Føroya á ólavsøku, og tann siðin hava tey onga ætlan um at broyta. ? Tað koma nógv fólk til Havnar á ólavsøku, men hóast [...] at fólk koma inn á gólvið. Vit mugu tryggja okkum, at ólavsøkugestirnir koma inn í Club 20, og tað hevur víst seg, at strippshow er eitt vælegnað tiltak til hetta endamál, siga tey úr Club 20. Skal vera
og so spurdist einki burturúr. Síðani hevur David Nielsen verið í sambandi við fleiri feløg í Onglandi fyri at leingja um fótbóltslívið har í landinum. Hann hevur verið settur í samband við Norwich, Sheffield [...] 1998 keypti hann leysan av sáttmálanum, sum hann hevði við italska Perugia, hevur hann ofta verið á miðvøllinum. Seinasta árið hevur Thorninger ofta verið avloysari hjá Toda Jónsson og Zuma, sum hava spælt [...] fyri hann. Eitt hálvt ár longri Thomas Thorninger er ein annar av FCK spælarunum, sum Todi Jónsson hevur kappast við um pláss frammi á vøllinum. Upprunaliga var fyrrverandi AGF maðurin álopsspælari. Men
orðingini, løgtingið hevur samtykt, skal Løgmálaráðið senda landsstýrinum broytingarnar, soleiðis at føroyskir myndugleikar kunnu góðtaka tær. Liggur í einum stakki Sosialurin hevur vent sær til Løgmálaráðið [...] Bakgrund: Hevur ein føroyingur so álvarsama hjartasjúku, at hann er noyddur at fáa nýtt hjarta, ber væl til at fáa hetta gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Fríska hjartað fær føroyingurin frá [...] Danmark kann staðfestast at vera kliniskt deyður. Treytin er bert, at hesin ? tá hann var á lívi - hevur skrivað undir uppá, at hann vil lata gøgn síni ella, at tey avvarandi geva loyvi til hetta. Føroyingar
bert á Sandi og í Klaksvík var tiltakið bert tað eina kvøldið. Sostatt hevur tiltakið fevnt um heili 10 ymisk kvøld. Áhoyraratalið hevur eisini verið høgt, so fyrireikararnir kunnu gleðast um, at afturvendandi [...] ndi tiltakið er sera vælumtókt í løtuni. Viðvíkjandi dømingini, hevur tað verið sera trupult at finna rættu vinnararnar, og støðið hevur verið javnt gott um alt landið. Tó vóru áhoyrarnir rættiliga samdir [...] 21,00 og heimaftur klokkan 04,00. Hetta hevur fyrr verið vanligt, og fyrireikararnir rokna sjálvsagt við stórari undirtøku til hesa serleið, sum Tora Tourist hevur átikið sær. Nærri upplýsningar viðvíkjandi
hesum hevur Jógvan Jensen sáli skrivað um tað, sum nýggjari er, og tað er við í bókini sum uppískoyti. Aftast í bókini er prentað eitt nágreiniligt fólkanavnayvirlit, sum Anfinnur Johansen hevur gjørt [...] 30 gamlar fotomyndir umframt matrikulkort, sum Óli Johansen hevur gjørt. Bókin telur slakar 500 bls. og er í stívari permu, sum Árni Ziska hevur teknað. Richard Johansen og Anfinnur Johansen hava tikið sær [...] stendur sum rithøvundur, so hava hinir lagt eitt munagott arbeiði í bókina. Nicodemus Rasmussen hevur altíð havt stóran áhuga fyri bygdar- og ættarsøgu, og um 40 ára aldur fór hann at festa á blað ymsar
lagið best, tá tað hevur skorist væl hjá fleiri bátum. Higartil í ár hevur tað verið eitt sindur soltið við sigrum, um vit sammeta við nógv av undanfarnu árunum. Havnarbáturin hevur altíð verið so at siga [...] teir undir liðini á okkum. Hetta sigur Magni Brøðraberg. Hóast hann ikki er serliga gamal, so er hevur hann drúgvar royndir í kappróðri. Men hetta er fyrsta árið, at hann rør. Í fjør og í fyrraárið var [...] men tíðin leygardagin bendi ikki á, at teir fara at gera tær stóru skreytirnar í ár. Kvívíkingur hevur onkuntíð havt betri dagar, enn hann hevði leygardagin, tá hann endaði nógv aftastur, men tað kann
vera burturvið at taka upp. -Hvørjar fortreytir hevur man til at siga, at tú kanst tillaga búskapin eftir fimm árum, ella fyri tað trimum ella tjúgu? Tú hevur ikki nakað grundarlag undir at hava hatta orðaskiftið [...] og stýrisskipanarligar spurningar, uttan at tú hevur nakað at taka støðu út frá. Og tað hava vit ikki í dag. Løgmaður vísir á, at hann so oftani hevur sagt, at man brúkar kreftir uppá nakað, sum ein fyrst [...] Anfinn Kallsberg sigur, at tann, sum í løtuni fer inn í eitt djúpt orðaskifti um hesi viðurskifti, hevur ikki neyðugar upplýsingar tøkar til at vera á einum nóg tryggum grundarlag til at føra hetta tjak