Thaksin selt City

Manchester City, sum í farna mánaði var í Føroyum og leikti móti EB/Streymi, hevur skift eigara.

 

Thaksin Shinawatra, kontroversielli fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Thailandi, hevur selt sínar ognir í premier league felagnum.

 

Shinawatra hevði annars stórar ætlanir, tá hann tók yvir í City fyri 14 mánaðum síðani, men hann kom í eina trongstøðu fíggjarliga, tá thailendska stjórnin frysti inni 800 milliónir pund.

 

Sambært enskum miðlum er ætlanin, at nýggju eigararnir skulu gera sáttmála við onkran av teimum kendu, góðu leikarunum undan at transfer vindeygað letur aftur á miðnátt.