Løgreglan í amerikanska statinum Louisiana hevur tikið átta fólk, sum verða løgd undir at hava myrt eina kvinnu undir einari limaupptøku Kvinnan varð funnin deyð sunnudagin nærhendis býnum Sun, og løgreglan er komin eftir, at hon hevði fingið boð um at koma til upptøkuroynd hjá Ku Klux Klan í Louisiana.
Tá kvinnan bað um at sleppa aftur til statin Kansas, har hon búði, bleiv hon skotin, sigur løgreglan.
Nú hevur løgreglan tikið seks menn og tvær kvinnur í sambandi við morðið. Løgreglan sigur seg vita, hvør av teimum tiknu myrdi kvinnuna.