EB/Streymur hevur í dag tikið enn eitt risafet ímóti fyrsta FM heitinum. Fyri 10. ferð í hesum kappingarárinum hevur EB/Streymur spælt á heimavølli, og fyri 10. ferð eru teir í Sundalagnum á veg av heimavøllinum við fullari úrtøku.
Keita legði B68 á odda, áðrenn Sorin Anghel javnaði. Tá var ein hálvur tími farin, og átta minuttir undan steðginum skoraði Hans Pauli Samuelsen sigursmálið við beinleiðis frísparki.
B68 legði í 2. hálvleiki heimaliðið undir stórt trýst, men tað eydnaðist heimaliðnum at halda tætt, og í mótálopum var EB/Streymur ikki sørt vandamikið.