Sambandsflokkurin hevur sett Niels Nattestad úr Havn í starv sum floksskrivari Landsnevnd og tingmanning Sambandsfloksins hava sett Niels Nattestad úr Havn í starvið sum floksskrivari. Talan er um eitt avloysarastarv, nú floksskrivarin seinastu nýggju árini, Helgi Abrahamsen, er vorðin tingmaður.
Niels Nattestad er útbúgvin lærari, og hann hevur áður millum annað verið skúlastjóri á Venjingarskúlanum.
Floksskrivarin tekur sær av dagligu floksumsitingini, og harumframt er hann eisini skrivari hjá tingbólkinum.
Starvið sum floksskrivari hjá Sambandsflokkinum er fulltíðarstarv, og nýggi skrivarin byrjar í starvinum tann 15. november, sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.