Russar ávara um Kosovo

Russiska uttanríkisráðið ávarar um, at stríðið um Kosovo kann enda sum ein kreppa, sum eingin kann hava tamarhald á. Alt bendir á, at USA, Bretland, Frakland, Týskland og onnur lond fara at viðurkenna Kosovo sum eitt sjálvstøðugt land, nú einki røkist fyri semju. Serbia hevur gjørt av at leggja málið fyri altjóða dómstólin í Haag og hevur biðið Russland og Kina leggja trýst á fyri at fáa nýggjan fund um Kosovo. Serbiski forsetin, Boris Tadic, segði í gjár, at so leingi hann er forseti, fer Serbia ikki at góðtaka, at Kosovo verður sjálvstøðugt.