segði, at maðurin skuldi vera 21 og førur fyri at forsyrgja einari familju, skuldi hann sleppa at giftast. - Men eg forvann góðar pengar í fiskiskapi og vit høvdu sum sagt skund. Tí fekk eg skiparin at skriva [...] tað bara at leiðast. Og at ganga túr. Altíð úti. Og ofta saman við øðrum ungdómum í bygdini. - Eg veit væl, hvat eg fall fyri hjá Emmu. Hon var pen og hevði vakrar krúllur. Og so var hon so kát, at láturin [...] Hann minnist enn fyrstu ferð hann hitti mammu Emmu. Tað var ikki tespiligt. Hann var júst heimkomin av sildafiskiskapi og rann niðan til unnustuna. Men hann tordi ikki at banka á dyrnar, og fór at kasta
Eitt nýtt ættarlið av spælimonnum sær út til at verða á veg, hóast vit skriva 2006! Um hetta er satt ella ikki, er ringt at siga, men undir øllum umstøðum, so komu hesi ungu væl frá uppgávuni. Tey spældu [...] eitt sera vakurt og stilt spælimanslag. Í bólkinum vóru 6 ung, øll undir 20 ár. Hesi fingu tónleikin at svinga, hóast tað tónleikurin frá pallinum við spæliplássið órógvaði, tá ið tey stillu løgini vórðu
Tað ljóðar kanska sum skemt, menn satt er tað, at tann seinasti minutturin í árinum verður heldur longri enn hinir minuttirnir. Fyri at siga tað neyvari, so verður ársins seinasti minuttur 61 sekund og [...] merkir, at tær sokallaði atomisku klokkurnar á rannsóknarstovum kring heimin fara at vísa 23.59.59 og síðani 23.60.60 heldur enn at fara beinleiðis á 00.00.00. Tað er vísindin, sum hevur gjørt av at leingja [...] longt eitt sekund. Vísindafólkini siga, at í framtíðini verður tann seinasti minutturin kanska 59 sekund okkurt ár, men higartil hevur vísindin altíð valt at bíða og so at leggja eitt sekund afturat av og
tað er eisini her, at eg føli, at eg eri nær hjá Jesusi, greiðir Sigrid frá. Og hon leggur aftrat: - Men eg var bara um 14 ára gomul, tá eg var biðin til dekn. Og eg minnist bara, at eg var øgiliga nervøs [...] tí soleiðis lærdi eg beinanvegin at lesa bæði hart, týðiligt og rætt. At byrja við las Sigrid inngangsbøn og útgangsbøn, men seinni tordi hon eisini at taka uppá seg at lesa ein heilan lestur, ja, standa [...] Tað er sum um, at eru teirra lestrar eru lættari at lesa enn aðrir. Ikki tí, - hinar lestrabøkurnar eru so sanniliga eisini væl skrivaðar og góðar, men hesar eru onkursvegna lættari at siga frá og skilja
luftina at gløða. Og tað er hetta hugtakið, sum ger serliga nógv um seg týsdagin. Serfrøðingarnir siga, at helst ganga 100 ár, áðrenn vit aftur sleppa at síggja so nógv stjørnuskot. Treytin fyri at síggja [...] fyri at síggja, um tú ert tíðliga á fótum týsmorgunin. Astronomarnir siga, at jørðin krossar leiðina hjá kometini Temple-Tuttle um 4-tíðina týsmorgunin, og hendan komet er upphavið til eitt satt fýrverk [...] kortini, at tað er nøkulunda skýfrítt og ongin mjørki. Petur Skeel veðurfrøðingur sigur, at mjørkin ikki verður nakar trupulleiki, men meira ivasamt er við skýggjunum. Tó hendir tað ofta um náttina, at skýggini
vaknaði brádliga aftur við kaldan dreym, við tað at ákærdi hálvgun sat oman á henni og hevði tikið hvørkratak á henni. Hon nevndi fleiri ferðir, at hann tóktist at vera púra kensluleysur við køldum, tómum [...] tómum eygum. Hon fekk ikki luft, men hann var ov sterkur til at hon fekk hann at sleppa. Men í eini roynd at fáa hann at sleppa takinum, læt hon sum um hon gav upp og hevði mist vitið. Heldur ikki tað gjørdi [...] lógu og svóvu. Omman vaknaði og hin smeyg sær aftur um hana at leita sær skjól. Hon sigur, at tey vaktu abban, sum fór á føtur og hon minnist, at abbin hevði sligið ákærda, sum síðani fór út. Svágurin kom
Í løgmálaráðnum í Keypmannahavn siga tey, at tað er eitt sindur torført sat siga, hví kvinnurnar verða betri umboðaðar innan harðskap. Ein frágreiðing kann vera, at kvinnur eru vorðnar meiri harðligar [...] frágreiðing man vera, at í dag er tað meiri vanligt at boða frá harðskapi, enn tað var fyrr. Rannvá Møller Thomsen, sum starvast sum greinari hjá Det Kriminalpræventive Råd, heldur, at broyttur atburður [...] vísa, at í 2012 vórðu 1.262 danskar kvinnur dømdar fyri harðskap. Tað er fýra ferðir so nógv sum í 1990 og tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani, skrivar Kristeligt Dagblad. Tað merkir, at í dag
r himars-rakettir, sum vórðu brúktar í álopinum á brúgvarnar. NTB veit at siga, at hetta er fyrstu ferð, at Ukraina viðgongur, at vápn úr vesturheiminum eru brúkt í átakinum hjá ukrainska herinum í Kursk [...] Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at ukrainskar herdeildir brúktu amerikanskar rakettir, tá Ukraina oyðilegði tvær brýr í Kursk-landslutinum í Russlandi herfyri. Sambært tíðindastovuni upplýsti ein [...] higartil ikki gjørt viðmerkingar til, at amerikanskar rakettir eru brúktar til átøk í russiskum landaøki. Eitt av endamálunum hjá Ukraina við innrásini í Kursk-landslutin, er at byrgja upp fyri russisku álopunum
hjálp. Í hesum sambandi heitti løgreglan á fólk, sum vistu nakað um hendingina, um at siga frá og løgreglan sigur, at síðani hava tvey fólk gjørt vart við seg. Tey hava eisini nøvnini á øðrum fólkum, sum [...] vóru har um vegir, og sum kanska vita nakað um hendingina. Løgreglan sigur, at arbeitt verður víðari við málinum og at tey fara at tosa við tey fólkini, sum tey hava fingið nøvnini á. [...] har ein maður varð sparkaður fleiri ferðir. Tað vóru tríggir mans, sum komu framvið, har ein maður sat og teir løgdu á hann og sparkaðu hann fleiri ferðir. Hann fekk nakað av skaða í andlitið, men einki
sannroynd, at tað er eitt satt bragd, ið tær hava framt. - Vit eru væl nøgdar við sigurin. Hann hevur sera nógv at siga fyri okkum, tí at nú hava vit vunnið á meistarunum og sostatt prógvað, at vit kunnu [...] Tað var eisini gott at vinna á teimum á síðsta leikdegi, tá ið tær fingu steypið handað, sigur Kristina. Tær í AB ætla sær at gera seg galdandi í toppinum næsta ár. - Vit ætla okkum at hótta KÍ næsta ár