Tíggju stjørnuskot um minuttin.
Tað er møguleiki fyri at síggja, um tú ert tíðliga á fótum týsmorgunin.
Astronomarnir siga, at jørðin krossar leiðina hjá kometini Temple-Tuttle um 4-tíðina týsmorgunin, og hendan komet er upphavið til eitt satt fýrverk av meteorum.
Stjørnuskot eru smáir bitlar, sum brenna upp, tá teir við stórari ferð raka atmosferuna og fáa luftina at gløða. Og tað er hetta hugtakið, sum ger serliga nógv um seg týsdagin.
Serfrøðingarnir siga, at helst ganga 100 ár, áðrenn vit aftur sleppa at síggja so nógv stjørnuskot.
Treytin fyri at síggja nakað sum helst, er kortini, at tað er nøkulunda skýfrítt og ongin mjørki. Petur Skeel veðurfrøðingur sigur, at mjørkin ikki verður nakar trupulleiki, men meira ivasamt er við skýggjunum. Tó hendir tað ofta um náttina, at skýggini fjara burtur, tá tey nærkast jørðini.
So tey, sum eru bjartskygd, og ikki vilja bíða í 100 ár, kunnu seta vekjaran at ringja um fýra tíðina í nátt.