Ungu spælimenninir á G!

Talan var um bæði lættan, leikandi spælimanstónleik og still vøkur løg, tá ið Ungu Spælimenninir fyri løtu síðan stóðu á lítla pallinum.

Eitt nýtt ættarlið av spælimonnum sær út til at verða á veg, hóast vit skriva 2006! Um hetta er satt ella ikki, er ringt at siga, men undir øllum umstøðum, so komu hesi ungu væl frá uppgávuni. Tey spældu eisini á G! í fjør, tá spældu tey saman við hetlendingum. Tey ungu høvdu m.a. valt sær eitt lag av Jens Chr. Svabo úr 1700-talinum á skránna. Hetta var eitt sera vakurt og stilt spælimanslag. Í bólkinum vóru 6 ung, øll undir 20 ár. Hesi fingu tónleikin at svinga, hóast tað tónleikurin frá pallinum við spæliplássið órógvaði, tá ið tey stillu løgini vórðu spæld.