Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at í 2012 vórðu 1.262 danskar kvinnur dømdar fyri harðskap. Tað er fýra ferðir so nógv sum í 1990 og tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani, skrivar Kristeligt Dagblad.
Tað merkir, at í dag eru átta harðskapsdømdir menn fyri hvørja harðskapsdømda kvinnu. Fyri 30 árum síðani var ein av 25 harðskapsdømdum kvinna.
Í løgmálaráðnum í Keypmannahavn siga tey, at tað er eitt sindur torført sat siga, hví kvinnurnar verða betri umboðaðar innan harðskap. Ein frágreiðing kann vera, at kvinnur eru vorðnar meiri harðligar, og ein onnur frágreiðing man vera, at í dag er tað meiri vanligt at boða frá harðskapi, enn tað var fyrr.
Rannvá Møller Thomsen, sum starvast sum greinari hjá Det Kriminalpræventive Råd, heldur, at broyttur atburður hjá kvinnum kann vera ein orsøk og vísir á, at alkoholvanarnir hjá kvinnum líkjast meiri og meiri teimum hjá monnunum. Hagtølini vísa eisini, at alkohol er uppi í næstan helminginum av harðskapsmálunum.










