Síðsti minutturin í ár verður 61 sekund

Tann seinasti minutturin nýggjársaftan verður longri enn hinir

Tað ljóðar kanska sum skemt, menn satt er tað, at tann seinasti minutturin í árinum verður heldur longri enn hinir minuttirnir.

Fyri at siga tað neyvari, so verður ársins seinasti minuttur 61 sekund og ikki 60 sum allir hinir. Tað merkir, at tær sokallaði atomisku klokkurnar á rannsóknarstovum kring heimin fara at vísa 23.59.59 og síðani 23.60.60 heldur enn at fara beinleiðis á 00.00.00.

Tað er vísindin, sum hevur gjørt av at leingja tann seinasta minuttin eitt sekund, og tað skal gerast fyri at fáa samsvar ímillum klokkuna og ringrásina hjá Jørðini, skrivar Reuter.

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at hetta verður gjørt. Í 1972 og í 1999 varð árið longt eitt sekund. Vísindafólkini siga, at í framtíðini verður tann seinasti minutturin kanska 59 sekund okkurt ár, men higartil hevur vísindin altíð valt at bíða og so at leggja eitt sekund afturat av og á.