Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at ukrainskar herdeildir brúktu amerikanskar rakettir, tá Ukraina oyðilegði tvær brýr í Kursk-landslutinum í Russlandi herfyri.
Sambært tíðindastovuni upplýsti ein deild hjá ukrainska herinum, sum tekur sær av serstøkum hernaðarligum átøkum, hetta á boðtænastuni Telegram í dag.
Sum skilst, var talan um amerikanskt framleiddar himars-rakettir, sum vórðu brúktar í álopinum á brúgvarnar.
NTB veit at siga, at hetta er fyrstu ferð, at Ukraina viðgongur, at vápn úr vesturheiminum eru brúkt í átakinum hjá ukrainska herinum í Kursk.
Sambært tíðindastovuni hava myndugleikarnir í USA higartil ikki gjørt viðmerkingar til, at amerikanskar rakettir eru brúktar til átøk í russiskum landaøki.
Eitt av endamálunum hjá Ukraina við innrásini í Kursk-landslutin, er at byrgja upp fyri russisku álopunum á Ukraina, sum eru komin úr Kursk-økinum.
Lítið er frætt um gongdina hjá ukrainsku herdeildunum í Kursk seinastu dagarnar, men herfyri sat ukrainski herurin á einum øki í Russlandi, sum er á stødd við Føroyar.










