hesum royna at eggja onnur deyv til at fara undir at útbúgva seg. Tað ber til, men tað hevur bert mangla onkur, sum tordi at gloppa hurðarnar, sum leiddu til støð, har deyv mettu seg onga atgongd at hava [...] sum nú ger seg til at fara á HF,og so møguliga fer at lesa víðari eftir tað. Vil fegin sleppa at arbeiða við deyvum børnum Tað verður sagt, at skúlin er fyri øll, og tí verður nú roynt at fáa deyvar næmingar [...] Trøðni at ganga í skúla á Venjingarskúlanum, har tey eru í flokki saman við hoyrandi næmingum. Maria sigur, at hon hevði gott kunnað hugsað sær at sloppið at undirvíst hesum flokkum, og hon fer tí at søkja
kekkarnar og ikki loyvt teimum at spælt sítt kombinatiónsspæl. Við tveimum málum fyrsta korterið var vandi fyri, at her fór at enda heilt galið hjá VB, og at Brno fór at vinna stórsigur. Men eftir hetta [...] segði, at hann ætlar sær at koma aftur sum ferðamaður saman við familjuni). VB-venjarin Milan Milanovic, sum skifti seg sjálvan út, tá fimm minuttir vóru eftir, helt at úrslitið var realistiskt, men at hansara [...] tekur lutlfalsliga langa tíð at ferðast millum Havnina og Suðuroynna, tá ein frammanundan ikki hevur so nógvar tímar at geva av. Tað skal helst vera ein serlig orsøk til at fara. Og tað var eisini hesaferð
um bóltarnir lógu soleiðis, at tað var ikki møguleiki hjá Trygva at fáa fatur á teimum, so var verjan hægst. Sum seinna umfarið leið, so royndi Royn at økja um trýstið við at flyta alt meiri fólk longri [...] ikki komnir til Hvalbiar fyri at hava ábyrgdina av undirhaldinum, um tað við undirhald verður sipað til at hava nógv fólk langt frammi á vøllinum og harvið vera við til at skapa málmøguleikar í báðum endum [...] endum. Útgangsstøðan hjá LÍF var at hava nógv fólk aftanfyri bóltin og so vóna, at tað fór at bragda, tá teir onkuntíð spældu skjótt og viðhvørt spældu langt fram til teir báðar á toppinum, Jonhard Høgnesen
At fáast við ítrótt er dýrt. Sera dýrt. Ikki minst um tú er á toppinum - og ætlar tær at verða verandi har. Tvøroyrar Svimjifelag er eitt ítróttarfelag á toppinum. Og tey ætla sær at royna at verða verandi [...] 115.000 kr. at keypa Og tað skerst ikki burtur, at tað ber til at gera kvettið, tí seðilin kostar 10 krónur. Í hesum døgum hevur svimjifelagið sent girokort í hvørt hús í Suðuroynni-umframt at kort eru løgd [...] ítróttarfeløgunum: Ein stórur partur av arbeiðnum fer til at útvega pengar til rakstur. Dag og dagliga eru bingolýsingar at hoyra og at síggja frá ymsum feløgum og lutaseðlaseljarar eru daglig sjón í gøtunum
av tykkum, at tit hugsa sjálv, og tað hava vit gjørt, tí vit vita, at gera tit ikki tað, so fara tit heldur ikki at duga at birta uppundir, at næmingar tykkara gera tað. Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki [...] hava fingið, er ikki at útbúgva tykkum til eina ávísa fólkaskúlalóg, men at útbúgva tykkum til at mennast við teimum avbjóðingum, sum tit fáa í fólkaskúlanum undir skiftandi umstøðum. At geva tykkum eina so [...] eftirbátur. Eg sigi hetta, tí at eg eri ikki í iva um, at tit hava fingið eina góða útbúgving. Eina útbúgving sum saman við skilagóðari eftirútbúgving fer at gera tykkum før fyri at mynda føroyska fólkaskúlan
sigur Mannbjørn. Mannbjørn gleðir seg eisini at fáa Regin Vágadal til Vágs at royna seg. - Regin skal royna seg í høllini í Vági leygardagin, og tað haldi eg, at suðringar eru spentir uppá, sigur Mannbjørn [...] gott, tí tað hevur nógv at siga fyri feløgini í bygdini, at tey fáa nakað av peningi inn. Her er bert stevna annaðhvørt ár, so feløgini mugu fáa eitt sindur av peningi í kassan at arbeiða við, so ungdómsarbeiðið [...] Tausen. Hann heldur, at handlar og fyritøkur í Vági stuðla ítrótti, og tiltøkum annars, sera væl. Eisini er Suðuroyar Sparikassi dyggur stuðul, sigur Mannbjørn, ið eisini er spentur uppá at fáa Tórshavnar RC
hava lyft tí fyri nøkrum vikum síðani. Tað sigst, at fyrimunur er at hava langar armar, um ein ætlar sær at royna at lyfta havinum, tí ikki er lætt at fá rætta takið á tí. Óivað verður tað ein spennandi [...] ið teir plaga at lyfta, og tað vigar ikki heilt einki, verður sagt í Vági. Regin slepppur eisini at royna seg við hesum, ið smiðirnir í Vági hava til gaman at lyfta. Fólk sleppa at royna seg Regin Vágadal [...] hoyggjhúsi í Sumba. Tað sigst, at Sumbingar hava havt til frægd at lyfta tí, men eigararnir siga seg ikki vita, at nakar hevur lyft tí alt tað teir minnast. Tó frættist fyri stuttum, at ein Vágbingur í arbeiðsørindum
- Eg havi altíð havt lætt lyndi og dugað at sæð tað stuttliga í øllum..Í 1967 avgjørdu Robert og eg, at til veitsluna í Framtíðini skuldi Robert reisa seg upp at tala og eg skuldi so provokera. Vit settu [...] fyrireikað; Robert ringir og sigur, at nú er skráin liðug; eg geri hetta, tú gert hatta og Petur ger hatta. Síðani hava vit sett okkum saman at sameina tilfarið og at koyra alt ígjøgnum. Tit blíva við, [...] ikki frá? - Tað sær út. Tað eru fleiri onnur sum royna seg og duga. Men tað er stuttligt og eg havi einki ímóti tí, so leingi ein orkar.Tað er stuttligt at hoyra fólk flenna hjartaliga, tá ein stendur á
uttan iva at vinna sær pening, so at tey kunnu metta tann útlongsil, sum býr í barmi teirra, meðan onnur kanska fara beinleiðis undir víðari lesnað eftir summarfrítíðina. Ilt er at ímynda sær, at tey, ið [...] okkara eftir ánni var ikki uttan trupulleikar; onkustaðni var áin so mikið djúp, at ein ikki grynti, og aðrastaðni var ilt at koma úr stað. Forðingar og meldurstreymar hava verið av ymsum slag, ið av og á [...] okkara gerast størri, og koma tær at fevna um meiri umfatandi og álvarsom mál; vit skulu taka ábyrgd - sum nyklaktar pisur skulu vit, hvør í sínum lagi, skjótt royna veingirnar og flogið. Einki er vist
og runavíkingar frá, at eisini teir royna at tekkjast oljufeløgum og útgerðarfeløgum, og royna at fáa tey at skipa eina útgerðarhavn í Klaksvík og í Runavík. Harafturat vita vit, at báði vágafólk og vágbingar [...] ikki, at Løgting og Landsstýri eiga at leggja seg út í, hvar føroyskar oljuhavnir skulu verða í Føroyum. ? Tvørturímóti haldi eg, at tað kann vera skil í, at kommunurnar kappast sum frægast um at faa oljuhavn [...] tað dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í, at kommunurnar kappast um. Hann heldur ikki, at Landsstýrið hevur nakra beinleiðis heimild til at stýra, hvar ein útgerðarhavn skal verða, ella at gera av, hvussu