Ongantíð enn hevur tað eydnast hvalbingum at vinna sær pláss í bestu deildini. Teir hava verið heilt tætt við nakrar ferðir, men so hevur tað miseydnast, tá síðstu forðingarnar skuldu avgreiðast.
Higartil í ár hevur gingið so mikið væl í 2. deild, at um teir vunnu á grasvøllinum móti LÍF sunnudagin, so vórðu teir fremstir. Men Royn tapti. Leygardagin kunnu teir fáa trý stig, tá teir fara í Vágarnar, men alt bendir á, at teir í hvussu so er mugu bíða til eftir summarsteðgin fyri at fáa møguleika at vinna oddasessin.
Leirvíkingar, sum høvdu vant á grasinum á Svangaskarði hóskvøldið, fóru við øllum stigunum, og nú hava teir rættuliga lagt seg út í kappingina um tey bæði ovastu plássini.
Teir í LÍF vóru ikki komnir til Hvalbiar fyri at hava ábyrgdina av undirhaldinum, um tað við undirhald verður sipað til at hava nógv fólk langt frammi á vøllinum og harvið vera við til at skapa málmøguleikar í báðum endum.
Útgangsstøðan hjá LÍF var at hava nógv fólk aftanfyri bóltin og so vóna, at tað fór at bragda, tá teir onkuntíð spældu skjótt og viðhvørt spældu langt fram til teir báðar á toppinum, Jonhard Høgnesen og Kirstian Eliasen.
Og sanniliga bragdaði tað hjá LÍF. Eitt lítið korter var farið, tá teir fingu hol á og harvið styrktu uppaftur meiri um fyritreytirnar at royna seg við tættari verju og snarálopum. Tað var Jonhard Høgnesen, sum spældi seg ígjøgnum í vinstru, legði upp á tvørs til miðvallaran Tomek, sum smekkaði til, málverjin hjá Roy hálvbjargaði, og so var Kristian Eliasen fyrstur á returinum.
Sami maður økti til 2-0 á hálva tímanum. Hann fekk ein bólt stungnan fram ímillum, og skotið av brotsteigarmarkinum var gott. Bólturin smoygdi sær inn við stólparótini, og so var liðugt.
Hvalbingar høvdu bóltin nógv, men teir fingu einki burturúr. Í fyrsta minuttinum høvdu teir eina roynd í stólpan, og tað var tað næsta, sum teir komu málrammuni hjá Trygva Olsen. LÍF málverjin royndist væl, og hvalbingar gjørdu ofta uppgávuna hjá honum ómakaleysa. Teir oystu í 2. hálvleiki nógvar skrábóltar í brotsteigin, og har var málverjin sum oftast hægstur, og um bóltarnir lógu soleiðis, at tað var ikki møguleiki hjá Trygva at fáa fatur á teimum, so var verjan hægst.
Sum seinna umfarið leið, so royndi Royn at økja um trýstið við at flyta alt meiri fólk longri fram á vøllin. Hetta bar eisini møguleikar fyri fleiri LÍF snarálopum við sær, og møguleikarnir, sum t.d. dupulti málskjúttin, Kristian Eliasen, fekk, mundu vera teir størstu.