? Eg haldi ikki, at Løgting og Landsstýri eiga at leggja seg út í, hvar føroyskar oljuhavnir skulu verða í Føroyum.
? Tvørturímóti haldi eg, at tað kann vera skil í, at kommunurnar kappast sum frægast um at faa oljuhavn til sín.
? Serliga tá ið vit hugsa um, at tað eru fleiri havnir, sum longu nú kunnu brúkast.
?Og hetta hevði eisini givið olju - og útgerðarfeløgum møguleika til sjálvi at valt, hvørja havn, tey halda vera frægast.
Hóast Signar Heinesen er verkfrøðingur hjá Landsverkfrøðinginum, leggur hann dent á, at hetta er hansara heilt persónliga meining, og at hansara úttalilsi standa fyri hansara egnu rokning og umboða ikki á nakran hátt Landsverkfrøðingin.
Øll royna at draga
Nú er niðurteljingin av álvara byrjað til tann eina dag, har vit loksins fáa at vita, um yvirhøvur nakað ríkidømi er í undirgrund okkara, - ella ikki.
Men í vónini um eitt oljuævintýr, hevur hørð kapping tikið seg upp um alt landið um at draga so nógv av oljuvinnuni - og vinnu, sum hongur uppi í oljuvinnuni - til sín.
Ikki minst hava nógvar kommunur gjørt eitt stórt arbeiði fyri a vísa seg og sínar firðir og havnir og umstøður annars, fram fyri oljufeløgunum og útgerðarfeløguum, og hava roynt at sannført tey um, at nettupp teirra havn, teirra fjørður og teirra kommuna er nógv tað besta staðið í Føroyum at gera oljuhavn, ella útgerðarhavn.
Eitt fyribils úrslit av hesum hevur verið, at higartil eru tvær ítøkiligar ætlanir lagdar fyri dagin um oljuhavnir.
Tvøramenn vóru fyrstir við eini ætlan um eina olju-útgerðarhavn á Drelnesi í samstarvi við danska felagið Danbor, sum er dóttirfelag hjá risanum í donskum vinnulívi, Maersk.
Men teimum á baki komu havnarmenn nakrar fáar dagar seinni við eini ætlan um, útgerðarhavn á Sundi í samstarvi við stóra, skotska felagið ASCo.
Og í hølunum á teimum boðaði báði klaksvíkingar og runavíkingar frá, at eisini teir royna at tekkjast oljufeløgum og útgerðarfeløgum, og royna at fáa tey at skipa eina útgerðarhavn í Klaksvík og í Runavík.
Harafturat vita vit, at báði vágafólk og vágbingar eisini liggja framvið.
Frí kapping ella
politiska avgerð?
Hetta hevur reist spurningin um, hvussu vit bera okkum klókast at í hesum sambandi.
Summir politikarar brúka Noreg sum ræðumynd og minna á, at í Noreg vóru olju- og útgerðarhavnir gjørdar á ?hvørjum tanga?. Men tað einasta, sum fekst burturúr, var, at kommunur setti seg í ovurhonds skuld, tí tað bara nakrar heilt fáar av hesum oljuhavnum, blivu brúktar og tær flestu kommunurnar komu tískil at sita eftir við einari stórari, men deyðari íløgu, sum skuldi betalast aftur, uttan at hon gav eina krónu í inntøku.
Føroyskir politikarar hava ávarað føroyingar ímóti at gera sama mistak sum norðmenn.
Hinvegin tykjast flest øll samd um, at tað verður helst bara tann eina útgerðarhavnin í Føroyum.
Spurningurin er bara hvar skal hon vera?
Summir politikarar halda, at tær føroysku kommunurnar eiga at sleppa at føra seg fram, sum tær vilja og at tað skulu olju- og útgerðarfeløgini helst sjálvi finna útav, hvør havn, tey halda er tann frægasta.
Hinvegin eru tað aðrir politikarar sum halda, at Løgting og Landsstýri eiga at gera av, hvar úgerðarhavnin skal verða - og at tað m.a. skal gerast útfrá einum bygdarmenningar- sjónarmiði.
Kapping er sunn
Signar Heinesen, verkfrøðingur, er ein teirra, sum av og á ger vart við seg í ymsum samfelagsmálum.
Hann er ein av teimum, sum heldur, at politikarar ikki eiga at leggja seg út í, hvar ein møgulig olju-ella útgerðarhavn verður løgd.
? Eg haldi, at tað er sunt við kapping, eisini á hesum øki, sigur verkfrøðingurin.
? Ein útgerðarhavn er breyð á borðið hjá fólki, og tað dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í, at kommunurnar kappast um.
Hann heldur ikki, at Landsstýrið hevur nakra beinleiðis heimild til at stýra, hvar ein útgerðarhavn skal verða, ella at gera av, hvussu nógvar tær skulu vera.
? Eg dugi heldur ikki at meiningini í at steðga fólki í at hava eina vinnuliga ætlan.
? Teir trupulleikarnar, sum kunnu gera eitt slíkt, politiskt inntriv rímiligt, dugi eg slett ikki at síggja.
Signar Heinesen heldur at ein útgerðarhavn er ikki øðrvísi enn ein og hvør onnur havn.
? Og eg haldi, at tað hevði verið eitt sindur løgið um politikarar fóru at steðga eini kommunu, sum ætlaði at gera eina havn til eitt ella annað, vinnuligt endamál.
Verkfrøðingurin sigur, at vit hava tann fyrimun, at tað eru rættiliga nógvar havnir í Føroyum, sum kunnu brúkast sum útgerðarhavn, í hvussu so er tey fyrstu árini
? Tað vil siga, at byrjunar- íløgan er í hvussu so er lítil og ongin.
? Tað vil so aftur siga, at kommunurnar kunnu fara undir eina sunna kapping, uttan at tað kostar nakað serligt - hóast tað altíð kostar eitt sindur.
? Hvørjar íløgur ið verða gjørdar so við og við í teimum ávísu havnunum, verður so ein spurningur um, hvussu nógv virksemið verður í teimum.
? Og tað er væl eisini skilagott at gera íløgurnar so hvørt, brúk er fyri teimum.
Men nú verður ofta víst til tað norska mistakið, har fleiri útferðarhavnir vórðu gjørar til onga nyttu?
?Ja, men trupulleikin í Noregi var nettupp tann, at tað í stóran mun bleiv politiskt ásett, hvar útgerðarhavnirnar skuldu verða.
? Og eg dugi álvaratos ikki a síggja nakran mun á, um tann politiska avgerðin sigur, at tað skulu verða sjey útgerðarhavnir, ella um tað bara skulu vera ein.
Finna sjálvar rætta staðið
? Skulu politikarar stýra, taka teir frælsi frá útgerðarfeløgum, oljufeløgum og kommunum.
Signar Heinesen ivast ikki í, at lata politikarar vera við at leggja seg út í, hvar olju - ella útgerðarhavnir skulu vera, fara olju- og útgerðarfeløgini sum frálíður sjálvi at finna fram til, hvørja havn, ella hvørjar havnir, tey halda eru best egnaðar.
?Eg ivist ikki í, at tað fer at koma av sær sjálvum at útgerðarfeløgini meiri og minni fara at taka seg saman um um eina havn, sum tey halda vera tað best egnaðu alt í alt, og tí fara at konsentrera seg um.
Skal lúka ymsar treytir
Signar Heinesen sigur, at tað ber illa til at siga heilt eintýðugt, at henda, ella handa havnin er tann best egnaða til útgerðarhavn.
? Tað eru ymsar fortreytir, sum gera seg galdandi og sum feløgini taka hædd fyri.
? Ein fortreyt er frástøðan til oljuøkið, men spurningurin er, hvussu stóran týdning tann fortreytin hevur.
? Aðrar fortreytir eru frástøðan til miðstaðarøkið, frástøðan til flogvøll, hvussu kyrr havnin er o.s.fr.
Signar Heinesen sigur ,at tað eru kanska ymiskt, hvussu stóran dent tey ymsu oljufeløgini leggja á tær ymsu fortreytirnar
T.d. ivast hann ikki í, at báði havnin á Drelnesi og tann á Sundi eru nóg kyrrar til hetta slagið av skipum.
? Men kanska er tað onkur, sum nettupp leggur stóran dent á tað, at havnin er kyrr fyri at gera tað arbeiðsligari.
Signar Heinesen sigur, at verður frí kapping á økinum, fer tað at standa til útgerðarfeløgini sjálvi at gera av, hvørjar av hesum fortreytum, tey hvørt í sær halda viga tyngst.
?Men so frá líður ivist eg ikki í, at oljufeløgini fara at skera ígjøgnum og at ?semjast? um at brúka eina