»Nú verða steinar til skerð, fossar til brimbrot?«

Segði Jónleif Johannesen m. a. í pisurøðuni

Vælkomin, - Pisur, foreldur, áhoyrarar.

Her standa vit so aftur. Nøkur okkara hava kanska ikki verið á einum slíkum fundi fyrr, men eg ivist ikki í, at nøkur av foreldrunum, sum standa her ídag, munnu vita hvat hetta snýr seg um. Tað er kanska ikki tann fyrsti studenturin ella pisan, sum er floygd í húskinum. Onnur eru møguliga her í dag, sum fyri fyrstu ferð hava ein av sínum egnu í millum pisurnar. Í øllum førum er hetta fyrstu ferð eg eri her sum pisa og fleiri við mær. Vit eru uml. 100 ungfólk, sum við degnum í dag skifta heiti, og til alla lukku loyvir skúlaverkið okkum ikki at stríðast fyri húgvuni meira enn hesa einu ferð. Vit eru nú ikki longur hin skúlatroytti næmingurin, men hin nýklakta pisan. Okkara tíð sum næmingar í Hoydølum er við degnum ídag eitt farið skeið í lívi okkara.

Allastaðni, har stórar áir hava runnið, hava gróðrarlíkindini hjá ymiskum mentanum verið góð. Eins og Eufrat og Tigris runnu fram við Bábylon á sinni, rennur Hoydalsá fram við studentaskúlanum, har vit í trý ár hava ment okkum bæði bókliga og sálarliga. Tað, at Hoydalsá nú er oljudálkað, gevur okkum kanska góðar fortreytir í møguligari oljuvinnu, ella er hetta ein ávaring um keðiligar avleiðingar av hesi kanska lovandi framtíðarvinnu.

Um ein letur hugflogi sveima um ánna, er vert at stegga á við regndroparnar. Teir eru ikki heilt ólíkir okkum, ið standa her við húgvunum í dag.

Regndropar eru ymiskir í skapi og vavi, júst sum vit vóru, tá ið vit hittust á sumri 1995 við blandaðum kenslum av vón, ótta og spenningi. Regndroparnir koma úr ymsum ættum og savnast í ánni, áðrenn leið teirra gongur oman móti havinum.

Ferð okkara eftir ánni var ikki uttan trupulleikar; onkustaðni var áin so mikið djúp, at ein ikki grynti, og aðrastaðni var ilt at koma úr stað. Forðingar og meldurstreymar hava verið av ymsum slag, ið av og á hava tikið dirvið og áræðið frá okkum. Serliga var tað ein forðing, ið setti dám á skúlaárið, ið farið er. Hetta var, tá samfelagið í ein heilan mánað læt okkum sita við svongum sinni og jótra gamlan lærdóm og hvørki sýnti okkum vón ella lón. Tíðarskeiðið var tungt hjá okkum, og kendist tað, sum vóru vit endað í einum mórulendi, men tíbetur varð grivið frá, og vit kundu halda áfram oman ímóti sjónum.

Rættiligt áarføri hevur eisini verið, og tá hevur gingið leikandi lætt omaneftir. Her standa vit so í ósanum, og áin verður ikki longur karmur um lív okkara; nú er tað stóra havið, ið dregur, og har skulu vit støðast eftir besta førimuni. Nú verða steinar til skerð, fossar til brimbrot, síl til hvalir og áartutl til dun. Uppgávur okkara gerast størri, og koma tær at fevna um meiri umfatandi og álvarsom mál; vit skulu taka ábyrgd - sum nyklaktar pisur skulu vit, hvør í sínum lagi, skjótt royna veingirnar og flogið. Einki er vist, nú vit stoyta okkum útav, niður ímóti sjónum, og her koma vit dalandi.

Summi hava sjálvandi betri flog enn onnur, hava breiðar veingir, men hetta nýtist ikki at verða ein fyritreyt fyri at einum skal gangast væl. Millum annað kunnu vit nevna svaluna, sum við sínum stuttu veingjum er tiltikin fyri sítt neyva og smidliga flog.

Úr ósanum standa vit og líta yvir eitt uppøst hav og eitt óstøðugt samfelag. Rákið er vent og kósin broytt. Land okkara stevnir í hesum døgum ímóti sjálvræði og kanska eisini loysing.

Nú fer ábyrgdin eisini at hvíla á herðum okkara, og óvist er, hvussu leikur ferst. Framtíðin er óviss, og hevur hon altíð verið tað. Møguliga fáa vit eitt bakkast og liggja í mølini eftir fyrstu ódnarflóð - ella megna vit tað. Umráðandi er hóast alt ikki at fella í fátt men at herja á aldubrotini.

Saman við landi okkara skulu vit pisur eisini gerast sjálvstøðugar; okkara loysing er harafturímóti við degnum í dag vorðin veruleiki. Nú kunnu vit pisur stoyta okkum út av rókini niður í tað óvissa havi. So er bert at vóna, at vit ikki verða oljudálkaðar á ferð okkara.

Í góðveðrinum henda minningaríka dag standa vit ógvuliga errin við okkara litføgu húgvu á høvdinum. Hesum frámerki, ið borgar fyri dygd, áliti, samanhaldi og áræði. Hesin feril av stoltleika fer nú at fylgja okkum framyvir. Á stevnunum, á veistlunum og eisini í gerandis degnum, tá heilsa verður uppá vinir og kenningar, ið gleðiliga ynskja tær tillukku. Henda gleðin er serlig, og tó er tað við einum veti av sorgblídni, vit fara undir næsta stig á lívsleið okkara. Hvat stig taka vit so eftir hendan dagin í dag?

Summi fara uttan iva at vinna sær pening, so at tey kunnu metta tann útlongsil, sum býr í barmi teirra, meðan onnur kanska fara beinleiðis undir víðari lesnað eftir summarfrítíðina. Ilt er at ímynda sær, at tey, ið hava myndað gerandisdag okkara í trý ár, fara hvør sín veg. Henda tíðin hevur verið ógloymandi, og hevur hon rótfest seg í minni okkara.

Við hesum orðum vil eg ynskja øllum, pisum og áhoyrarum góðan byrð framyvir.


Takk fyri


Annika Joensen, Ragnheiður Bogadóttur, Jóannes Østerø & Jónleif Johannesen