Dagfinn Olsen
Jóansøkunevndin er sett saman av umboðum fyri ymisk feløg, sum t. d. Skótarnar, Kappróðrarfelagið, VB, Jómsvíkingar og Svimjifelagið.
Áhugaverd skrá
Nógv áhugavert er á skránni, heldur Mannbjørn, og nevnir eittnú skrúðgonguna, ið er sett saman av ymsum yrkis- og áhugabólkum. Sokallaðu ?Fólkalívsmyndirnar?, har fólk eru latin í sum neytakonur og ymiskt annað frá gamlari tíð, verða við.
- Fyri tveimum árum síðani vóru t.d. tvíburðar, umboð fyri Johonnu TG 326, Ljómur og ein 1. flokkur frá 1943/44 og ein frá 1996, sigur Mannbjørn.
Regin Vágadal í Vági
Manbjørn Tausen er eisini spentur uppá framsýningina, ið Skálin við Skálá, ið verður í húsinum hjá Henning Joensen, á Fløulið.
- Har verða lutir, ið virkaðir eru í Vági, sýndir fram, greiðir Mannbjørn frá, og seinast vóru nógv, ið vitjaðu innar, og seinast mundu eini 600 - 800 fólk støkka inn á gólvið.
- Í ár verður eisini væleydnaða tónleikakaffistovan við aftur og millum onnur verða Spice Girls og Backstreet Boys á Skránni, sigur Mannbjørn. Mannbjørn gleðir seg eisini at fáa Regin Vágadal til Vágs at royna seg. - Regin skal royna seg í høllini í Vági leygardagin, og tað haldi eg, at suðringar eru spentir uppá, sigur Mannbjørn.
Vónandi verður
verðið gott
-Vónandi verður veðrið gott, tí tað hevur nógv at siga fyri feløgini í bygdini, at tey fáa nakað av peningi inn. Her er bert stevna annaðhvørt ár, so feløgini mugu fáa eitt sindur av peningi í kassan at arbeiða við, so ungdómsarbeiðið kann halda fram, sigur Mannbjørn Tausen.
Hann heldur, at handlar og fyritøkur í Vági stuðla ítrótti, og tiltøkum annars, sera væl. Eisini er Suðuroyar Sparikassi dyggur stuðul, sigur Mannbjørn, ið eisini er spentur uppá at fáa Tórshavnar RC felag at sýna fram modelbátar í Svimjihøllini, tí hetta hevur ikki verið við áður.