lufthavnini í Amsterdam. Leingi koyrir tað eftir breytini og tað kennist sum flogfarið næstan ikki orkar at lyfta sær á. Upp koma vit í øllum góðum, júst í tí løtu, tá sólin ger seg til at kava í vestri. Skjótt [...] Í einum handli, sum selir brúktar bøkur á Dag Hammerskjølds Allé í Keypmannahavn ein gráan og kaldan dag í apríl í ár. Hetta er ein av teimum heilt fáu antikvarhandlum, eg havi vitjað, har skil hevur verið [...] lufthavnini í Kastrup eftir alt ov stutta steðgin í Danmark. Í taskuni liggur bókin hjá Siggert. Eg havi góðar stundir. Klokkan er júst farin um middag og mítt flogfar fer ikki fyrr enn um fýratíðina seinnapart
Føroyar hava júst kannað vestara økið av Norðhavinum, og Noreg og EF eystara økið, og nú eftir kanniningina, vísir tað seg, at nógv minni er av sild í føroyska økinum enn undanfarin ár. Hjalti í Jákupsstovu [...] vestanfyri og æti í sjónum, men sildin er ikki komin, og ein av frágreiðingunum er tann, at hon flytur ikki hendavegin, tá æti er eystanfyri. ? Hini árini, tá sildin er komin vestureftir í apríl-mai, hevur [...] stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Eingin vandi enn Spurdur, um nakar vandi er við sildini, sigur Hjalti í Jákupsstovu, at tað er tað ikki. Sildin er ikki uppfiskað, men føroyingar hava alt at vinna við at stovnurin
sólaklárt, at Fólkaflokkurin í Suðuroy fekk eitt umboð í Landsstýrið. Hann nevnir t.d., at sandoyingar hava fingið tvey fólkafloks-umboð í landsins stjórn við 145 atkvøðum í part í miðal Norðoyingar fingu [...] nnum í Suðuroy hava tikið stuðul sín til flokkin aftur í landspolitikki. Tað er somuleiðis greitt, at uppstillingin hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy til komandi løgtingsval og fólkatingsval, hongur í einum [...] Tvøroyri sum landsstýrismann í samgonguni, sum júst er skipað ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkurin hevur ikki havt tingmann úr Suðuroy í ein mansaldur, men hesuferð
avgerðarrætt í øllum. Tann ónda vermamman er ein mýta. Og uttan mun til um nakað er um tær ráðagerðir, hon setir út í kortið, kann nógv stuttligt spyrjast burtur úr, serliga í krønikum og sjónleikum. Sum í søgum [...] søguligur í tann mun, at tað er fyrsti leikurin sum Jákup Olsen, ið hevur traðkað nógvar skógar niður í Sjónleikarhúsinum, hevur leikstjórnað, ? og hansara fyrsti leiklutur á palli var júst í hesum leikinum [...] skilir, ? eina løtu í hvussu so er ?, at hon hevur borið seg skeivt at, lovar bót og bata, og býðir Alberti vælkomnum í familjuna. Tað sum kanska undrar áskoðaran mest er, at verfaðirin ber í bøtuflaka við konuna
eisini sera áhugaðir í sjónleiki, og tí er tað av størsta týdningi, at vit fáa leikhús í høvuðsstaðnum. Fyri innbodnum Nýggja leikhúsið hevur ikki fingið navn, men tað verður tikið í nýtslu í kvøld kl. 20. Tá [...] krónur at arbeiða við, og í Grímu eru seks yrkislærdir sjónleikarar. Leiðarin í Leikarafelagnum sigur, at tá tað frættist í grannalondunum, at vit høvdu fingið yrkisleikhús í Havn, komu óteljandi fyri [...] Tað er stórhending í føroyskari leiklistasøgu, at eitt yrkisleikhús nú er stovnað. Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari í Leikarafelagnum, sigur við Sosialin, at sjónleikur er elsti partur av mentanini, sum hevur
Lykketoft fór á fund við landsstýrið um átta-tíðina fríggjakvøldið. Aftan á at hava tingast við landsstýrið í ein tíma, var steðgur, og Lykketoft fór út at fáa sær fríska luft úti á Nesinum. Eftir ein álvan tíma [...] at fundinum. Samstundis sum hannn viðgekk, at tað kanska ikki var rætt at hava fundin við Lykketoft júst nú, metti hann, at fundurin kortini ikki skaðar føroyskum viðurskiftum. - Har komu nøkur viðurskifti [...] frá danskari síðu, men vit vístu á, at landsstýrið bíðar við at taka nakra støðu, til ætlaði fundurin í juni verður hildin. Sosialurin skilir, at Lykketoft nýtti sín vanliga, og so væl kenda taktikk: Hann
tøvandi, og í fleiri øðrum førum virkaðu teir eisini strongdir í miðverjuni hjá heimaliðnum. VB verjan er tann sama í ár, sum hon var í fjør. Tá fóru ógvuliga fá mál ígjøgnum hjá VB, men higartil í ár hava [...] stig niður í skjáttuna, og tað var sera týdningarmikið. Í staðin fyri at vera millum liðini, sum skulu ansa eftir niðurflytingarstrikuni, so liggja teir á Toftum mitt í røðini ? fyribils í hvussu so er [...] liðunum, og VB hevði í síðstu løtu eina roynd úr spískum í høgru, sum fór dygst við síðuna av málinum. Sama uppskrift Vágbingar vóru annað vikuskiftið á rað komnir í Eysturoynna at fáa í hvussu so er eitt
verjuna hjá GÍ, og longu í 4. minutti var nær við at heimaliðið kom á odda. Suni Fríði Johannesen fekk ein bólt úr vinstru og smekkaði til, men royndin hjá honum endaði í síðunetinum. Í 9. minutti fekk Andrew [...] stórt HB-álop Tað var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál í seinna hálvleiki. Álopini skolaðu inn í GÍ-brotsteigin, og høvdu ikki Sunnvard Joensen í málinum og Samson Nesá á aftasta manni spælt so mikið væl [...] Fløtum tikið bóltin frá gøtuverjuni í vinstru síðu, hann spældi bóltin flatt inn til ein púra leysan Súna Fríða, men Sunnvard Joensen fekk bjargað royndini hjá runavíkinginum í HB. HB legði seg á odda, tá ið
læraraskúlanum júst um tað mundið ? leysur nakað inni á hálvuni hjá sumbingum. Hann rak heilt fram til Sumba-málið, rundaði málverjan og legði bóltin í málið til 1-1. Tað var í 23. minutti, og í 27. minutti [...] mál í fýra landskappingardystum, eftir at Dan Djurhuus og Tórður Holm í góðum samstarvi vóru slopnir ígjøgnum úti í høgra horni av vøllinum. Toppskjúttin hjá TB rakti bóltin, sum stiklaði niður í vøllin [...] sunnudagin, at hóast teir hava minsta fólkagrundarlagið av liðunum í 1. deild og eru »underdogs« í so at siga hvørjum dysti, so eru teir ikki við í bestu deildini bert til stuttleikar. Sumba vann 3-2 á TB og
miðjuni, og eftir spælbýtinum var tað í lagi, at teir fingu fyrsta málið í dystinum. Og sjey minuttir seinni tók Arnold Joensen sakina í egnar hendur. Staddur nakað úti í høgru síðu setti hann ferð á, rann [...] lýddur í Klaksvík og trívist eisini væl norðanfyri, har hann nú er triðja árið á rað. Enn er tað bert blivið til eitt silvurmerki í 1996, men sum nú er eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár. Sp [...] landskappingin endar, fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál ígjøgnum í skeiva endanum. At NSÍ hesa ferð eisini