Ísland og Føroyar hava júst kannað vestara økið av Norðhavinum, og Noreg og EF eystara økið, og nú eftir kanniningina, vísir tað seg, at nógv minni er av sild í føroyska økinum enn undanfarin ár.
Hjalti í Jákupsstovu, sum var við »Magnusi Heinason« nú kanningin var gjørd av sildini, sigur, at sambært norðmonnum var fitt at síggja av sild eystanfyri 0 stig og norðureftir, og sjógvurin var heitur og nógv æti eisini.
Æti vestanfyri
? Sjógvurin er eisini heitur vestanfyri og æti í sjónum, men sildin er ikki komin, og ein av frágreiðingunum er tann, at hon flytur ikki hendavegin, tá æti er eystanfyri.
? Hini árini, tá sildin er komin vestureftir í apríl-mai, hevur sjógvurin verið kaldari eystanfyri og lítið æti, men um hetta er øll frágreiðingin, vita vit ikki, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Eingin vandi enn
Spurdur, um nakar vandi er við sildini, sigur Hjalti í Jákupsstovu, at tað er tað ikki. Sildin er ikki uppfiskað, men føroyingar hava alt at vinna við at stovnurin er so stórur sum gjørligt.
? Vit mugu virka fyri at heildarkvotan verður nakað minni enn tey 1.3 mió. tonsini tilsamans, sum hon er nú, og hetta havi eg víst á fleiri ferðir fyrr, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Stórur gýtingarstovnur
Sildin gýtur fram við norsku strondina og jú størri gýtingarstovnurin er, jú meiri sild kemur hendavegin at leita sær eftir føði, og tess meiri verður av henni. So einkult kann tað sigast, og tó so satt.
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at gýtingarstovnurin má ikki fara niður um 2.5 mió. tons, tí tá kann skjótt vandi verða á ferð. Gýtingarstovnurin er fleiri milliónir tons nú hava kanningar víst.










