landsbókasavninum. Við í hesi rúgvuni er sjálvandi talt alt tað, sum út er komið á føroyskum. Martin Næs sigur, at ein av høvuðsuppgávunum hjá landsbókasavninum er júst at savna allar føroyskar bøkur ? [...] og 21 mánadag til hósdag og frá 13 til 18 fríggjadag. Men hetta er tó ikki so. Landsbókavørðurin vísir á, at her er ein feilur í, og opið er mánadag til mikudag frá kl. 10 til 20 og hósdag og fríggjadag [...] inn á landsbókasavnið og arbeiða ella lesa inni har. Hetta er ein stórur partur av kundaskaranum, men hesin verður ikki skrásettur. Aðrastaðni er vanligt, at ein sonevndur teljari verður settur upp nærhendis
eyga, uttan at hugsa um, hvat tænir føroyska samfelagnum og heildini av føroyingum í londini. Eitt stórt danskt endurgjald, ið teirri avleiðing, at bankin gleppur okkum av hondum, er ein løtuvinningur. Hugsa [...] nøktandi loysn, eiga vit at fara til samráðingarnar við støði í, at bankin er okkara. Hann kann og skal ikki enda á donskum hondum. Tað er eisini sera umráðandi, at vit nú beinan vegin fáa málið loyst eina ferð [...] um. Men vit sita eisini eftir við einum banka, sum landskassin, umvegis Fíggingargrunnin frá 1992, er eigari av. Sagt verður, at bankin í dag hevur eitt virði uppá einar 700 milliónir krónur, og tey seinastu
øllum. Ríkissjúkrahúsið hevur fingið heiligvág úr Svøríki, sum gentan er viðgjørd við. Hetta er nýggjur heiligvágur, sum, eftir hvat skilst, ikki hevur verið royndur í Danmark fyrr. Av tí, at hesin sorgarleikur [...] hon yvirhøvur er smittað. Eina aðra vón hava tey kortini, sigur omma viðgjørdu gentuna við Sosialin. Og tað er, at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at hjálpa teimum. Tað hava tey sett alt sítt [...] við. Omma gentuna sigur, at hóast tað er ávíst, at gentan hevur fingið blóð frá hesum HIV positiva persóninum, hava tey vón um, at smittan ikki hevur fest seg. Tað er soleiðis, at gentan fekk rættiliga nógv
sigur Torleif Sigurðson. Hann undirstrikar, at tað ber ikki til at siga, at landsliðið er avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn [...] fyri sjónvarpsavtalu, sum var 1,9 milliónir. Hetta er tað, sum FSF fekk frá UFA í 1997. Fyri rættindini at sjónvarpa fekk FSF 209 túsund krónur, og tað er væl minni, enn árið frammanundan, tá upphæddin var [...] Cup virkseminum skulu býtast. At politikkurin hjá UEFA kemur væl við hjá í hvussu so er føroyska fótbóltssambandinum er eyðsýnt, tí í fjør fekk FSF 920 túsund krónur frá UEFA fyri luttøkuna í Europa Cup
liggur sjálvandi, at verður álvari av ætlanini fær felagið stykki. Talan er um eitt stykki í grótbrotinum innanfyri keiina. Men tað er djúpt útfyri, so tað liggur seta væl fyri at gera atløguplass har, verður [...] Hann sigur, at talan er um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum. Formaðurin í havnanevndini vil ikki siga, hvørjir føroyingarnir eru, sum eru uppií. Men felagið eitur Prepan, er okkum upplýst Torfinn [...] fer nú at kanna eftir, hvat tað kostar at planera stykkið og at gera atløgubryggju og annars at gera tað klárt. Tvs, at verður nakað burturúr ætlanini, veit býráðið eisini, hvat tað kostar at gera stykið
98, har danir skuldseta okkum fyri oyðsl. Niðurstøða mín er, at nú má vera nokk. Nú er tíðin at loysa frá Danmark. Ongantíð ov skjótt. Hetta er so skammiligt, at eg kann ikki taka tað. Verða behandlað [...] olja kemur, mugu vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt. Spurningurin er um tað yvirhøvur loysir seg at útvinna olju [...] stendur fakta: Vit skylda uml. 6 milliardir kr. til Danmark. Tað er umleið kr. 130.434,- pr. íbúgva. Og hetta er eitt magiskt, ljótt tal, men er hetta eitt ómøguligt tað? Sjálv eri eg soleiðis samanskrúvað
eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru Vág: Gamla hospitalið er ein søguligur bygningur [...] søguligu virðunum, sum eru har í grannalagnum: 1.søguliga grannahúsið er Müllers Pakkhús, ið er friðað. 2.søguliga grannahúsið er Skeiva Pakkhús. Á sjónum ? undir Skeiva Pakkhúsi, við høgukei liggur søguliga [...] frá sanginum »Her nógv er at gera« ella «til Havnar vit fara«). Grannahúsið hjá Østrøm í Rættará er húsið hjá Elias í Rættará, spell at slíkt hús fær loyvi at forfalla, tí húsið er serstakt, hugnaligt og
um bankan er vorðið eitt danskt innanríkis mál burturav. Tað er valár í ár, og fáa andstøðuflokkarnir ikki revsað stjórnina við ríkisrættarákærum, so hava teir gjørt veljarum sínum greitt, hvat teir halda [...] Ríkisrætt fyri sín leiklut í bankamálinum. Uffe Ellemann-Jensen hevur gjørt vart við, at tað serliga er tí, at fíggjarmálaráðharrin hevur misnýtt vald sítt til at kroysta føroyingar til at yvirtaka bankan [...] ákoyringarnar skuldu verða, og nú eru teir vorðnir samdir. Frank Aaen frá Eindarlistanum sigur, at hann er nøgdur við dagsskránna. Stjórnirnar hjá Schlüter og Nyrup verða kritiseraðar, Den Danske Bank fær
Joensen er nú farin at royna seg í donskum hondbólti. Heini, sum fyrr hevur spælt við KÍF og Kyndli, er farin til Århus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Århus KFUM, sum í løtuni er besta [...] við bankamálinum, sum koyrir nú, men tað er vinarliga meint, og eg svari eisini aftur. Hetta er eitt gott lið, og tað er sjálvandi kapping um plássini, men eingin er óvinur við nakran, sigur hann. Hørð venjing [...] tað veit hann ikki sjálvur, um hann hevur hug til. Málið er uppflyting Århus KFUM er í løtuni nummar fýra í 2. deild. Danska landskappingin er skipað á tann hátt, at um tú endar millum fýra tey ovastu
samanhangandi enn tað var hjá Fram. Sigmund av Teigum, sum annars er tann berandi leikarin hjá Fram, fekk ongantíð sítt spæl at koyra, og tá hann er úti, hava hinir tungt við at taka ábyrgd. Mjølnir hevur havt [...] gera fáar persónligar feilir, og tað er sera týdningarmikið Í flogbólti. Teir vunnu allar sínar dystir í innleiðandi umfarinum og komu leikandi lætt í finaluna. Hvat mótstøðuliðið skuldi verða var hinvegin [...] Mjølni sett kósina Tað er Mjølnir sum hevur sett kósina í meistaradeildini hjá kvinnunum Í ár. Kósin hevur alla tíðina staðið móti toppinum, og tær vístu eisini leygardagin, at tað ikki er av tilvild, at tær