Ætla at byggja virki inni á Sundi til uppisjóvarfisk

Nógvastaðni eru ætlanir frammi um at fáa nakað burturður uppisjóvarfiskinum. Nú eru eisini havnarfólk komin uppí'saman við norðmonnum

Eisini havnarfólk eru nú komin sær uppí kappingina um uppisjóvarfiskin, sum mong aftur eru farin at síggja góðar vinnumøguleikar í.

Eitt felag hevur biðið býráðið um optión, sum tað eitur, uppá eitt sykkið inni á Sundi.

At fáa optión uppá eitt stykki, merkir, at býráðið setir stykki av at verða tókt til eitt ávíst endamál eina ávísa tíð.

Og á Býráðsfundi mikukvøldið samtykti býráðið at geva felagnum stykkið til taks í eitt hálvt ár fyribils.

Men í tí liggur sjálvandi, at verður álvari av ætlanini fær felagið stykki.

Talan er um eitt stykki í grótbrotinum innanfyri keiina.

Men tað er djúpt útfyri, so tað liggur seta væl fyri at gera atløguplass har, verður tað neyðugt, sigur Torfinn Smith, formaður í Havnanevndini.

Hann sigur, at talan er um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum.

Formaðurin í havnanevndini vil ikki siga, hvørjir føroyingarnir eru, sum eru uppií.

Men felagið eitur Prepan, er okkum upplýst

Torfinn Smith sigur, at býráðið fer nú at kanna eftir, hvat tað kostar at planera stykkið og at gera atløgubryggju og annars at gera tað klárt.

Tvs, at verður nakað burturúr ætlanini, veit býráðið eisini, hvat tað kostar at gera stykið klárt.

Hann sigur, at tað verður tiki-ð væl ímóti eini slíkari ætlan, tí tað er harðliga tiltrongt við slíkum virksemi í Havn.