Í gjár var spurnarorðaskifti í Fólkatinginum í sambandi við bankamálið.
Borgarligu flokkarnir royndu frá byrjan tað teir kundu, at ábyrgda stjórnini tað ólukkugongd í bankamálinum, men teir komu ongan veg.
Teir royndu fyrst at geva Poul Nyrup Rasmussen ábyrgdina, men tað vísti seg skjótt, at tað hjálpti onki.
Síðan hevur, serliga Uffe Ellemann-Jensen, verið eftir Mogens Lykkeftoft, fíggjarmálaráðharra. Formaðurin í Vinstraflokkinum hevur kravt, at Mogens Lykketoft verður stillaður fyri ein Ríkisrætt fyri sín leiklut í bankamálinum.
Uffe Ellemann-Jensen hevur gjørt vart við, at tað serliga er tí, at fíggjarmálaráðharrin hevur misnýtt vald sítt til at kroysta føroyingar til at yvirtaka bankan.
Heldur ikki hesin taktikkur eydnaðist, og tað sær út til, at Mogens Lykketoft sleppur uttan størri revsing.
Stóri næsadagur
Málið um bankan er vorðið eitt danskt innanríkis mál burturav.
Tað er valár í ár, og fáa andstøðuflokkarnir ikki revsað stjórnina við ríkisrættarákærum, so hava teir gjørt veljarum sínum greitt, hvat teir halda um moralin hjá stjórnini.
Tað hevur alla tíðina verið greitt, at stjórnin fór at fáa ákoyringar fyri handfaringina av Føroyamálinum.
Síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, hevur stjórnin samráðst við SF og Eindarlistan um, hvussu harðar ákoyringarnar skuldu verða, og nú eru teir vorðnir samdir.
Frank Aaen frá Eindarlistanum sigur, at hann er nøgdur við dagsskránna.
Stjórnirnar hjá Schlüter og Nyrup verða kritiseraðar, Den Danske Bank fær eisini kritik, og tað stendur eisini eitt sindur um embætismenninar.
Danska blaðið Aktuelt segði í gjár, at sambært teirra upplýsingum verður stjórnini álagt at kanna hvat slag av endurgjaldi føroyingar skulu hava.
Eisini verður lagt upp til, at Den Danske Bank skal spýta í kassan, tá føroyingar skulu hava endurgjald.
Jyllands-posturin kallaði dagin í gjár fyri »Stóri næsadagur«.
Tó søgdu teir, at tað ikki skuldi roknast við, at stjórnin fekk harðan kritik.
Jyllands-posturin roknaði heldur ikki við, at kritikkurin av stjórnini fær fylgjur fyri stjórnina.
Undanfarnar stjórnir hava fleiri ferðir fingið kritik, men tað hevur sjáldan fingið álvarsligar fylgjur.
Eitt nú hevur Uffe-Ellemann Jensen fingið so nógvar »næsar«, at hann hevur eitt savn. Tað fekk ongar fylgjur fyri hann, hinvegin er hann heldur stoltur av teimum.