ala og geva, verður torført at fáa fólk at støðast í útoyggjum og smáplássum. Tá vit vita, hvussu ognarviðurskfitini eru, og at jørðin er ein heilag kúgv í Føroyum, verður torført at koma nakað áleiðis [...] hava víst á vantandi útjaðarapolitikk, ynskja vit tiltakinum vælkomnum, hóast eitt minni átak óivað hevði kunnað gjørt líka stóra nyttu. Men nú fáa vit at síggja, hvat álitið, sum skal vera liðugt um eitt [...] er fólkatalið lækkað við 800 fólkum, síðani búskaparkreppan tók seg upp fyri 10 árum síðani. Tað hevði kanska tí verið rætt, at víðka arbeiðssetningin, so hann eisini viðgjørdi støðuna í Suðuroynni. Flestu
verður eftir ætlan í næstu viku. Kappingin skuldi verið 4. mai, men vegna verkfallið varð hon útsett, men nú skal hon avgreiðast. Venjarin hjá Havnar Svimjifelag heldur, at um svimjararnir fáa nóg mikið av [...] Helgu Djurhuus, sum fekk trý bronsumerki í 200 metur blandað, 50 metur frí og í 100 metur firvald. Hon setti eisini bólkamet í 200 metur blandað. Hanus Husgaard Eysturdal fekk somuleiðis heiðursmerki. Hann [...] bussar vóru tøkir til allar svimjararnar, og tí komu tey at standa í bíðirøð í fleiri tímar. Hetta hevði við sær, at tey máttu upp sera tíðliga á morgni. Í fjør fingu tey innivist stutt frá svimjihøllini
stóra gávu heimafrá, tá man sum hon er lesandi og búsitandi uttanlands. Hinvegin kom penigurin væl við, tí tað krevur ofta nógv at virka sum altjóða listafólk í dag, vísti hon á - Sum listafólk í dag kanst [...] Strøm (f. 16. januar 1987) hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har umhvarvið av einum komandi listafólki av álvara hómaðist. [...] útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien. Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á høgum støði
Larsen. Hon sigur, at tað hevur verið eitt sindur torført at fáa donsku myndugleikararnar at skilja, at so mikið nógv av peningi var neyðugur. Serliga tá eitt nýtt hús hevði kostað minni. Tað hevði tó verið [...] skal byrja í nýggja starvinum 1. november. Eftir ætlan skal hon gera eini tvey rend til Føroya áðrenn. Hetta verður m.a. gjørt fyri, at hon skal kunna hitta løgmann. Birgit flytur til Føroya við manni [...] Stásiliga Amtmansborgin verður hesar dagarnar umvæld. Borgin hevur, síðani hon var bygd, hýst dana umboði í Føroyum. Amtmansborgin er eisini eitt rættiliga gamalt hús. Byggingin byrjaði í 1880 og tvey
útbúgving av heimahjálpararum Nýggja skipanin hevur virkað í tvey ár. Hvussu hevur hon hilnast? Har sum hon virkar, virkar hon væl. Vit hava kortini hoyrt um vánaligt samstarv millum heimasjúkrasystrar og [...] set seg í leiðararstólin í Heimarøktini. Hon hevur, síðan nýggja skipanin fór at virka, verið økisleiðari í Heimarøktini í Klaksvík. Av hesum royndum hevur hon eisini okkurt við sær í skjáttuni, sum kann [...] ávirkan á arbeiðið á stovninum frameftir. Hetta starvið, sum hon nú fer undir, er landsumfatandi og meira krevjandi, men kortini heldur hon, at tað skuldi verið møguligt at fingið meir burturúr skipanini
heyst hevur hon fingið fyrstu fráboðanir. Dorete Bloch ivast ikki í, at veggjalúsin sum onnur óynskt skaðadjór er komin til Føroya, við tað at føroyingar nú ferðast so nógv. Fysta veggjalúsin, hon veit um [...] kuffertinum Hon mælir fólki, sum fara burtur at ferðast, um ikki at lata kuffertið standa opið, tí veggjalýsnar kunnu detta niður í tað og fjala seg millum klæðini. Veggjalúsin dugir ikki at flúgva. Hon tolir [...] seg um dagin til dømis aftan fyri myndir og í rivum. Um náttina kemur hon fram og fer at súgva blóð úr fólki, meðan tey sova. So fer hon aftur at krógva seg. Ikki øll varnast, at veggjalús hevur verið og
mittasta konan hjá abba kom til Dímunar. Hon hevði sum áður greitt frá verið niðri sum ung genta. Hon hevði eisini arbeitt á einum meiarí niðri og kendi til ostagerð. Hon fekk sentrifugu og byrjaði ostagerðina [...] Jóannes, sonur hansara, hevði tikið yvir. Rasmus á Háskúlanum livdi framvegis tá, men hann var ikki í skúlanum. Mourits Mohr hevði avloyst hann í rokning og øðrum lærigreinum. Pápi hevði verið tveir vetrar [...] nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung. Eg var 17 ár, og hini systkini vóru frá 14 til 4 ár. Mamma sat tá framvegis við garðinum. Hon sat eisini við honum fleiri ár eftir
og eg má ásanna, at eg hevði ikki roknað við, at teir fóru at megna at halda so høga ferð í spælinum so leingi, sum teir gjørdu. Hetta hevði aftur við sær, at tað var sera torført hjá okkara monnum at fóta [...] fóta sær í framrættaða spælinum, og at teir vórðu so nógv strongdir, hevði aftur við sær, at tað var torført at finna rætta stevið í framrættaða spælinum. Er tað onkur spælari, sum tú heldur stóð seg betri [...] enn heiður og æra upp á spæl ? bæði hjá spælarunum og hjá venjaranum. Eftir at føroyski venjarin hevði verið frammi hjá 4. dómaranum, sum nógv av tíðini sat undir einum stórum regnskjóli, tí regnið oysti
hækkaður. Hon sigur, at tað verður eisini neyðugt at broyta penssjónsskattin aftur, so at farið verður aftur til tað gamla, har pensjónistar rinda skatt, tá ið teir fáa pensjón útgoldna. Hon sigur, at [...] búskapin, sigur hon. Sum støðan er nú, verður pensjónurin skattaður við inngjald. Pensónsskatturin er 40%, akkurát, sum allar aðrar inntøkur Aksel V. Johannesen staðfestur, at tað er torført hjá fólki við
eru loyvd, sigur Maria Dam. Hon heldur, at tað er torført hjá teimum flestu okkara at vita, hvørjum vørum slík hormonórógvandi evni eru í, men tað er millum annað tað, sum hon fer at greiða frá í kvøld. [...] kraftmiklari enn tey nátúrligu. Ofta eru tey nógv vandamiklari fyri umhvørvi enn fyri fólk, sigur hon. Fyrilesturin verður í Finsin, gomlu kommunuskúlaauluni, í kvøld klokkan 19.