Amtmansborgin umvæld fyri 3,5 milliónir

Einasta veruliga borgin í Føroyum, Amtmansborgin, verður fyri tíðina umvæld. Húsið var í so mikið ringum standi, at umfatandi umvælingararbeiði var alneyðugt, sigur Vibeke Larsen, ríkisumboð

 

Stásiliga Amtmansborgin verður hesar dagarnar umvæld. Borgin hevur, síðani hon var bygd, hýst dana umboði í Føroyum. Amtmansborgin er eisini eitt rættiliga gamalt hús. Byggingin byrjaði í 1880 og tvey ár seinni stóð húsið liðugt bygt. Hesi seinastu 120 árini hevur heldur ikki verið talan um annað enn vanligt viðlíkahald, sum er gjørt við húsi. Húsið er gjørt úr basalti, og tað verður eisini hesin uppruna formur og útsjónd, sum tað verður vent aftur til nú.

 

Í sekstiárunum varð bygt uppí húsini, tá skrivstova skuldi gerast. Hesum partur av húsinum er úr øðrum tilfari enn eldri parturin. Vibeke Larsen sigur seg rokna við, at tað var í hesum sambandi, húsini vórðu málaði hvít. Nú tá ið so umfatandi arbeiði verður gjørt, fer tað at síggjast, at tilfari er ymiskt, men hetta heldur Vibeke ikki vera óheppi.

 

 

 

Bæði innan og uttan

 

Tey flestu, sum hava gingið framvið húsunum hava óivað lagt til merkis, at húsini verða sandblást, og tann kendi hvíti liturin hevur lyndi til at hvørva. Hetta er tó bert ein partur av umvælingini. Umvælingararbeiðið umfatar bæði at bøtt verður um bygning innan og uttan og eisini verða krøvini hjá Brunaumsjónini eftirlíkað.

 

At húsini eru málaði hevur ført við sær, at húsini fukta nakað illa, og hetta merkist sera væl í fleiri pørtum av húsinum. Tað er í hesum sambandi, at húsini verða sandblást. Eisini verður eitt nýtt skifer tak lagt á. Eisini verður eitt tak lagt innundir skiferpláturnar. Húsini eru heldur ikki nakað serliga væl isoleraði, so talan kann skjótt gerast um eitt heilt nýtt klima.

 

Hóast flestu broytingarnar eru uttan á húsinum, so verður eisini gjørt ymiskt inni, sum einamest hevur við at branntryggja húsini at gera.

 

Tað er talan um eitt rættiliga stórt arbeiði, sum verður gjørt, og hetta kostar heldur ikki lítið. Játtanin, sum Ríkisumboðið hevur fingið til arbeiðið er 3,5 milliónir.

 

 

 

Ikki sum at siga tað

 

3,5 mill eru rættiliga nógvir pengar, men hetta er nú einaferð tað, sum tað kostar at gera slíkar umvælingar. Vibeke Larsen sigur, at hetta er umbælingararbeiði fyri nógv ár, ið verður gjørt nú. Talan hevur einans verið um tað vanliga viðlíkahaldið, sum hevur verið gjørt tey nógvu seinastu árini, og hetta merkist eisini. Sambært Vibeke, so eru húsini í rættiliga ringum standi, og umvælingararbeiði var eisini tiltrongt. Vibeke ivast ikki í, at fleiri hol høvdu verið at sæð í takinum innan stutta tíð, um ikki farið var ígongd nú.

 

Tað, at biðja um 3,5 mill. til umvælingar, er heldur ikki bara sum at siga tað.

 

-Tað var neyðugt við nógvum frágreiðingum, áðrenn játtanin endiliga varð latin, sigur Vibeke Larsen. Hon sigur, at tað hevur verið eitt sindur torført at fáa donsku myndugleikararnar at skilja, at so mikið nógv av peningi var neyðugur. Serliga tá eitt nýtt hús hevði kostað minni. Tað hevði tó verið trupult at fingið eina nýggja Amtmansborg fyri 3,5 milliónir.

 

Av teimum 3,5 milliónunum fara 25% beint í landskassan.

 

 

 

Nýggja ríkisumboðið nýtt hús

 

Tann 1. november skal tað av røttum av vera vaktarskifti á Amtmansborgini. Tá skal Birgit Kleis eftir ætlan byrja í nýggja starvinum sum ríkisumboð. Tað vera eisini eini stásilig hús bíða henni, tá hon verður umboð hjá donsku myndugleikunum í Føroyum. Um tað var fyri, at nýggja ríkisumboðið skuldi fáa betri karmar at virka undir, at umvælingararbeiðið varð gjørt er ikki gott at vita, men eftir hvat vit skilja á lagnum, so eru umvælingarnar illa tiltrongdar.

 

Birgit Kleis skal byrja í nýggja starvinum 1. november. Eftir ætlan skal hon gera eini tvey rend til Føroya áðrenn. Hetta verður m.a. gjørt fyri, at hon skal kunna hitta løgmann.

 

Birgit flytur til Føroya við manni og tveimum børnum.