Flatskatturin skal avtakast

Verða tað Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum skipa samgongu eftir næsta val, bendir alt á, at flatskatturin tikin av aftur

Flatskatturin skal avtakast aftur!

Tað eru báðir teir stóru andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, samdir í.

 

Bæði Kristina Háfoss, sum er talsfólk hjá Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen, sum er talsfólk fyri Javnaðarflokkin, siga í morgun, at tað verður neyðugt at broyta ógvuliga umstrídda flatskattin skipanina aftur.

 

Sostatt bendir alt á, at verða Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í eini samgongu eftir næsta løgtingsval, verður flatskatturin avtikin aftur.

 

Tey bæði eru samd um, at vit mugu fáa eina nýggja skattaskipan, sum er stigveksandi og tað merkir, at høgar inntøkur rinda lutfalsliga meiri skatt enn lágar inntøkur.

 

Kristina Háfoss sigur, at hetta skal gerast, uttan at marginalskatturin verður hækkaður.

 

Hon sigur, at tað verður eisini neyðugt at broyta penssjónsskattin aftur, so at farið verður aftur til tað gamla, har pensjónistar rinda skatt, tá ið teir fáa pensjón útgoldna.

 

Hon sigur, at hetta fer at gera penssjónsskattin stigveksandi, alt eftir, hvussu pensjónistar eru fyri.

 

- Tað er neyðugt fyri at framtíðartryggja búskapin, sigur hon.

 

Sum støðan er nú, verður pensjónurin skattaður við inngjald. Pensónsskatturin er 40%, akkurát, sum allar aðrar inntøkur

 

Aksel V. Johannesen staðfestur, at tað er torført hjá fólki við lágari løn at fáa endarnar at røkka saman.

 

- Tær inntøkurnar fingu ikki lut í flatskattinum og tí eiga vit at leggja skattin um, so at tær lægru inntøkurnar fáa ein skattalætta, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Eisini Poul Michelsen úr Framsókn, hevur funnist at flatskattinum, tí barnafamiljurnar og tær lægru inntøkurnar fáa einki burtur úr honum.

 

- Skattaskipanin má broytast fyri at fáa gongd á samfelagið, sigur tingmaðurin hjá Framsókn.