Neyðugt við neyvum samskifti í heilsuverkinum

­ Tað kostar ikki meir enn eitt bræv at fáa ruddað nógvar misskiljingar burtur, sigur nýggi leiðarin, sum í Norðoyggjum hevur havt regluligar fundir við sjúkrahúsið, kommunulæknarnir og aðra stovnar, sum brúkarar í Heimarøktini hava tørv á

Dagny Joensen

Jens Kr. Vang


­ Stóri trupulleikin í Heimarøktini hevur verið, at vit ikki greitt hava boðað frá, hvørjar tænastur vit kunnu veita.

Tað sigur Elsba Lützen, sum nú hevur set seg í leiðararstólin í Heimarøktini.

Hon hevur, síðan nýggja skipanin fór at virka, verið økisleiðari í Heimarøktini í Klaksvík.

Av hesum royndum hevur hon eisini okkurt við sær í skjáttuni, sum kann hava gagnliga ávirkan á arbeiðið á stovninum frameftir.

Hetta starvið, sum hon nú fer undir, er landsumfatandi og meira krevjandi, men kortini heldur hon, at tað skuldi verið møguligt at fingið meir burturúr skipanini, um tað bert var gjørt øllum pørtum greitt, hvat stovnurin stendur fyri.

­ Neyðugt er við neyvum samskifti millum Heimarøktina, sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina. Tað kostar ikki meir enn eitt bræv at fáa ruddað nógvar misskiljingar burtur, sigur Elsba Lützen og sipar til royndir í Norðoyggjum, har Heimarøktin hevur havt regluligar fundir við sjúkrahúsið, kommunulæknarnir og aðrir stovnar, sum brúkararnir í Heimarøktini hava tørv á.


Arbeiða við

somu játtanir

­ Í veruleikanum er tað sama peningajáttan vit arbeiða út frá. Eitt nú tosa vit við sjúkrahúsið hvørja ferð ein sjúklingur fer heim, og kanska eisini, hvør kann væntast at verða heimsendur í næstum.

Vit hava eisini gott samstarv við Røktarheimið og Umlættingarheimið og við kommunulæknarnir. Vanliga hava vit fundir við stovnarnar eina ferð um mánaðin. Tað hava allir partar verið væl nøgdir við, sigur Elsba Lützen.

Hon heldur, at nógv kann sparast, um arbeiðið verður væl skipað, og hon heldur avgjørt, at játtanin hjá Heimarøktini kann haldast, tá tað verður øllum greitt, hvat skipanin kann bjóða.

Tað hava verið trupulleikar higartil, av tí at Heimarøktin er nýggj skipan, sum ikki fekk pening og arbeiðsmegi til umleggingina.

­ Tá tosað verður um røkt í heiminum, so mugu vit skilja, at tað ikki er tað sama sum røkt á sjúkarhúsi.

Heimarøkt merkir, at onkur er í heiminum - familja ella avvarðandi - og at Heimarøktin kemur inn í heimið at veita tænastur.

­ Í heimunum er eingin klokka sum ringir, um sjúklingur hevur brúk fyri hjálp. Vit eru ikki tøk allan sólarringin, sum á sjúkrahúsi ella á røktarheimi, sigur Elsba Lützen.


Tey avvarðandi ikki fyrireikað

­ Hvussu ávirkar tað familjuna at hava sjúkling heima?

­ Størsti trupullekin er, um familjan t.d. ikki eru til reiðar at hava sjúklingin heima, og ikki vita, hvat hetta inniber.

Tey avvarðandi fáa kanska at vita á sjúkrahúsinum, at tey fáa alla neyðugt hjálp frá Heimarøktini, heimasjúkrasystir og heimahjálpararum.

­ Er talan um krabbameinssjúklingar, so eru ikki øll til reiðar at átaka sær slíka uppgávu. Tí er størsta avbjóðingin hjá Heimarøktini at fáa greiðu á, hvussu støðan hjá sjúklinginum og teimum avvarðandi er, og um tey makta slíka uppgávu.

­ Her haldi eg, at sjúkrahúsini áttu at fyrireika avvarðandi, tá tey útskriva sjúklingar, eitt nú um tað, sum skal henda við sjúklinginum.

­ Vit brúka øgiliga nógva orku til hesi heim, tí vit vilja ikki sleppa teimum upp á fjall, sigur Elsba Lützen.

Hon nevnir eisini kronisk sjúk fólk, og at sjúkrahúsið ikki altíð hevur gjørt teimum avvarðandi greitt, at tey t.d. skulu hava sjúklingin í kanska 20 ár.

­ Tí vil eg hava neyvt samstarv millum Heimarøktina, sjúkrahúsverkið og kommunulæknarnir um slík mál, sum hava so stóran týdning fyri sjúklingar og avvarðandi teirra.

Nýggi leiðarin á Heimrøktini heldur eisini, at tað er ein feilur, tá Heimarøktin ikki klárt hevur gjørt vart við, hvørjar tænastur hon kann bjóða.


Ikki altíð møguligt at veita tað neyðuga

­ Eitt nú tá sagt verður, at vit kunnu veita alla neyðuga hjálp, so er tað ikki rætt.

­ Skulu vit veita átta tímar røkt, so kostar tað eins nógv og at hava sjúklingin á sjúkrahúsinum. Tað hava vit ikki pening til. Trupulleikin er kanska, at vit heldur ikki hava boðað sjúkrahúsverkinum frá hesum.

Elsba Lützen sigur, at í reglugerðini fyri Heimarøktina stendur, at hon skal meta um tørvin í einstaka førinum, og at hjálpin verður veitt út frá viðurskiftunum í einstaka heiminum.

Heimarøktin skal veita hjálp til persónliga røkt, og mata sjúkling um neyðugt. Eru fólk einsamøll skulu heimahjálparar keypa inn fyri fólk og gera reint, inni hjá sjúklinginum.

Áður var tað soleiðis, at heimahjálparar stákaðust úti í heimunum sum vóru tær húsmammur.Tær gingu túr við brúkararunum, matgjørdu, stoppaðu og seymaðu, ruddaðu og vaskaðu, og gjørdi alt fyrifallandi arbeiði.

­ Henda tænasta er ikki til longur. Nú verður bert veitt persónlig røkt og vaskað í rúminum hjá brúkararnum. Er viðkomandi er einsamallur, gevur heimahjálparin honum at eta, vaskar klæðir og hjálpir teimum upp at sita ella tílíkt. Meir hava vit ikki skyldu at gera, sigur Elsba Lützen.


Bíðar eftir útbúgving av heimahjálpararum

­ Nýggja skipanin hevur virkað í tvey ár. Hvussu hevur hon hilnast?

­ Har sum hon virkar, virkar hon væl. Vit hava kortini hoyrt um vánaligt samstarv millum heimasjúkrasystrar og heimahjálparar. Tað er ikk alítð rætt, tí uppgávurnar hjá teimum eru so ymiskar, sigur leiðarin.

Tað hevur verið ført fram, at heimahjálparar skuldu fáa útbúgving.Tað bíðar Elsba Lützen eftir, men heldur kortini ikki, at útlit eru fyri, at nakað hendir á økinum. Tað er ein vansi í arbeiðinum.

­ Jú meira tú veitst, tess betur verður samstarvið millum yrkini, men skipanin ber enn dám av gomlum hugburði, og hann er torførur at broyta. Hetta vita vit, men áðrenn hugburðurin verður broyttur, er torført at fáa nakað nýtt inn í skipanina, sigur Elsba Lützen.

Annar vansi í Heimarøktini er, at arbeiðsøkið er so spjætt, og at tað tí er torført at samla starvsfólkini, og geva teimum ein arbeiðssetning innan bæði sjúkrarøkt og heimahjálp.

­ Var tað rætt at broyta skipanina, tá arbeiðið ikki var betur samskipað áðrenn samanleggingina?

­ Jú, tað var avgjørt rætt, men trupullekin er at partar í skipanini ikki hava útbúgving.


Neyðugur bygnaður

í Heimarøktini

­ Er tað neyðugt við so stórum bygnaði, har økisleiðari og eftirlitskvinnur eru, sum samskipa arbeiðið hjá røktini?

­ Stórur bygnaður er neyðugur so leingi sum vit ikki hava funnið tað rætta, t.v.s. at skipanin er bæði lands og kommunalt umsitin.

­ Vit skulu líta fram, har primerøkið verður álagt kommununum at umsita. Tað merkir at ætlanin er at røktarheim og ellisheim og aðrar veitingar skulu skipast undir einum. Eitt nú fáa vit ikki døgnvaktarskipan, áðrenn umsitingin verður løgd út á kommunurnar.

­ Er hetta ikki ein ov kostnaðarkrevjandi skipan?

­ Tað hevði ikki kostað so nógv, um skipanin ikki var til, men so var neyðugt við nógvum røktarplássum og innleggingum á sjúkrahúsum. Tað hevði kostað enn meir.

­ Hvør er uppgávan hjá økisleiðararunum?

­ Hon er at vitja í heimunum og meta um tørv á røkt, men annars eisini at vera við í arbeiðinum, tá t.d. sambýli verða stovnsett. Eftirlitskvinnurnar vitja eisini í heimunum og meta um tørvin á reingerð o.s.fr..


Ógreitt hvat stovnurin stendur fyri

­ Hví heldur Heimarøktin ikki játtanina, men noyiðst at fáa eykajáttan á hvøjum ári?

­ Ein orsøk til fíggjarligu trupulleikarnar eru, at hvørki brúkarin, starvsfólkið ella Heimarøktin vita, hvat stovnurin stendur fyri.

­Tí fara vit nú at gera eina leiðbeining, sum verður send brúkarunum, stovnum og starvsfólkunum í skipanini, har greitt verður upplýst, hvat skipanin stendur fyri, og hvørja tænastu vit kunnu veita.

­ Hetta kevur eitt samskifti millum partarnar í Heimarøktini og út í sjúkrahúsverkið. Tað er en spurningur um samskifti, sigur Elsba Lützen, sum er sannførd um, at játtanin kann haldast, tá stovnurin upplýsir um, hvørjar tænastur Heimarøktin er før fyri at veita.