stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu. Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsins formaður Erling Olsen, fáa [...] verður nýval. HETTA kann so gerast veruleiki longu í november í ár tvs. knapt eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið. HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta [...] fáa størri vald í flokkinum. Við slíkum monnum á odda í flokkinum hevði borið til at bøtt um tað, sum er niðurbrotið av núverandi leiðsluni í flokkinum. Erling Olsen og aðrir danskir javnaðarmenn skilja
flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol [...] vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan. FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi øki [...] ar hansara í Tinganesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður
byggir á drúgvar traditiónir bæði vinnuligar og mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum [...] Í gjár kom nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og [...] og grønlendingar aftur kunnu taka saman hendur og vera við til at menna vinnuna í Norðuratlantshavi. Nú vit fara inn í eina nýggja øld - og tað eisini við einum nýggjum grønlendskum leiðara, sum eisini
samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini. Men at tveir flokkar kunnu vera so ?skrupulleysir? og so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- [...] egna flokki. Við at skriva út nýval tók løgmaður í veruleikanum og stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har hevur tað verið [...] samtykkir, og fólkaflokkurin hevur valt at tiga í hesum málinum. Var nakar stiril í honum tók vendi hann alment sambandinum bakið. Men fólkaflokkurin spekulerar í løtuni: hvussu hann kann brúka støðuna til
sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man onkur spyrja, nú sambandsvongurin í flokkinum hevur sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar [...] formaðurin í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum [...] nnaðum fólkafloksmanni fyri brósti. Nú mugu flokkarnir á miðjuni og til vinstru í føroyskum politikki leggja sær hetta í geyma. Føroya fólk má forða fyri, at vit fáa eitt sambandskt og ultakonservativt
formanssessin í flokkinum rudda hann slóð fyri nýggjari oyðimarkagongd fyri sín egna flokk. Er nakar stiril í øllum hinum flokkunum, so venda teir nú sambandinum bakið. Edmund Joensen megnaði í fleiri ár at [...] landsfundin í sambandsflokkinum heldur seg standa sterkari enn nakrantíð og at hann tí sjálvandi kann vera samráðingarleiðari á komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins [...] okkara felags besta. Nú er umráðandi at forða løgmanni í at misbrúka sítt vald til egnan fyrimun. Edmund Joensen er Føroya løgmaður og sum so ikki formaður sambandsfloksins. Sum Føroya løgmaður eigur hann at
UM somu tíð sum formaður javnaðarfloksins og nýggjur fólkatingsmaður ger skyldu sína mótvegis Føroyum við at gera danska forsætisráðharranum greitt, at hvørki hann ella nakar annar í Føroyum, fer at góðtaka [...] landsins uppá spæl. NÚ løgmaður er kroystur í sínum egna flokki hevur hann valt at brúka vápn sítt at útskriva val. Hetta ger hann bert tríggjar dagar undan landsfundinum í sínum egna flokki. Hann hevur leingi [...] leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann hevur vitað um ætlaðu ?kvettroyndina? í sínum
verður telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum politikki. Eftir tí sum vit vita, hava CDE ikki áður [...] javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina lyklastøðu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er rætt [...] løgtingsval ikki at gera veljarunum greitt, hvat tað er, sum flokkurin ítøkiliga vil í spurninginum um sjálvstýrislóg tvs. í viðurskiftunum við Danmark. NÚ flokkurin hevur fingið fólkatingsumboð og hetta kann
annan mannin. Hinvegin er tað einki loyndarmál, at formaður javnaðarfloksins hevur dugað væl at profilera flokkin. Hann tykist at vera komin í fremstu røð í føroyskum politikki og verður verandi har. Tað sýnist [...] raksturin altíð er góður í hesum flokkinum, og helst hava mong av teimum ?kristiligu?, sum ikki stillaðu upp hesaferð, givið fólkaflokkinum sína atkvøðu. Hetta sæst m.a. av stóru framgongdini í Vági. At fólkaflokkurin [...] samgonga verður so eisini tann, sum best kann føra út í lívið ætlanina um eina sjálvstýrislóg og annars byrgja upp fyri tí høgravenda rákinum, sum vit í løtuni uppliva við fólkaflokkinum og stavnamanni tess
fyrst og fremst Javnaðarflokkurin mátti taka sær av fyrst í nítiárunum, og tey flestu munnu í dag sanna, at annað ikki var at gera. Illstøðan, sum kom í fyrst og fremst millum Óla Jacobsen og Ingeborg Vinther [...] landsstýrismenn í heilsu- og almannamálum: Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen. Hetta átti at borgað fyri, at flokkurin veruliga hevur fólksins vælferð í huga. Í politikki er skjótt [...] okkin, nú hann gjørdi av at halda fram í politikki, eftir at Verkamannafylkingin hevur livað sína tíð. Tey vóru mong, sum fyri fýra árum síðani tóku seg saman í Verkamannafylkingina - fyrst og fremst fyri