vera. Í hesi tíðargrein verður víst á nakrar fáar trupulleikar við føroysku vegunum, og víst verður á møguligar støðutakanir til hvørjir batar eiga at gerast. Hetta er á ongan hátt nøkur tøknilig kanning [...] og bíða eftir at sleppa inn á Sandvíkarhjalla. Hendan loysnin er neyvan líka góð sum frákoyringar-breytirnar, men hóast alt frægari enn einki. Betri merktir vegir Á miðjuni á vegnum eru nakrar strikur, [...] ið hon má fyrihalda seg til. Tá eitt ferðsluóhapp hevur verið – til dømis á Kaldbaksvegnum – verður sum oftast fokuserað upp á møguligan skeivan atburð. Hevði førarin gloymt trygdarbeltið? Koyrdi hann
hitti hann til eitt prát, tá hann var í Føroyum fyrr í vikuni. Christian er tónleikafjeppi um ein háls og hann arbeiðir fulla tíð við at promovera norðurlendskan tónleik í Benelux londunum. Í byrjanini [...] spælistaðið Berschouwburg í Brussel karmur um showcase við føroyskum tónleiki og føroyskari list. Heitið á hesari showcase er ?Atlantic Soundscapes? og tað er Christian Hald Buhl, ið eigur og rekur The Rocking [...] bólkarnir eru valdir av eini nevnd av belgiskum tónleikatíðinda- og bookingfólkum, ið hava fingurin á pulsinum. Christian er eisini í spennandi samstarvi við Tutl, ið nevnist ?Tutl Touring?. Hetta fevnir
Føroyum vóru tær í starvsvenjing á Sosialinum. Føroyingar eru við uppá tað Marika og Caroline meta Føroyar verða eitt sera gott myndaland. Jens Kristian Vang, myndamaður á Sosialinum hevur verið runt og [...] og víst teimum vakrastu støðini á meginøkinum. Hæddarpunktið – bæði so og so – var tá tær sóu oyggjarnar klæddar í kavaskrúð uppi á Sornfelli, nú týsdagin. Marika, sum er tann meiri ídna, tá tað kemur til [...] at tey nerta við evnið í skúlunum. Caroline hevur vikuskiftisarbeiði á einum lokalum vertshúsi, og har er hon einasta kvinnan á arbeiðsplássinum. - Eg fái góða viðferð av monnunum, eg skemti saman
túsundatali yvir háls og herðar av landinum takkað verið tí ”vi-alene-vide” førda landspolitikki við privatum premissum. Landskassatøming lá tá á døgum á hvørjari tungu, og nú er hon aftur komin á varrarnar, [...] Hetta hevur alment verið ókent í Føroyum, og er tað kanska orsøkin til, at fyribrigdið ikki finnst á okkara máli? Men í Danmark kom tað fyri árum síðani í ólukkumáta í rampiljósið, og politikarar og ákæru- [...] Eik Banki ger sína skyldu móti partaeigarunum og kundunum – og sum sagt í góðari tíð, tí nú leikar á. Gamalt var at gita gátur. Í samgonguskjalinum 2008 er semja um ”Ríkisveiting”: Málsøkið Serumsorgan
tað litir, formar og bygnaður, ið gera myndina áhugaverda. Skallin er settur mitt á, eitt sindur ovaliga á løriftið oman á eina stríputa grund, sum úr erva er ljósagrøn, gul og blá. Skølturin sjálvur er [...] Óhugni Í myndini vinstrumegin tykjast avmyndaðu húsini blakað niður á myndflatuna. Tey standa hervið skeivt, eins og partur av teimum eru skorin av í hæddini. Eitt sindur av einum gráum túni sæst fremst í f [...] eins og avskeringin og staðsetingin av myndastaklutunum tykist løgin og hættislig við denti á tað klaustrofobiska. Á sama hátt sum í framúrskarandi myndum Steffan Danielsens er okkurt heldur óhugnaligt við
, men tíðandi partur av lívsleið okkara í frítíðini kom at liggja á somu ferðaleið, nevniliga tí at báðir vóru "bjargamenn um ein háls!" Tað fyrsta, eg minnist, var, tá vit fóru "undir oynna" at ræna [...] sjálvur. Herbjørn var undangongumaður. Vit løgdu at sunnanfyri á Lonini, og fremstur var Herbjørn. Vallujógvan var bátsmaður og maskinmaður. Upp á land fóru Nonne, Herbjørn og eg sjálvur. Klófastur og krøkin [...] mest veðrum, og síðan yviri á Egg og sigu eftir havhestaeggum. Herbjørn var vanur at síga, men seinnu árini var heilsan farin at bila, so hann var meiri við sum maður uppi á eggini, meðan teir yngru vóru
verður funnin skorin á háls. Inn kemur løgreglukvinnan Lousie Rick, ið skal uppklára morðið. Eisini kemur vinkonan hjá Lousie, blaðkvinnan Camilla Lind, upp í leikin, tá hon skal skriva um málið á Morgunavísini [...] søgan sleppur at halda fram stillisliga og tølandi. Tyngdin í bókini liggur á sjálvum arbeiðinum við at uppklára morðið, heldur enn á privatlívinum hjá høvuðspersóninum, sum vit so ofta í sígga í hesum sonevndu [...] fremsti krimiummælarin á Politiken eisini serliga fegin um "Aldrig mere fri", sum hann metir vera avgjørt bestu bókina hjá Sara Blædel higartil. Hóast hann sigur seg hava lisið á leið 117 bøkur um kvinnuhandil
verið neyðugt at valt rættiliga hart burturúr á hesi fíggjarlógini. Tildømis hava vit á útbúgvingar-, mentanar og granskingarøkinum valt hægri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum fremst, umframt fleiri lærara- [...] stórum. Tamarhald var á fíggjar- og búskaparpolitikkinum og kósin var løgd til ein sjálvberandi búskap. Avtalur vóru við kommunurnar. Langtíðarætlan varð gjørd fyri íløgur. Tamarhald var á inflasjón og prísvøkstri [...] Tað nyttar lítið at gerast firtin inn á ábyrgdarleysu gerðirnar og útsagnirnar hjá formonnunum í sambands- og fólkaflokkinum, nú eitt uppskot til fíggjarlóg er gjørt fyri 2008 – ið bert kemur at galda
trongt, vit vóru ikki von við annað, sigur hann. Sum ung fór Nicolina út í heim. Á háskula og hon arbeiddi í fleiri ár á missiónshotellinum Hebron í Keypmannahavn. Hon var eisini í Noregi. Hilmar heldur [...] bestu árum fekst við at garva seyðaskinn. -Gloym nú ikki Magnus svág, minnir Hilmar meg á, tá íð vit koma inn á báðar lívsfelagarnar hjá Nicolinu. Hon var í mong ár gift við Magnus Jensen, tannlækna, ættaður [...] , tá ið um átrúnað ræður. Hon er vaksin upp í missión á Strondum við dúgvuflaggi, streymum av náði í brúsandi sangi, har av hjarta verður heitt á tann alvalda, um at senda vekingarond. Seinnu árini og
gólum, sum mintu um okkurt yvirvaksið másaslag úr fyrndini. Niðri á jørðini vóru allar traðir grivnar á gos frá Trapputrøðni niðan á Háls. Og tað tilvitsliga landslagið tók seg ikki mætari út, rátt og ruskut [...] breiða upp á seg og rópa hálvaloysnir, undanførslur og ábyrgdarfirring upp á mentanarpolitikk. Tað er ein sannroynd, so syndarlig sum hon er tvívend, at jú meiri Norðurlandahúsið hevur fingið á skaftið fyri [...] norðan fyri Havnina á einum øki, ið rættsiktaðir skattaborgarar illa dugdu at staðseta í huganum, hvaðna minni sóu minsta skil í. Sum sagt, hetta var ein heystardag og veðrið sum vera man á gosi. Hvirlur baldraðu