Hví eg skal skriva henni eina føðingardagsheilsan hongur soleiðis saman. Kona mín Poula og yngra dóttir Nicolinu, Unnur, hava kenst frá barnaárum og tær eru vinkonur enn. Ganga í bindiklubba, hittast til føðingardagar og taka enntá fjøll saman. Gjøgnum Poulu er Unnur eisini vorðin mín tannlækni. Mín tannlæknaskrekkur hevur lært meg, at best er at standa væl í øgn við tannlæknan og tí vóru ongar innvendingar sum so, tá íð áheitanin kom at skriva nakrar reglur og frá hvørjum skal verða ósagt.
Nú skulu tit ikki skilja tað soleiðis, at tað er nøkur tung uppgáva at skriva um Nicolinu. Okkara leiðir hava krossast nakrarferðir í lívinum, og hon er sjónlig, har hon er og hoyrist eisini. Tú sleppir ikki undan at leggja merki til hana, er hon í nánd.
Nicolina er rættuliga mælsk. Og tað hevur sjálvsagt sína orsøk, sum tey fægstu gruna um. Her kemur ein ábending, ið kanska er ov varislig, her er allarhelst beinleiðis orsøkin. . Elsti beiggin Jákup Kass varð føddur í 1924, Hilmar í 1926, Nicolina í 1928, tvíburðarnir Jóhan og Jóhanna í 1930, Anna Bertha í 1932, Sólborg í 1934, Judith í 1935, Hans Jacob í 1937 og Ernst í 1939. Hetta vóru børnini í Kass, og skuldi tú hoyrast, var neyðugt at rópa hart í so stórum og tøttum barnaflokki. Og hetta hevur sitið fast í Nicolinu til denna dag. Er Nicolina í selskapi, so er hon ótilvitað aftur í barnaárunum í Kass, og har var neyðugt at heva stemmuna, skuldi boðskapurin fram.
-Í Kass merkir lítil dalur, sigur næst elsti bróður Nicolinu, Hilmar Kass, tá íð eg fregnist eitt sindur meira um stórusystrina, sum fyllir áttati. Vit kennast frá tíðini á Tingakrossi, eg sum ungur buldrasligur journalistur og hann sum royndur politikkari, skipari og sjómansskúlalærari. Kenni telefonnummarið aftur, so skjótt eg síggi tað í bókini. Nú eru 20 ár síðan eg seinast var í slíkum ørindum. Hilmar er 82 ár í dag, seyðamaður um ein háls og rokast í lembing í løtuni.
-Har pápi bygdi var ein lítið dalur og harav kemur navnið, sum vit fingu okkum til eftirnavn.
-Húsini hjá okkum vóru ikki stór, meðan vit vóru smá. Tey vóru 10 ganga 12 alin. Eins og í dag, so fóru tey at vaksa um, tá íð vit vóru tilreiðar at flyta út. Og umframt okkum nógvu systkin, so vóru eisini fleiri fólk, sum vóru hjá okkum í longri tíð, serliga eldri fólk. Men vit hugsaðu ikki um, at tað var trongt, vit vóru ikki von við annað, sigur hann.
Sum ung fór Nicolina út í heim. Á háskula og hon arbeiddi í fleiri ár á missiónshotellinum Hebron í Keypmannahavn. Hon var eisini í Noregi.
Hilmar heldur, at tað var háskúlin, sum vakti rættuliga ansin hjá Nicolinu fyri heimavirki. Ikki tí, heima hjá okkum varð arbeitt við virka ull, sum aðrastaðir í Føroyum, men heldur ikki meira enn tað.
Og Nicolina hevur verið ein stríðskvinna fyri føroyskum heimavirki, hevur gjørt stórt kanningararbeiði innan føroyskan klædnabúna og hjúklað fyri tí, sum loyst varð úr lagdi. Landroykurin hongur enn í minnunum hjá børnunum í grannalagnum í Varðagøtu, tá íð Nicolina í bestu árum fekst við at garva seyðaskinn.
-Gloym nú ikki Magnus svág, minnir Hilmar meg á, tá íð vit koma inn á báðar lívsfelagarnar hjá Nicolinu.
Hon var í mong ár gift við Magnus Jensen, tannlækna, ættaður úr Kvívík og saman settu tey seg niður í Varðagøtu 26. í Havn og har vuksu báðar døturnar, Unnur og Súsanna upp.
-Mamma okkara, Súsanna, var ættað úr Lamba, sigur Hilmar Kass og leggur mær lag á familjuviðurskiftini. Lamhaugeættina fara vit ikki at viðgera her, tað er ein ov stóru biti í eini føðingardagsheilsu. Man ikki onkur grein ganga aftur til Mikkjal í Lamba og longur aftur til feðgarnar Magnus Heinason og Heina Havreka. Bøkur eru skrivaðar um fínu norsku móðir Magnusar, og tær samsvara ikki við lokalu søguna í Oyndarfirði, borin munn av munni í øldir heilt aftur til hendingin fór fram Og hesar álítandi røddir vilja vera við, at presturin Heini Havreki skuldi eiga mæta sonin við eini arbeiðsgentu í Garðhorni, og Magnus vaks upp sum smádrongur í Oyndarfirði, sum hálvføroyingur, íð nú er so populert at vera, og hann spældi í somu hyljum sum eg bara nakrar fáar metrar frá mínum barnaheimi á Marknagili.
Magnus Jensen doyði í 1987 og eftir eina tíð sum einkja giftist Nicolina við vágbinginum Erland Beder, sum eisini var einkjumaður og tey kendust vist nokk eisini frá ungum árum, tað havi eg so hoyrt. Hann er prestur, hevur virkað í Danmark í mong ár og fram í móti pensionistaldri flutti tey í Ónagerð. Og nú kom broyting í har norðuri. Her hevði spøkt í frið og náðum síðan veldisdagar Guttorms í Múla og undan tí eisini. Guttormur sissaði spøkilsini, tá íð ringast stóð til, og reysta røddin hjá Nicolinu stygdi tey til fjalls fleiri hundrað ár seinni. Nicolina hevur sítt heiðurspláss í mætu røðini av prestakonum, sum hava hildið til í Ónagerði saman við eitt nú Beintu, Floru Heilmann, Bodil Fossing, Ingu Beder, Mariu hjá Jógvani bispi. Kvinnan í Ónagerði í dag eitur Elsa Funding, hon ikki er prestakona, hon er prestur
Nicolina kann tykjast stokk konservativ, tá ið um átrúnað ræður. Hon er vaksin upp í missión á Strondum við dúgvuflaggi, streymum av náði í brúsandi sangi, har av hjarta verður heitt á tann alvalda, um at senda vekingarond. Seinnu árini og partvíst eisini sum prestafrúa, hevur hon mangan hevur hon havt pennin á lofti og ilskast um at onki var sum fyrr. Sum um tað ikki var nóg gott fyrr. Og so kann hon skifta heilt síðu og gerast beinleiðis liberalistisk í kjakinum, eitt nú tá íð málið um tey samkyndu var frammi herfyri.
At halda fast við fedranna trúgv liggur Nicolinu nær. Og tað fær meg at hugsa um tvær fittar søgur úr Elduvík, sum eisini snúgva seg um klettfasta trúgv. Heini Nygaard var ættaður av Breyt í Oyndarfirði í móðurlegg. Vit vóru í slekt, omma og hann vóru systkinnabørn. Hann doyði seinastu í fimtiárunum í farnu øld. Breytnaslagið er kent fyri at verða arbeiðssamt, hava gott minnið, hava lætta tungu og tíverri eisini at bannast illa, tað hongur við enn. Og soleiðis var eisini við Heina Nygaard, sum búði í Nýggjustovu í Elduvík.
Ein dagin kemur fuglfjarðarprestur, sum var dani, ivrigur missiónsprestur og kallaðist Haremst til bygdar og hann fer í Nýggjustovu. Teir sita og práta, og knappliga setir prestur Heina ein álvarsaman spurning soleiðis heilt óvantað:
-Sig mig Heine, tror de saa paa Jesus?
Heini er eitt sindur ørkymlaður av hesum løgna spurningi. Hugsar við sær sjálvum, hvat er hetta fyri nakað at spyrja hampafólk og svarar so aftur í besta Breytnastíli:
-Fanin eigur hann, ið annað trýr!
Svágur Nicolinu, Torkil Beder, sáli, sum var prestur í Fuglafirði í mong ár, helt til hjá Heina Nygaard, tá íð hann var í Elduvík, og teir vóru vinmenn. Torkil sitir og fortelir Heina eina ógvuliga syrgiliga søgu, um ein mann sum møtti øllum lívsins mótgangi. Hansara líðingar tóku ongan enda og søgan um Job bliknaði í mun til hesa. Tó Harrin er náðigur, og at enda umvendist maðurin og kom til persónliga trúgv, sum brøðurnir plaga at taka til.
Heini situr viðfølandi og lurtar eftir Torkil á komfýrhjørninum í lága køkinum í Nýggjustovu. Hann er ikki órørdur og hugsar um hesa hjartaskerandi søgu og er kanska ikki so øgiliga imponeraður av sjálvari umvendingini. Og so dettur av munni hans:
-Fyrr var fanans, prestur, um hann tá bleiv umvendur.
Góða Nicolina. Hetta var so ein roynd, at fortelja tær á fýrs ára degnum, at tú hevur stóran týdning fyri fjøld av fólki. Og ynski er, at dagarnir mugu koma til tín, soleiðis sum teir altíð hava gjørt, og at tíðin ikki gongur, men kemur soleiðis eitt sekund í senn, hvørki meira ella minni. Og at tað ikki koma fleiri sekund, enn júst tey sum skulu koma.
Hjartaliga tillukku við degnum.
Dagurin verður hildin leygardagin í AB á Argjum millum 11-15. Tey, sum kundu hugsað sær at glett Nicolinu og hennara hendan dagin verða biðin um at møta stundisliga, tí fótbólturin fer at órógva húsið eftir nón..
Heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard