Leygardagin fylgdu vit Herbjørn í kirkjugarðin heima á Sandi. Nógv fólk vóru samankomin, men tað var helst við ymiskum kenslum, vit minntust Herbjørn.
Fyrst og fremst tey nærmastu, familian, persónligir vinir, bygdarfólk og onnur.
Sjálvur kom eg til Sands í fríggjaraørindum, men kortini ættaður hiðan, og úrslitið gjørdist, at kona mín var systkinabarn Herbjørns, so her var ávíst tilknýti.
Herbjørn og eg gjørdust ongantíð hjartavinir, men tíðandi partur av lívsleið okkara í frítíðini kom at liggja á somu ferðaleið, nevniliga tí at báðir vóru "bjargamenn um ein háls!"
Tað fyrsta, eg minnist, var, tá vit fóru "undir oynna" at ræna lomvigaegg. Farið varð við fýramannafarinum hjá Herbjørn "Títlingur". Manningin var Herbjørn, Nonne- svágur, Vallujógvan og eg sjálvur. Herbjørn var undangongumaður. Vit løgdu at sunnanfyri á Lonini, og fremstur var Herbjørn. Vallujógvan var bátsmaður og maskinmaður. Upp á land fóru Nonne, Herbjørn og eg sjálvur.
Klófastur og krøkin, sum Herbjørn var, varð hann ikki uttan orsøk kallaður "Kettan hjá Lorraine"-konuni.
Fyrstu eggini vóru rættuliga løtt at fáa fatur á, men eg minnist, tá vit skuldu út-vesturum eftir smalari rók, og Herbjørn skuldi útav vestanfyri, at eg skuldi sita undir, men lendið var so smeðið, tá eg segði, at her er ikki sitandi, men Herbjørn segði: "Hví ert tú so komin við, hví vart tú ikki heima meðni"! Hann kendi umstøðurnar og fyritreytirnar, men eg var óroyndur. Í øðrum føri var eg í línuni, og Herbjørn sat undir.
Samstarv okkara "undir oynni" vardi í nøkur ár, mest í Lonini og undir Oknadalsdrangi. Seinni fall hetta mest sum burtur.
Seinnu árini vóru vit saman norðri í Skorðum við og eftir seyði, mest veðrum, og síðan yviri á Egg og sigu eftir havhestaeggum. Herbjørn var vanur at síga, men seinnu árini var heilsan farin at bila, so hann var meiri við sum maður uppi á eggini, meðan teir yngru vóru í línuni.
Hvørja ferð, tá liðugt var, hittust allir á ávísum støðum til at býta fongin, kanska ein kaffimunn við pannukøkum, og til teir, ið høvdu hug, ein snapsur og ein øl!
Nú er undirritaði einasti eftir av "manningini" á Títlingi. Var væl yngri enn hinir.
Altíð endaði henda ferð við, at Herbjørn gav boð um og byrjaði seinasta ørðindi úr sálminum: Nú dagurin at enda er. Vit minnast altíð hann við:
Og takk at tú meg hevur vart
frá váða og frá neyð,
Takk fyri himmalljósið bjart,
takk fyri dagligt breyð
Í hesum sambandi komu minnini fram á gravarbakkanum, tá vit ferðaðust í brattlendi. Tað skuldi dirvi til og álit á undirsitingarmann og sigmann, tí niðanfyri var steyrrætt berg og hav, so sveik álitið, var deyðin vísur.
Herbjørn var royndur og vitur í brattlendi. Ansaði altíð eftir, at vit og skil varð nýtt, og tí kendist hann sum álitismaður at vera saman við.
Sagt verður, at í hvørjum manni býr ein smádrongur, so at skilja, at sjálvt tilkomnum monnum kennist spælilyndið!
Í nevnda tíðarskeiði var bjargalívið ikki nakað lívsneyðugt arbeiði. Veiðan var ikki partur av føði til gerandisdagin, men hetta var helst ein leivd av søgunum um spennandi bjargaferðir, sum vit vildu gerast ein partur av og kenna spenningin í.
Sum yngri ynsktu vit at vera við í hjúnaðarlag til at "skapa" lív, meðan seinni í tí vandamikla bjargalívinum var neyðugt at vera varin og varðveita lív!
Nú er Herbjørn farin. Nú hevur hann ikki longur fyri neyðini at hava álítandi undirsitingarmann, tí hann hongur ikki meir í nakrari línu, men heldur hevur hann lagt frá sær og kastað akker, og vón okkara er tí, at akkerslagið, hann hevur valt, heldur!
Heilsan frá
Eyðun Mohr Viderø










