Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við øllum peningastovnum og umsitur Indskydergarantifonden, ið tryggjar innistøður í peningastovnum og øðrum, ið umsita privatan pening. Sjálvur grunnurin er privatur, sjálveigandi stovnur.
Í lógini frá 1987 um nevnda grunn er m.a. tilskilað:
”Indskydergarantifonden dækker efter fradrag af indskyderens eventuelle forpligtelser
over for det pågældende institut, indskud i instituttet indtil 250.000 kr. pr.indskyder.
(Hetta er eftir øllum at døma seinni broytt til 300.000 krónur. HM)
Indskud på indekskonti, kapitalpensionskonti, selvpensioneringskonti, ratepensionskonti,
børneopsparingskonti, boligopsparingskontrakter, uddannelsesopsparingskonti, indskud,
der står på advokaternes klientkonti, indskud, der forvaltes i godkendte forvaltningsafdelinger
i henhold til lov om anbringelse og bestyrelse af umyndiges midler m.v. efter arvelovens
§ 61 og 65. samt indskud, der er deponeret i henhold til deponeringsloven, skal fonden dække
fuldt ud.”
Trygdargrunnurin virkar eftir av ES (EU) fastsettum reglum.
Verður Fíggjareftirlitið varugt við, at peningakervið í síni heild er komið í vanda, tekur staturin
og Nationalbankin um endan. Seinast tað hendi var í 1992. Tá flýggjaðu – eins og í 1952 – ung
í túsundatali yvir háls og herðar av landinum takkað verið tí ”vi-alene-vide” førda landspolitikki við privatum premissum.
Landskassatøming lá tá á døgum á hvørjari tungu, og nú er hon aftur komin á varrarnar, men saman við einum øðrum slag av kassatøming, sum við donskum orði verður kallað selskabstømning.
Hetta hevur alment verið ókent í Føroyum, og er tað kanska orsøkin til, at fyribrigdið ikki finnst
á okkara máli? Men í Danmark kom tað fyri árum síðani í ólukkumáta í rampiljósið, og
politikarar og ákæru- og dómsvaldið fingu úr at gera.
Um nú tað fer at henda, at tann føroyski fíggjarheimurin við løgtingslóg – ella rættari sagt við landsstýrisavgreiðslu – verður loystur úr tí danska Fíggjareftirlitinum og harvið eisini missir trygdarnetið í Indskydergarantifonden, so mugu okkara peningastovnar: Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Eik Banki, Føroya Banki og tryggingarfeløgini í góðari tíð fráboða kundunum, hvørja trygd hesir stovnar kunnu bjóða sínum kundum í staðin fyri trygdina frá Indskydergarantifonden.
Sum kundi í Eik Banka (fyrr Føroya Sparikassi) í 52 ár vil hann, ið hetta skrivar, vóna, at Eik Banki ger sína skyldu móti partaeigarunum og kundunum – og sum sagt í góðari tíð, tí nú leikar á.
Gamalt var at gita gátur.
Í samgonguskjalinum 2008 er semja um ”Ríkisveiting”:
Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks til tess at røkka hesum máli.
Hvør kann gita hasa gátuna ?
Vegleiðandi upplýsingar:
Serumsorgan finst ikki í løgtingsins fíggjarlógum.
117 milliónir er ikki kostnaðurin. (Hetta eru kanska tær í blokkinum til Serforsorg oyramerktu milliónirnar, sum landsstýrið niðurfrysti 1. januar 2002.)
Ein onnur gáta:
Tann 1. januar 2002 niðurfrysti landsstýrið blokkin og skerdi við hesum fíggingina av heilsuverkinum, almennum pensiónum og serforsorgini.
Við hvørjari lógarheimild kann landsstýrið virka fyri, at ríkiskassans fígging av ikki-yvirtiknum málsøkjum verður lækkað ?
Okkara frægi rithøvundur Hanus Kamban spurdi í einum álvarsomum lesarabrævi, um menn
eru óðir í høvdinum. Hesin spurningur hevur nú tikið seg upp, og hann verður ætlandi meira átrokandi, tá ið áttamannafarið í Tinganesi av álvara hevur lagt frá landi, og sálarliga, destruktiva moldvørpuarbeiði í London og Kjøpinhavn við nationalistiskari indoktrinering, ósannleika og spottrekandi skemti av nýggjum fer at gera vart við seg.
Hanus er ikki einsamallur. Ein meiriluti av Føroya folki úti og heima seta sama spurning sum
hann í lesarabrævinum: Eru teir, sum nú ráða fyri borgum, ”blivnir vindandi óðir í høvdinum?”
Brain drain, pengaflýggjan og pengamangul til heilsu-, skúla- og almannaverk kunnu gerast álvarslig hóttan í einum annars vælskipaðum samfelag.