I.
Tað mundi vera ein heystardag í nítjanhundrað og sjey og hálvfjerðs, hugsi eg, at graml, sum leingi hevði hoyrst, knappliga tók eitt skin av sannlíkindum um seg, men hetta var gramlið um, at ein norðurlendskur mentunarmiðdepil (eins og tann, ið hevði staðið við Vatnsmýrina í Reykjavík síðani seinast í trýssunum) nú skuldi byggjast onkustaðni í óbygdunum norðan fyri Havnina á einum øki, ið rættsiktaðir skattaborgarar illa dugdu at staðseta í huganum, hvaðna minni sóu minsta skil í.
Sum sagt, hetta var ein heystardag og veðrið sum vera man á gosi. Hvirlur baldraðu í luftini við gólum, sum mintu um okkurt yvirvaksið másaslag úr fyrndini. Niðri á jørðini vóru allar traðir grivnar á gos frá Trapputrøðni niðan á Háls. Og tað tilvitsliga landslagið tók seg ikki mætari út, rátt og ruskut lá tað og breiddi seg í heystlýsinum. Tað geys kalt í samfelagnum. Broytingar (ið ikki kundu ryggjast) gjørdu, at hin gamla og góða kenslan av samfeldi í vinnulívi, av góðum tokka millum stættir ridlaði. Valdið var á gosi bæði heimastýris og himmalsins vegna. Bløðini skulvu (sum vóru tað greinarnar, ið bóru tey) og Guð ikki í bestu skørum heldur: framlig kvendi (fleiri donsk) og illmuraðir kventlar (við akademiskum prógvum) løgdu ilt fyri bíbliufest virði og góðar siðvenjur. Skjótt mundu bæði trol og trúgv dragna. Uttan eftir spurdist einki gott, nakrantíð - uttan danskir pengar.
Henda vindgosna dagin á heysti í nítjanhundrað og sjey og hálvfjerðs lá nú fyri at fara seta eina hurð afturat upp á gos. Í Listaskálanum (sum óumhugsið fólk við lítlum pengaskili, høvdu fingið bygdan við viðarlundsjaðaran í Gundadali) var boðið til samkomu. Har skuldi kunngerast, hvør ið hevði vunnið onkra kapping um at tekna henda umgramlaða mentanardepilin í Føroyum og høvi skuldi vera at síggja vinnara- og onnur innkomin uppskot.
Umboð fyri bløðini vóru sjálvandi á staðnum, hvat tá, við penni og myndatóli, men annars var tað ein úrvaldur skari av tignarfólki, ið gjørdi samankomuna, umboð fyri danskt og føroyskt vald í heimastýrinum, onkur útlendskur gestur ímillum eisini.
Tey donsku (summarbrúnkan ikki bliknað av teimum enn) løgdu beinanvegin miðgólvið undir seg í skálanum, fingu teir fáu útlendingarnar í tal og stóðu við sama hálvtóma vínglasinum og ætlaðu um avrikini hjá arkitektunum við tilvandum orðum og tilvandari sjálvvissu. Føroyingarnir trunkaðust hinvegin úti við ymsastaðni. Stóðu í krókunum og otaðust, ymiskt yptu, ymiskt kveittu um øksl eftir onkrum upp í gløsini aftur.
Millum føroyingarnar var ein myrkleittur floksformaður við politiskum ættarbregði úr Kirkjubø. Hann sá eitt sindur avpartaður út, men umboðaði løgtingið í Norðurlandaráðnum og tað var hann, segðist, sum í síni tíð var komin við hugmyndini um Norðurlandahús í Føroyum.
Ein fyrrverandi løgmaður (hárið stóð sum eitt ývið regnskýggj um høvdið á honum) nipti í jakkaermina hjá floksformanninum og helt fyri: Nógvan lort hevur tú fingið í lag!
Tey, sum hoyrdu, nikkaðu, og tóku undir.
Ja, nógvan fanans lort!
II.
Men seks ár seinni í nítjanhundrað og trý og fýrs var Norðurlandahúsið fullgildigur veruleiki (í minsta lagi í Havn) og stóð klárt at lata upp uppi í Sortudíki. Ikki tí føroyingar yptu enn sum fyrr øksl at hesi glasdubbaðu og flagkrýndu fáfongdini, men sum ein gamal sambandsmaður úr Kvívík segði við danska sjónvarpið, tá ið tað gjørdi eitt slank frá upplatingarhaldinum í Havn og kom norður at forvitnast um, hvat føroyingar í knæbuksum og gummiskóm hildu um nútíðina og kulturin: Vilja onnur geva okkum eina sovorðna høll fyri einki, so sigi eg ikki neitakk!
Og harvið var tað.
Húsið var eitt umskifti og hóast umskiftið fyri ein part var illa kent (helst tí at farrin av øðrum menta-tevi enn donskum fótasveitta kendist herskin í summum nasum) og hóast onkur vildi súrgast um gras og fjas í bløðunum, so fekst húsið, sum sagt, ókeypis (ella tað billaðu fólk sær inn). Og ókeypis hevur nógv at siga í Føroyum.
Tað sum er ókeypis, ábyrgir jú ongan.
Nú eru so fimm og tjúgu ár liðin. Norðurlandahúsið er langt síðani vorðin ein samgrógvin partur av heimastýrinum. Misjavnt hevur sjálvandi verið, hvussu nógv skiftandi stjórar hava lagt fyri hesa fjórðingsøldina og hvørjar áherðslur teir hava havt í arbeiði sínum. Gjøgnum árini hevur húsið kortini bjóðað eina upp á seg fjølbroytta skrá og borgað fyri einum støðugum og neyðugum innsigi av norðurlendskari mentan. Húsið hevur harumframt eisini skapt grundarlag fyri ymsum føroyskum mentanarframtaki, sum annars hevði verið óhugsandi, tiltøkum, sum heilt ella partvíst hava havt íkomu sína uttanveggja, eitt nú Jazzfestivalurin, sjónleikir, konsertir, framsýningar, ráðstevnur o.s.fr.
Men (og her má lesarin taka út yvir, at eg týði til hetta himmiríki fanans sum Luther kallaði orðið: men), eitt gjald lá við, eitt dýrt gjald. Ókeypis er ikki altíð kostnaðarleyst, langt burturífrá. Hvat gjald var tað so meðni, ið føroyskt mentanarlív mátti rinda fyri Norðurlandahúsið? Íðan, tað gjaldið er snøgt sagt politiskt tiltaksloysi. Norðurlandahúsið var ongantíð heimastýrinum ein eggjan til at avrika nakað sjálvt, men í staðin enn eitt høvi hjá myndugleikunum at breiða upp á seg og rópa hálvaloysnir, undanførslur og ábyrgdarfirring upp á mentanarpolitikk.
Tað er ein sannroynd, so syndarlig sum hon er tvívend, at jú meiri Norðurlandahúsið hevur fingið á skaftið fyri tær smáu tíggju milliónirnar, ið húsið fær til rakstur um árið (nógv størsti parturin norðurlendskir pengar), tí minni hevur heimastýrið hildið seg havt fyri neyðini at leggja av til listarligt virksemi. Eitt gott dømi um tað var, tá ið Listastevna Føroya kom fyri fyri nøkrum árum síðani. Tað var táverandi stjóri í Norðurlandahúsinum, sum av sínum eintingum fekk stevnuna í lag og føroysk listafólk við í fyrireikingararbeiðið frá byrjan. Eftir ætlan skuldi mentamálaráðið eiga sín part í listastevnuni, eitt nú fastan lim í stýrinum o.s.fr. Í tjúguhundrað og eitt læt ráðið við Hoyvíksvegin góðar hundraðtúsund krónur av teirri umleið hálvutriðju millión, ið til samans varð løgd í Listastevnu Føroya tað árið. Síðani hoyrdist valla eitt kis aftur úr Mentamálaráðnum uttan knarrið í kjálkunum viðhvørt, tá ið stjórar og deildarleiðarar geispaðu.
Ó-mentanarpolitikkurin, sum eyðkennir heimastýrið, men sum Norðurlandahúsið sjálvandi ikki kann lastast fyri, hevur telvt stovnin í eina støðu, sum í mongum er átøk teirri, ið sjónvarpið (hetta sorgarbarnið) hevur og helst fer at hava í nógv ár afturat. Sjónvarp settu ráðamenn í heimastýrinum á stovn í tí treysti, at tað var bíligt (ja, næstan ókeypis) at senda tilfar, sum føroyskir hyggjarar ikki bóru kostnaðin av. Í úti við fimm og tjúgu ár hava danskir hyggjarar og teirra hyggjaragjald sostatt loyst heimastýrið undan allari sjónmiðlaábyrgd. Og ikki bert tað. Hetta lagið hevur eisini staðfest heimastýrið í teirri turkatrúgv, at næstan alt annað, ið onkursvegna nertir við mentan, kann fáast fyri einki, ja eigur at fáast fyri einki. Hví skal heimastýrið t.d. kosta orðabøkur, tá ið danskar eru tøkar? Ella hví skal heimastýrið lata týðingarstyrkir til verk, sum góðir danskir týðarar longu hava ella fara at týða? Ella hví skal heimastýrið fíggja gerð av føroyskum undirvísingartilfari, tá ið gott (og gamalt) danskt er við hondina?
Norðurlandahúsið er ein tvørsøgn. Ein av mongum í heimastýrinum. Húsið er ein listarmiðdepil í landinum, men tað kemst fyrst og fremst av, at tað almenna misrøkir sínar mentanarligu skyldur, sigur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur í dagsins tíðargrein.
Sosialurin varpar hesa vikuna ljós á Norðurlandahúsið, sum verður 25 ár hósdagin, við millum annað fýra viðkomandi tíðargreinum
III.
Norðurlandahúsið er ein tvørsøgn. Ein av mongum í heimastýrinum. Húsið er ein listarmiðdepil í landinum, men tað kemst, sum skilst, fyrst og fremst av, at tað almenna (t.e. heimastýrið) misrøkir sínar mentanarligu skyldur (tak Tjóðpallin t.d.). Og tað almenna kann snikkaleyst (t.e. við ongun politiskum váða) lata mentanina liggja á láni nettupp tí, at m.a. Norðurlandahúsið við nærum al-útlendskari fígging hevur ráð at halda uppi einum lágmarksúrvali av listarligum tilboðum, sum ikki kosta ella ið hvussu er ikki sýnast at kosta borgaranum nevnivert - í krónum roknað. Hartil kemur, at Norðurlandahúsið av somu grundum lítla sum onga kapping hevur á flestu virkisøkjum sínum.
Samanumtikið kann tí sigast, at tað ið at byrja við var ein broyting til bata fyri listarlívið, við árunum hevur fingið eina vend til tað verra, til okkurt, sum lítlan framdrátt hevur í sær og sum bjóðar fá líkindi til annað enn somu mentanarpolitisku pattstøðu næstu fimm og tjúgu árini.
Hetta er sjálvandi heilt út av bókini. Ikki tær at siga, góði lesari, skal føroysk listskapan nakrantíð kunna taka seg upp í hædd við tað, sum verður avrikað aðrastaðni, mugu nýggir leikir finnast, onnur ráð, ið kunnu skapa henni øðrvísi og sigurbærari kor í telvingini um fólksins ans og áhuga.
So kanska er tíð upp á, at onkur fær onkran lort í lag aftur. Og tað ongantíð ov skjótt.
Spyrst so livst.