tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið ikki, so noyðist Landsstýrið at setast aftur. Tað áhugaverda er, um tingið góðtekur hetta, um tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum. Tað haldi eg verða [...] fær sæti í nevndini. Tað var meðan hesar samráðingar fóru fram, at tosið fall á, hvørt Miðflokkurin var hugaður at kom í samgonguna. Eg orki ikki bert at siga nei ? Tað er ikki tað grundleggjandi í hesum [...] fara í samgongu ella ikki, men meira tað, at eg ikki orki at sita og siga nei til alt, sum Landsstýrið kemur í tingið við. Og kortini, gevur samstarvið okkum so frægt av ávirkan, so fara vit upp í samgonguna
teimum. Skeid er júst flutt upp í norsku Tippeliguna. Teir gjørdust nummar tvey í næstbestu norsku deildini og fluttu tí beinleiðis upp í bestu deildina. Leiðararnir í Skeid hava sæð videoupptøkur av teimum [...] saktans er dugur í føroyskum fótbóltsspælarum. Men tað eru ikki bara fyrimunir við at fara uttanlands at royndarvenja, tí í annaðkvøld skal StÍF spæla ímóti Kyndli í 1. deild hjá monnum í hondbólti og til [...] er stuttur og tí verður farið til sakina beinanvegin og í kvøld verða teir báðir føroysku landsliðsmenninir við í einum dysti, sum er fyriskipaður í sambandi við vitjan teirra. Ætlanin er eisini, at før
leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist [...] in bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til teirra, ið granska í gomlum bløðum. Skúlar o. o [...] hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag 7.406 greinar á internetinum Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið.
fara í kríggj beinanvegin. Vit mugu fyrst royna at loysa málið í sátt og semju. Og eg haldi, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur ein góðan vilja at ganga vinnulívsmonnum í Suðuroynni [...] nú, at virkini í Suðuroynni noyðast at gevast at kalla á hálvum degi fyri at fáa fiskin av oynni. Ein annar trupulleiki er, at virkini í Suðuroynni noyðast at betala 41 oyru fyri kilo í frakt fyri at flyta [...] flyta fiskin úr Suðuroynni til Havnar og tað ger suðuroyingar nógv verri fyri í kappingini enn virkini aðrastaðni í Føroyum eru.Og ein triði trupulleiki er, at Smyril er hildin uppat at sigla til Vágs mikudag
at her stendur so væl til í okkara tónleikalívi, sum hendan konsert hevur verið tikin sum tekin um. Tað er gott, at Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaheimi, í samvinnu við útvarp, sjónvarp [...] konsertum. Eisini í donskum musikkskúlum eru dømi um sameining av professionellum musikaravirksemi og undirvísing. Tað man sostatt ikki vera nakað órímiligt hugskot, at vit her í Føroyum, sum so at siga [...] Gleði og gleimur í Norðurlandahúsinum og í stovum kring alt landið, soleiðis sum hetta serliga høvið er ætlað og býður til. Hjá okkum, sum bæði sluppu at hoyra konsertina seinnapartin og seinni at sita
gjørt eitt uppskot til, hvussu miðbýurin í Vági skal skipast í framtíðini. Vágs Kommuna hevur nú í eina tíð havt samstarv við arkitektin um, hvussu miðbýurin í Vági kundi verðið skipaður. Kommunan heldur [...] miðdepil í Vági. Har vóru stór arbeiðspláss fyrr og har gistu arbeiðsfólkið, sum tá á døgum kom úr øllum Føroyum til Vágs at arbeiða. Arkitekturin, Albert Isfeld, sigur, at tað hevur havt týdning í ætlanini [...] miðbýin øðrvísi, skal trivnaður verða í Vági. Men tað fer samstundis at gera møguleikarnar hjá handilsvinnuni og tænastuvinnuni at virka nógv betri. Tann parturin í Vági, sum kemur undir ætlanina, er strekkið
svarið er einfalt: Fleiri aliloyvi verða ikki givin í Føroyum, punktum. Verandi alarar skulu sostatt einsamallir hava ta ling, ið er, og ta aling, ið verður í framtíðini. Teir hava fingið hesi loyvi ókeypis [...] nøkrum fáum í eina tíð, har vit sum ongantíð fyrr hava fyri neyðini, at ungar, nýggjar kreftir sleppa framat. Mær rennur í huga eitt brot úr bók, har faðirin sigur við sonin: »Eg eri maður í meðal støðu [...] gið fer í søguna. Vit kunnu nevna nøkur dømi: Føroya Banki skal privatiserast, og latast gomlu eigarunum. Prísurin, ið nevndur er, er 500 mill. kr., hóast samfelagið enn skyldar 2,5 mia. kr. í honum. Hevði
. ? Í hesum sambandi skal nevnast, at tað er ein veruleiki, at alt fleiri reiðarar í Europa velja at byggja í Kina í dag. Sum dømi kann upplýsast, at tann danska stórfyritøkan A. P. Møller, P&O í Bretlandi [...] aðrar fyritøkur í Evropa byggja bæði størri og smærri serskip í Kina. ? Síðani 1995 hava vit konsentrerað okkum um skipasmiðjur í Kina. Vit hava í hesum sambandi fleiri ferðir verið í Kina saman við okkara [...] arkitekta, verkfrøðinga- og konsulentfyritøkuna í fiskiskipum »VS-Skipatækni« í Reykjavik. »Vik & Sandvik« í Noregi, sum er tann stórsta av sínum slagi í Skandinavia, eigur 49% av hesu íslendsku fyritøkuni
framsøgukvinnu fólkafloksins metan, so kann veljarin leggja sær í geyma, at hetta er loysn fólkafloksins til teir komandi pensionistarnar í Føroyum. Ein kann hóskandi spyrja framsøgukvinnu fólkafloksins, um [...] Seinastu 2-3 árini hava bløðini verið á tremur við lýsingum um leys størv at søkja í miðstaðarøkinum. Hetta hava í stóran mun verið størv, har mánaðarlønin hevur ligið frá kr. 25.000,- um mánaðin og uppeftir [...] Thatcher ideologiir í skeljasori, meðan flest øll heimsins samfeløg kappast við hvørt annað um at stovna eitt samfelag á javnt við tey norðurlond, sum, vegna sosialdemokratiskan politikk í stóran part av hesi
Norðurlandaráðið helt í Føroyum í farna mánaði løgdu føroysku umboðini í ráðnum, løgtingslimirnir Jógvan við Keldu og Dan Petersen, fram uppskot um tiltak, ið skal styrkja minstu málini í Norðurlondum. Før [...] nógvar føroyskar bøkur og annað, er føroysk væl fyri í mun til so nógv onnur mál, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í málnevndini og limur í ritstjórnini, ið hevur arbeitt við nýggju móðurmálsorðabókini [...] er orsøk til at stúra fyri gongdini, tí í ST-álitinum "Vår skapande mångfald", sum kom út í 1995, verður sagt, at vandi er fyri, at 90% av málunum, ið verða tosað í dag, hvørva undir heilt komandi øldina