kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argjum, skulu hava børn síni gangandi á stovnum í Havn. Tað besta er, at tey eru [...] Nú eri eg búsitandi á Argjum, so eg fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru. Skúlin Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað [...] Annað hvørt við einum nýggjum skúla, ella byggja upp í núverandi. Hetta hevur alstóran týdning, tá ið fólkatalið á Argjum økist í stórum. Barnagarðurin Hesin eins og skúlin hevur eisini bráskund, tí hesir
og málverjin hekk uppi í horninum og bjargaði til horna. Hóast tepra tapið so var avrikið staðfesting av, at føroyska liðið er í stórari leikligari menning og harvið av, at 1-0 sigurin í Grikkalandi fyri [...] Føroyar hava í kvøld tapt 1-0 á útivølli í Rumenia í EM undankappingardysti. Tá ið portugisiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað rumensku spælararnir og viðhaldsfólk teirra, sum drógu andan [...] at vinna í hvussu so er eitt stig. Rumenia skoraði sigursmálið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Talan var um heppið mál, sum varð skorað eftir fríspark. Bólturin rakti ein av føroyingunum og brast í stólpan,
rockaralóg, sum bannar fólki at vera í nøkrum ávísum húsum! Og hetta kom úr tí sama landi, sum bannaði føroyskum fiskiskipum at koma í sínar havnir! Tað mest láturliga í øllum hesum stríðnum er tó at eygleiða [...] hava sæð Sea Shepherd gera Sandavág til ein vígvøll, har bæði bátar og grindamenn vóru í stórum vanda, er mítt tol uppi. Sea Shepherd skal bannast við lóg, og tað skal eisini vera ólógligt at veita teimum [...] heilt ár til at gera nakað munagott. Men hendingarnar í Sandavági hava víst okkum øllum, at landsstýrið yvir høvur ikki hevur verið sína uppgávu vaksið. Í staðin fyri at banna hesum felagsskapi av øko-terroristum
Í fíggjarlógini, sum fyri næsta ár, eru glottar at hóma fyri fólk, ið bera brek. Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvnna í Meginfelag teirra Brekaðu. Í hesum sambandi ásannar hon, at vit hava leingi bíða [...] næmingar inn á hvørjum ári. Í fíggjarlógini hevur Mentamálaráðið sett tilsamans 1,9 millión krónur av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Her uppi í eru 600.000 krónur til m [...] arbeitt við í nógv ár, og sum MBF eisini hevur arbeitt við tvey tey seinastu árini, er at útvega pening fyri at seta eina skrivitulkatænastu á stovn í Føroyum, fyri fólk, sum eru tunghoyrd. Í fíggjarlógini
Fleiri størri mál vóru uppi at venda, saman við smærri so sum súlurnar, ið fóru í privatar lummar í staðin fyri landskassan, har tær av røttum hoyra heima, og so fríar telefonir, sum vóru í so fríar. Gott hevði [...] Tingvarpið í gjáramorgun og fekk tá at hoyra nakað av løgtingsgrannskoðarafrágreiðingini. Eg hevði ilt við at trúgva, - tí eg hoyrdi -, at skilið hevur verið og er so út av lagi vánaligt í landsins hægstu [...] mest sum totalt, og avleiðingar fyri landsstýrisfólkini eru í praksis ikki eksisterandi. So her er lítil vón fyri nøkrum bata. Onkur nevndi, at í samband við registrering av landsins ognum var komið fram
hevur fyri fyrstu ferð í HM-søguni vunnið eina brotssparkskapping, og hevur fyri fyrstu ferð í 22 ár vunnið eina brotssparkskapping í einum endaspæli. Ongland vann 5-4 á Kolumbia í tí seinastu áttandapa [...] hondbremsuni uppi, meðan tápuligheitirnar byrjaðu at vinda upp á seg, so hvørt sum tíðin gekk. Harry Kane átti einasta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá hann akkurát ikki náddi eitt innlegg úr høgru. Í seinna [...] Munchen, megnaði Kolumbia ov sjáldan at hótta málið hjá Onglandi, men í yvirtiðini stútaði Yerry Mina bóltin í mál eftir hornaspark. Í longdu leiktíðini hevði Kolumbia munin og tótkist orka betri, men einki
frøast um, at ítróttarhøllin, sum verður bygd upp í skúlan, verður reist ein av hesum døgunum. Spennandi verður, tá hon verður liðug og tikin í brúk í summar, til gagns fyri alla kommununa. Tá vit gjørdu [...] inn í framtíðina og er við til at stuðla upp undir ta menning, ið fer at henda á Argjum tey næstu mongu árini. Umstøðurnar at búgva og búseta seg á Argjum eru av teimum bestu og í dag ivast eingin í, at [...] Undanfarna býráð í Havn tók nógvar stórar avgerðir og gjørdi nógvar skilagóðar íløgur, og ein av teimum, ið veruliga skarar framúr, er brúgvin um Sandá. Í sjálvum sær er hon eitt listarverk og er eitt
dronuflúgving í bygdum øki og í óbygdum øki, og nú skulu tey sum flúgva við dronu í bygdum øki, hava dronuprógv. Í tí sambandi verða skeið løgd til rættis og dronuførarin skal altíð hava prógvið uppi á sær, og [...] til tey, sum flúgva við dronu í Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í loftferðslumálum, fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta nýggjastu reglurnar í Danmark, í gildi fyri Føroyar eisini. At [...] flogfør og tyrlur, staðfestir Poul Michelsen í uppskotinum, hann fer at leggja fyri Løgtingið. Serliga hentar eru tær til uppmátingar, kortleggingar og í sambandi við bygging og tá ið óhapp eru, kunnu
spæli. Eiler tók útbúgving sum fotografur í Svøríki, har hann eisini gjørdi nógv við tónleikin. Í fótbólti, ítrótti ella í tónleiki er vanligt at hava fyrimyndir. Í tónleiki var Eiler ein av teimum stóru [...] arbeiddi sum bøkjari úti í Klaksvík. Í fyrru giftu átti Kartrina Maria, Armgarð, Carlinu, Micheal, Kristoffer, vanliga nevndur Dovva og Oluffu. Birtiu, Rikku, Hannu, Ebbu og Jógvan í seinnu giftu við Klávus [...] Jógvan giftist inn hjá pápanum, Klávus. Klávus var bróður Kristian og Jógvan í Grótinum, sum fluttu til Klaksvíkar og tóku navnið í Grótinum við sær til Klaksvíkar undan Skipanesi. Klávus giftist við Katrinu
farmagjaldið í hesi flúgvingini. Og fyriliggur nøkur ætlan um at lækka hesar prísirnar?, spyr tingkvinnan í fyrispurningi sínum til landstýriskvinnuna í løgmálum. Fyrispurningurin varð settur fram í farna mánaði [...] part av árinum, sigur tingkvinnan í fyrispurningi sínum. Olga Biskopstø er ein teirra, sum veit mest um umstøðurnar á útoyggj, eftir drúgva arbeiðið sítt sum samskipari í Útoyggjafelagnum. Nú hevur hon møguleika [...] seinastu árini við ferðaprísinum í Føroyum, og nógv ferðast bíligari enn nakrantíð til og frá arbeiði. Men hóast hetta noyðast útoyggjafólk at gjalda úr 290 og niður í 170 krónur aftur og fram, tá tey