Rumenia slapp við skrekkinum

Rumenia vann 1-0 á heimavølli ímóti Føroyum, sum fram ímóti dystarenda stríddust fyri at javna

Føroyar hava í kvøld tapt 1-0 á útivølli í Rumenia í EM undankappingardysti.

Tá ið portugisiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað rumensku spælararnir og viðhaldsfólk teirra, sum drógu andan lættan, meðan tað vóru føroysku spælararnir og venjararnir báðir, sum iðraðu seg um, at tað ikki hevði eydnast at vinna í hvussu so er eitt stig.

 

Rumenia skoraði sigursmálið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Talan var um heppið mál, sum varð skorað eftir fríspark. Bólturin rakti ein av føroyingunum og brast í stólpan, áðrenn Keșerü smekkaði bóltin upp undir nettakið.

Gunnar Nielsen hevði høvi í einstøkum førum at vísa, at hann framvegis er hollur og sjálvskrivaður at vera fyrsta val millum stólparnar.

Føroyska liðið vísti støðugt stórt sjálvsálit, og sum 2. hálvleikur leið varð leikliga avrikið alt betri. Fram ímóti dystarenda spentu føroyingarnir álopsbogan. Næst við at fáa mál var sera væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson, tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði til, og málverjin hekk uppi í horninum og bjargaði til horna.

Hóast tepra tapið so var avrikið staðfesting av, at føroyska liðið er í stórari leikligari menning og harvið av, at 1-0 sigurin í Grikkalandi fyri fýra mánaðum síðani á ongan hátt var tilvildarligur.

 

Rumenia-Føroyar 1-0 (1-0)

1-0: Keșerü 21.

Dómari: Artur Dias úr Portugal

Rumenia: Costel Pantilimon – Raul Papp, Vlad Chiricheş, Dragoş Grigore, Răzvan Raţ – Mihai Pintilii,  Lucian Sânmărtean (Andrei Prepeliţă, 86.) - Adrian Popa (Gabriel Torje, 71.), Raul Rusescu (Cristian Tănase, 60.), Alexandru Maxim - Claudiu Keșerü

Á beinkinum: Cristian Bălgrădean, Silviu Lung, Cosmin Moţi, Florin Gardoş, Cristian Manea, László Sepsi, Dan Nistor, Claudiu Bumba,  Florin Andone

Venjari: Anghel Iordanescu

Gult kort: Gabriel Torje 84., Claudiu Keșerü 94.

Føroyar: Gunnar Nielsen – Johan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Róaldur Jakobsen (René S. Joensen, 79.), Odmar Færø (Andreas Lava Olsen, 74.) – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen (Gilli Sørensen, 79.), Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Pól Jóhannus Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Gult kort: Sølvi Vatnhamar 63.