Glottar eru at hóma

Tóra við Keldu sigur, at glottarnir eggja til at arbeiða víðari

 

Í fíggjarlógini, sum fyri næsta ár, eru glottar at hóma fyri fólk, ið bera brek.

Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvnna í Meginfelag teirra Brekaðu.

 

Í hesum sambandi ásannar hon, at vit hava leingi bíða eftir skúlatilboðum eftir 10. flokk til ung, ið bera brek.

- Tí er tað kærkomið at Mentamálaráðið og Almannamálaráðið samstarva miðvíst við at samskipa skúla-, stuðuls- og bútilboð, har Mentamálaráðið hevur ábyrgd av skúlatilboðnum og Almannamálaráðið hevur ábyrgd av bú- og stuðulstilboðnum.

 

- Á fíggjarlógini hevur Almannamálaráðið sett eina millión krónur av til búpartin á Rásini í Runavík.

 

- Hetta verður gjørt sum ein liður í tilgongdini at útvega fleiri heildartilboð, at víðka um virksemi á Rásini soleiðis, at fleiri næmingar fáa tilboðið, og at skúlatilboðið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvørjum ári.

 

Í fíggjarlógini hevur Mentamálaráðið sett tilsamans 1,9 millión krónur av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Her uppi í eru 600.000 krónur til miðnámsskúlaflokkin innan autismuøkið.

 

- Eitt mál, Felagið fyri hoyribrekað hevur arbeitt við í nógv ár, og sum MBF eisini hevur arbeitt við tvey tey seinastu árini, er at útvega pening fyri at seta eina skrivitulkatænastu á stovn í Føroyum, fyri fólk, sum eru tunghoyrd.

Í fíggjarlógini eru 400.000 krónur settar av til endamálið.

 

- Somuleiðis eru 435.000 krónur settar sum eina public service-tænastu til at teknmálstulka tíðindasendingar og aðrar føroyskar sendingar á sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

- Hetta er ein hækking upp á 100.000 krónur, og tað er avgjørt eitt framstig.

 

- Nú Kringvarp Føroya er farið undir eina royndarskipan, við at stroyma Dag og viku beinleiðis á netinum, er tað okkara vón, at hendan tænastan ikki steðgar aftur, so at fólk, sum eru deyv, framyvir kunnu fáa sendingar teknmálstulkaðar, soleiðis at tey fáa tíðindi og kunnu fylgja við annars samstundis, sum øll onnur, sigur Tóra vi Keldu.

 

Hon ásannar, at tað er ógjørligt at gera alt í senn.

Men glottar eru og teir bera  prógv um, at við samstarvi ímillum allar partar koma vit alsamt nærri málinum sigur hon.

- Og glottarnir geva orku at arbeiða víðari, leggur hon afturat.