Nú skulu strangari krøv setast til tey, sum flúgva við dronu í Føroyum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í loftferðslumálum, fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta nýggjastu reglurnar í Danmark, í gildi fyri Føroyar eisini.
At flúgva við dronu hevur vundið rættiliga nógv upp á seg, og eftir reglunum er bara loyvt at flúgva við dronum, sum ikki viga meira enn 25 kilo.
Sum heild er tað ólógligt at flúgva í býarøkjum og uttan fyri býgt øki skal dronan dronan vera minst 150 metrar frá býarøki og størri almennum vegum, eins tað er ólóligt at flúgva hægri enn 100 metrar upp.
Tað er eisini ólógligt at flúgva tvørtur yvir pláss, har fleiri fólk eru savnað undir opnum himli og harumframt eigur ikki at verða flogið nærhendis serliga viðbreknum náttúruøkjum, og ikki má verða flogið nærri enn fimm kilometrar frá einum flogvølli.
– Dronur eru samfelagsgagnligar, tí tær kunnu loysa fleiri uppgávur bíliga, skjótt og eru umhvørvis- og veðurlagsvinarligar, orsakað av lágum orkubrúki og co2-útláti, samanborið við vanlig flogfør og tyrlur, staðfestir Poul Michelsen í uppskotinum, hann fer at leggja fyri Løgtingið.
Serliga hentar eru tær til uppmátingar, kortleggingar og í sambandi við bygging og tá ið óhapp eru, kunnu tær brúkast til at geva eitt gott yvirlit yvir støðuna.
Men tær kunnu eisini brúkast í sambandi við yvirgang, smugling og annað ólógligt virksemi.
Men flúgving við dronum krevur eisini, at privatlívið hjá fólki er serliga væl vart og tí eru reglur fyri, hvussu nær bygdum øki, o.s.fr., tað er loyvt at flúgva.
Eftir nýggju reglunum verður munur gjørdur á dronuflúgving í bygdum øki og í óbygdum øki, og nú skulu tey sum flúgva við dronu í bygdum øki, hava dronuprógv. Í tí sambandi verða skeið løgd til rættis og dronuførarin skal altíð hava prógvið uppi á sær, og skal kunna vísa løgregluna tað, tá ið biðið verður um tað.
Samstundis skal dronan eisini verða skrásett, so at eigarin altíð kann eyðmerkjast og harafturat skal dronan somuleiðis ábyrgdartryggjast.
Tó verður minstamark, har dronuprógv og ábyrgdartrygging ikki krevst til dronur, sum viga minni enn 250 gramm