Tingið: - Uttan tyrluna høvdu útoyggjarnar verið púrasta avskornar frá meginøkinum ein stóran part av árinum, sigur tingkvinnan í fyrispurningi sínum.
Olga Biskopstø er ein teirra, sum veit mest um umstøðurnar á útoyggj, eftir drúgva arbeiðið sítt sum samskipari í Útoyggjafelagnum.
Nú hevur hon møguleika fyri beinleiðis ávirkan á hesar umstøðurnar, sum partur av samgonguni. Og hesin fyrispurningurin er bert eitt stig á hesi leiðini.
Við fyrispurningi sínum ynski hon tí at fáa greitt at vita, hvørjar skyldur Atlantsflog hevur at røkja tyrluflúgving til útoyggjarnar.
- Tað hevur eisini áhuga at vita, hvør ásetir ferðaseðlagjaldið og farmagjaldið í hesi flúgvingini. Og fyriliggur nøkur ætlan um at lækka hesar prísirnar?, spyr tingkvinnan í fyrispurningi sínum til landstýriskvinnuna í løgmálum.
Fyrispurningurin varð settur fram í farna mánaði, og samtykt er at hann skal svarast. Á tingfundi hósdagin verða onkrir skrivligir fyrispurningar svaraðir, men enn er ógreitt um hesin er teirra millum.
Rinda ikki raksturin
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin vísir Olga Biskopstø á, at tað eru sera fáar samfelagstænastur og almennar heilsutænastur á útoyggj.
- Hetta ger, at tørvurin á at ferðast inn á meginøkið at leita sær heilsubót, fara til lækna, tannlækna, banka og at keypa er samsvarandi stórur.
- Ferðaseðla- og farmakostnaður hevur tí sera stóran týdning fyri húsarhaldið og møguleikarnar at liva og virka á útoyggj, sigur hon.
Nógv er hent tey seinastu árini við ferðaprísinum í Føroyum, og nógv ferðast bíligari enn nakrantíð til og frá arbeiði.
Men hóast hetta noyðast útoyggjafólk at gjalda úr 290 og niður í 170 krónur aftur og fram, tá tey skulu inn á meginøkið.
- Hóast henda høga prísin, so eru tað ikki hesi útoyggjafólk, sum halda rakstrinum av tyrluni uppi, tí inntøkan, sum Atlantsflog fær burtur úr ferðaseðlasøluni, liggur um 50.000 krónur um árið.
Ferðaætlan og ferðaseðlaprísirnir hjá tyrluni, eru ikki broyttir nevnivert, síðan tyrlan byrjaði sína flúgving. Øll hesi árini hava útoyggjafólk goldið ein sera høgan kostnað fyri tænastuna, sæð í mun til, hvat fólk á meginøkinum gjalda fyri flutning til at røkka neyðugum samfelagstænastum.
- Nú einskiljingin av Atlantsflogi og harvið Tyrlutænastuni er byrjað, er tað sera umráðandi at fáa greiðu á, hvussu henda tænasta verður skipað í framtíðini, bæði viðvíkjandi skyldum og tænastum, vísir tingkvinnan á.