Cornettin er tagnað

 
Eiler Rasmussen vaks upp í Trøllagili sama við foreldrum sínum Jógvan og Dagmar Rasmussen, syskjunum Klaru, Áslu og Anitu, men eisini saman við abbanum Klávus og Dovva, Pápabeiggjanum - eitt hugnaligt heim, har kæti ráddi, men eisini bar nógv uppá nágreini og nærlagni.
Jógvan giftist inn hjá pápanum, Klávus. Klávus var bróður Kristian og Jógvan í Grótinum, sum fluttu til Klaksvíkar og tóku navnið í Grótinum við sær til Klaksvíkar undan Skipanesi. Klávus giftist við Katrinu Mariu, einkju eftir Óla Joensen, sum doyði av lungnabruna, tá ið tann elsta dótturin, Armgarð, var bert 7 ára gomul.
Katrina Maria, ið var fryntlig og blíðsinnað, giftist uppaftur við Klávus, Hann arbeiddi sum bøkjari úti í Klaksvík. Í fyrru giftu átti Kartrina Maria, Armgarð, Carlinu, Micheal, Kristoffer, vanliga nevndur Dovva og Oluffu. Birtiu, Rikku, Hannu, Ebbu og Jógvan í seinnu giftu við Klávus.
Eiler var altíð væl klæddur og væl greiddur. Dugdi væl at sita undir og var beinrakin við skemtiligum søgum.
Eiler var altíð nærlagdur og gjørdi nógv burturúr tónleikinum á harmonikuni og ikki minst á cornettini. Hann hevði ein serligan tóna, rundan og fløvandi. Spældi til nógv ymisk høvi, sum gjørdu tey serliga hátíðarilig við hansara frálíka spæli.
Eiler hevur frøtt mangan kirkjugangara við sín fagra spæli uppi við orgli til sálmasangin. Mangar ferðir  hevur hann gjørt løtuna hátíðariliga við einum preludeum hóast at var til ein jarðarferð, hann nú skal á ella eisini við eitt brúðleyp og aðra veitsluløtu.
Eiler spældi við nógv ymisk høvi og var ein tónleikari av Guðs náði, sum tikið veður til. Hann kýndi tónunum og var uppmerksamsur uppá hvønn einkultan teirra, gav teimum lív og sál. Frøddi mong við sínum gávuríka spæli.
Eiler tók útbúgving sum fotografur í Svøríki, har hann eisini gjørdi nógv við tónleikin. Í fótbólti, ítrótti ella í tónleiki er vanligt at hava fyrimyndir. Í tónleiki var Eiler ein av teimum stóru fyrimyndunum hjá so mongum.
Hetta vakra cornetljóðið er nú tagnað við Eiler - sama er harmonikan, men takka vit fyri mangar góðar løtur í hesum fagra ljómi.
Ærað verið minnið um Eiler Rasmussen.
--------
Dávur