biðja um útseting ella heilt ynskja at gevast og lata loyvi innaftur. Í Føroyum eru í dag tilsamans 8 leitiloyvi. - At kanningarúrslitini í fleiri av loyvunum, har Statoil er fyristøðufelag, eru áhugaverd, [...] krónur í verkætlanina. Føroyingar munnu sanna, at oljuleiting krevur tíð og tol. Royndirnar aðrastaðni siga okkum, at 8 ella rættari 7,5 brunnar eru at meta sum ein dropi í havinum. - Vit kunnu í hvussu [...] fremst hevur týdning fyri royndirnar at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum, men sum í øðrum lagi hevur alstóran týdning fyri virksemið í landinum og sum inntøka til landskassan. - Men oljuárið 2013
ikki tolað at sæð fiktivan harðskap? Í ongum filmum er so nógvur harðskapur sum í teknifilmum, teknifilmum fyri børn. Teir verða vístir, áðrenn børnini fara í song. Tey í kirkjuni hjá fólkinum eru so ill um [...] skal sjálvandi verjast. Og, sum tey siga í ítrótti, álop er besta verjan. Útvísing í miðjari útgangsbøn. Og so skuldi enn eitt meistaraverkið úr Hollywood vísast í føroyska sjónvarpinum, men tað langa f [...] ikki fyrr enn børnini vóru farin í song, ella áttu at verið farin í song. Ikki tí at børnini og aðrar veikar sálir tola ikki at síggja Jesus. Nei, tí so nógvur harðskapur er í filminum. Síðani nær hava børn
nýggir aktørar eru komnir inn í vinnuna vegna uppboðssøluna. Menningarkvoturnar eiga at avtakast í tí líki tær eru í. Heldur eigur politiska skipanin at finna eina loysn upp á – í samráð við vinnuna - hvussu [...] seg til føroyska samfelagið. Bara í ymisku skattum og gjøldum hava hesar vinnur lagt 850 mió. í landskassan í 2017 og meiri í 2018. Tá er ikki íroknað persónsskatturin til land og kommunur, heldur ikki [...] týdning í føroyska samfelagnum – nógv størri týdning enn nógv av okkum geva sær far um. Útflutningsvinnurnar Størstu útflutningsvinnurnar í dag eru fiskivinnan og alivinnan. Stóra kappingin í hesum vinnum
Atlantsflog, og sum var fyrsti nevndarformaður felagsins, í grein í Sosialinum í dag um søguna um føroyaflúgvingina. Sølan av ferðaseðlum var byrjað 1. mars í 1988. Atlantsflog hevði fingið góðkent eina ferðaætlan [...] Seinni partur av greinini hjá Eyðfinni Jacobsen kann lesast í Sosialinum í dag. Fyrri partur var í vikuskiftisblaðnum. Blaðið kann eisini keypast í talgildari útgávu á sos.fo [...] Vágar, har tað setti seg klokkan 20.40. Í juni, juli og august var eykatúrur settur inn úr Føroyum klokkan 15.00. Orsøkin til, at flogfarið sambært ætlanina stóð í Keypmannahavn millum 11.35 og 19.00 var
vinnunevndini viðmerkingar til hetta nýggja uppskotið, sum er borið í tingið. Í fyrsta lagi er tað ørkymlandi, at uppskotið ásetir, at kvoturnar í 2018 skulu vera grundarlagið undir býtinum millum verandi rættindi [...] av uppsjóvarkvotunum og kvotunum í Barentshavinum fyri 2018 og frameftir. Alt, sum fer upp um kvoturnar í 2018, kann seljast á uppboðssølu. Tá eingin kennir kvoturnar í 2018, ber ikki til at kenna avle [...] øllum pørtum, áðrenn tað verður viðgjørt í løgtinginum. Landsstýrið hevur í veruleikanum gjørt eitt nýtt uppskot, sum ikki hevur verið til hoyring áður. Tí er vandi fyri, at uppskotið ikki fær ta viðgerð
meining, men brotið á ólavsøku í løgmansrøðuni um nýggju kósina og totalu kúvendingina hjá sambandsformanninum um trý ríki í einum ríki, hava gjørt hol í sjógvin, og eru sjálvandi í beinleiðis andsøgn við g [...] hava hvør sítt umboð t.d. í ST, sum tríggir suverenir statir í einum ríki, har risalond við nógvum minnilutafólkabólkum og málum, sum telja fleirfaldað fólkatalinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi tilsamans [...] undirvísingarøkinum. Og so úttalilsi frá løgmanni um, at vit skulu hava trý ríki í einum ríki, hvat merkir tað í veruleikanum? Ber tað í heila tikið til, ella eru hetta bert tóm fjákut orð uttan minsta vet av sannleika
øllum økjum: fjøltátta í fólkasløgum, í list og mentan, í vitan, í vinnu (fleiri bein at styðja seg til) o.s.fr. Vit liva í einum vitanarsamfelag, har júst vitan eigur at vera ovast í raðfestingunum. Lat [...] dansk-vitanarsamfelag. Í ándini og í samsvar við hugsjónina um eitt “vitanarsamfelag” vil eg heita á Helenu Dam á Neystabø, um at arbeiða fram ímóti, at danskt verður ein vallærugrein í miðnámsskúlunum, síðustilla [...] Hvat vilt tú? Tú ert ikki danskt lærari nú. Tú ert landsstýriskvinna í mentamálum, og ikki bert danskur administratorur í Føroyum. Hetta snýr seg ikki um hvat tú og eg meina; men um val- og lesimøguleikar
gar so hugskotsríkir, at teir hava latið seg í sum jólamenn, ið eisini eru í reyðum og hvítum, eins og ÍF. Tað er fullsett kring vøllin í Djúpumýru í góðveðrinum, tá teir 22 leikararnir saman við teimum [...] ein góðan stemning í Djúpumýru. Vandamiklir møguleikar til ÍF ÍF hevur til hendan dystin fingið eina serliga troyggju at spæla í, sum er reyð við hvítum strípum. EB/Streymur er í sínum eyðkendu svørtu [...] Øssuri Dalbúð fer í síðunetið. Avgerandi løtan Tá fyrri hálvleikur er 25 minuttir gamal, kemur avgerandi løtan í dystinum. Gudmund Nielsen fekk fatur á bóltinum stutt uttan fyri brotsteigin í høgru og bjóðar
tó gjørt upp í pengum. Minnist drúgvu kjakini um kapitalismuna fyrst í hálvfjerðsunum. Var í Danmark tá. Kapitalisman fekk milulm annð eisini skyldina fyri at infiltrera, sníkja seg inn í málið. Flætta [...] blaka pengarnar burtur í partabrøvum og lánum at keypa partabrøv fyri. Bara ikki pengarnir fara í felagskassan. Samhaldsfesti virkar bara, tá tað er álagt við lóg, sum eingi hol eru í, tøtt sum lønarsamráðingar [...] skal gjalda árliga rukkutúrin við Norrønu. Tey ungu í miðnámsskúlunum nú mótmæla ikki innrásunum hjá danska ríkinum í Afganistan ella í Irak. Tær raka líka sum ikki soleiðis har tey. Ein inntøkukelda hjá
------ Í 1988 varð lógin um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir samtykt av Løgtinginum, og hendan lóg var ein stórur bati fyri allar løntakarar í Føroyum, tí nú høvdu vit, eftir sama leisti sum í grannalondum [...] hetta er í sjálvum sær ein skerjing í møguleikanum hjá vanliga løntakaranum at fáa pening úr grunninum. Alneyðugt er við broytingum í lógini og kunngerðina um trygdargrunnin. Um nøkur nytta skal vera í try [...] lógina var, at í ringu tíðunum fyrst í 90-árunum vórðu rættiliga stórar upphæddir goldnar úr grunninum vegna uppsagnarlønir, og grunnurin varð nærum tømdur. Okkara politikarar tóku tó ikki í nóg stóran mun