Dreymurin hjá Kaj Leo

Nógv skal til áðrenn politiska umhvørvið ressast og sigur sína meining, men brotið á ólavsøku í løgmansrøðuni um nýggju kósina og totalu kúvendingina hjá sambandsformanninum um trý ríki í einum ríki, hava gjørt hol í sjógvin, og eru sjálvandi í beinleiðis andsøgn við grundleggjandi sambandspolitikk. Hetta hevur serliga fingið sambandsveljarar at siga sína hugsan um framtíðarvisjónir løgmans, og hava tey kært sína neyð um, hvaðar leiðin gongur!? Og úrslitið var, at tingmanning floksins fór, eftir ógvusligt trýst frá baklandinum, kropp av kroppi og segði seg at vera ósamdan við formannin í hansara dreymavisjónum! Sambandsflokkurin blívur ongantíð loysingarflokkur, punktum! Løgmaður einsamallur, misálit frá sínum egnu! Hetta heilt løgna fyribrigdi, at sjálvur sambandsformaðurin tosar í ramasta álvara um at stovnseta ríki Føroyar, er teimum so fremmant, at tey skilja púrt onki – flokkurin sum í sínum skjaldramerki ber sambandsnavnið, er nú farin at tosa um loysing frá danska ríkinum, sum hevur verið við til at tryggja føroyingum sømilig kor á lívsleiðini, serliga á almanna-, sjúkrahús- og undirvísingarøkinum.
Og so úttalilsi frá løgmanni um, at vit skulu hava trý ríki í einum ríki, hvat merkir tað í veruleikanum? Ber tað í heila tikið til, ella eru hetta bert tóm fjákut orð uttan minsta vet av sannleika? Og aftur her ein total yvirgeving politiskt til Fólkaflokkin og Jørgen Niclasen, sum hava havt buktina og báðar endarnar síðani henda samgongan sá dagsins ljós! Nú kom so Kaj Leo eisini úr skápinum sum ramur loysingarmaður – hvør skuldi trú tí??!!
Trý ríki í einum? Skulu vit hava suvernitet, also taka loysingina og kvetta við Danmark, so krevur tað, at vit verunliga stovnseta okkara egna ríki við teimum skyldum og rættindum, sum løgmaður eftirlýsir, sum sjálvstøðugir (suverenir) statir nú einaferð hava í altjóða samfelagnum. Tað er ein erlig søk at droyma um loysing, men at hetta sjónarmið er komið frá sjálvum sambandsformanninum er at fara óerliga fram, og selja eina tað mest grundleggjandi vøru sambandsins undir følskum vørumerki - og hvørjum? Sær løgmaður fyri sær, at Danmark, Føroyar og Grønland hava hvør sítt umboð t.d. í ST, sum tríggir suverenir statir í einum ríki, har risalond við nógvum minnilutafólkabólkum og málum, sum telja fleirfaldað fólkatalinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi tilsamans, sum t.d. USA, Russland og Kina hava bert ta einu atkvøðuna? Nei, harra løgmaður, her hongur ikki saman! Hetta er tann reini babylonski forvirringur – og eg skilji so væl meiniga sambandsveljaran, sum altíð hevur fingið at vita upp undir hvørt einastra val, at sambandsflokkurin er einasti sanni verji av ríkisfelagsskapinum, men veljarin fekk ein judaskoss á ólavsøku.
Ábreiðslurnar móti sambandsformanninum hava verið ógvusligar. Og serliga frá leiðandi fólkum í flokkinum, fyrrverandi formonnunum, núverandi landsstýrisfólkum, fólkatingsmanni og flestu núverandi tingfólkum, enntá við kravi um, at Kaj Leo leggur frá sær, og alt baklandið tekur undir við kritikkinum, sum er vælskiljandi. Ússaligu viðmerkingar løgmans, um at hann er bara ein indianari í flokkinum, sum einhvør annar, eru beinleiðis barnsligar fyri ein floksformann, samgonguleiðara og løgmann!! Nær fer løgmaður at traðka í karakter? Bert ein nýggjur, óroyndur sambandstingmaður úr Sørvági hevur ikki skilt álvarsligu støðuna í flokkinum. Og so er tað lokali indianarahøvdingurin í Norðuroyggjum, sum ikki dugir at skilja millum orðini tjóð (í passinum hjá John William stendur, at hann er danskur statsborgari!!) og fullveldisríki – tað er spurningurin, sum vit skulu fyrihalda okkum til. Og, tíbetur, hava tey flestu skilt álvarsliga boðskapin.