Eina við øllum

Tað hevði verið øgiliga og søgu­liga stuttligt og ikki minst hug­vekj­andi at gjørt eina fíggjarlóg, har sum øll ynski og øll krøv, og eg sigi øll, eru tikin við. Allir dreymar eisini og ynskidreymar sjálvandi. Men engin marra.
Øll berghol og allir undir­sjóvar­tunlar, sum eru nevnd higartil, okkurt um 30, tíggju prosent í lønarhækking, tjóð­leik­hús, Landssjúkrahús uttan eyka­játtanir, brennivín og mjólk fyri danskar prísir og so framvegis, og so framvegis. You name it.
Og so lagt tølini saman fyri at vita, hvussu nógvar milliardir, ein slík fíggjarlóg fór at kosta.
Síðani rokna út, hvussu nógv skattur og avgjøld skuldu fara upp fyri at gjalda alt hetta gildið.
Tá hevði blivið áhugavert at sæð, hvør hevði hug at gjalda nógv meira fyri at fáa nógv meira. Skal eg gita, eingin. Tí øll vilja bara hava, eingin vil lata og enn minni gjalda.
Vilja heldur blaka pengarnar burtur í partabrøvum og lánum at keypa partabrøv fyri. Bara ikki pengarnir fara í felagskassan.
Samhaldsfesti virkar bara, tá tað er álagt við lóg, sum eingi hol eru í, tøtt sum lønarsamráðingar vikur eftir deadline.
Tá eg gekk í studentaskúla mótmæltu vit amerikonsku inn­rás­ini í Vjetnam. Og onnur, tey sum hildu við USA, mótmæltu okkum.
Nú mótmæla tey øll, at skatt­gjaldarin ikki skal gjalda árliga rukkutúrin við Norrønu.
Tey ungu í miðnámsskúlunum nú mótmæla ikki innrásunum hjá danska ríkinum í Afganistan ella í Irak. Tær raka líka sum ikki soleiðis har tey.
Ein inntøkukelda hjá sperda landskassanum, sum skal vera dadda hjá Gudi og hvørjum føroyingi, kann vera tann eyð­sýnda, at øll, sum skriva undir mótmæli og krøv, lata lands­kass­anum 1000 krónur fyri hvørja undirskrift.
Og skúlabøkur? Hví kosta tær so nógv? Tær eru so gamlar, at tær eiga at fáast fyri fimm krónur hjá Reyða Krossi í Vágsbotni.
Pengar eru ikki alt, siga tey, sum ikki duga við pengum, ikki hava skil fyri pengum, ongar pengar eiga, hava gamblað allar í einum rúsi, einum drúgvum tørni, út í tóman fíggjarheim.
Pengar eru ikki alt. Ein uggi, javell. Men alt verður tó gjørt upp í pengum.
Minnist drúgvu kjakini um kapitalismuna fyrst í hálv­fjerðsunum. Var í Danmark tá. Kapitalisman fekk milulm annð eisini skyldina fyri at infiltrera, sníkja seg inn í málið. Flætta pengarnar inn í vanligt málbrúk. Eitt dømi er, sum illa kann umsetast beinleiðis til føroyskt, ikki á skriftmáli: kan det betale sig? Det betaler sig ikke.
Hómi okkurt um, at eg segði, tá Sparikassin fór at tvætla uppi í vinnuni, at hatta endar galið. Hatta betalir seg ikki. Vinnan er í kroniskari kreppu. Hon hevur ongantíð ráð at gjalda síni lán, heldur ikki millum heimskreppurnar og millum lokalu kreppurnar. Haldið tykkum til sethúsalánini, segði eg. Eingin lurtaði sjálvandi. Men var onkur, sum gav sær far um tað, eg segði, var svarið: dómadagsmøsn.
Sum vit nú síggja vóru bonaðu gólvini í Føroyum ikki nóg hál.
Men, sum sagt, hví ikki gera eina fíggjarlóg, sum øll eru nøgd við? Lallandi optimisma er betri enn vanlig optimisma og nógvar fíggjarlógir betri enn realisma.
Eina fíggjarlóg við øllum og kettsjupp í eitt jørn, takk. Vit eru váðafús, come on!. Tí vit vita, at Danmark loftar okkum, koma vit alt ov nær tromini. Danmark er har fyri okkum, hvørja ferð.
---------


Høgni Djurhuus