Løgtingið viðger í dag uppskotið hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi, sum kann kollvelta føroyska fiskivinnu. Tað er harmiligt og átaluvert, at eitt slíkt uppskot ikki er sent til hoyring hjá øllum pørtum, áðrenn tað verður viðgjørt í løgtinginum. Landsstýrið hevur í veruleikanum gjørt eitt nýtt uppskot, sum ikki hevur verið til hoyring áður. Tí er vandi fyri, at uppskotið ikki fær ta viðgerð, sum eitt slíkt uppskot krevur.
Reiðarafelagið hevur gjørt sínar viðmerkingar til fyrra uppskotið og ætlar eisini at lata vinnunevndini viðmerkingar til hetta nýggja uppskotið, sum er borið í tingið.
Í fyrsta lagi er tað ørkymlandi, at uppskotið ásetir, at kvoturnar í 2018 skulu vera grundarlagið undir býtinum millum verandi rættindi og seld rættindi. Landsstýrið kann selja ein fjórðing av uppsjóvarkvotunum og kvotunum í Barentshavinum fyri 2018 og frameftir. Alt, sum fer upp um kvoturnar í 2018, kann seljast á uppboðssølu. Tá eingin kennir kvoturnar í 2018, ber ikki til at kenna avleiðingarnar av hesi áseting. Árið 2018 er eitt tilvildarligt ár, sum fer at vera altavgerandi fyri, hvørjar avleiðingarnar vera fyri uppsjóvarflotan og fjarfiskiflotan. Vandi er tí fyri, at løgtingið handlar í blindum, tá hendan heimild verður latin einum landsstýrismanni.
Anti-trust mørkini fyri tey ávísu fiskasløgini eru sett at vera 20%, og tað kann skjótt gerast ein spennitroyggja hjá teimum reiðaríum, sum hava satsað uppá ávís fiskasløg ella ávísar fiskileiðir. Bæði fyrra og seinna uppskotið eru merkt av, at tey hava til endamáls at umfordeila rættindi í føroyska flotanum, og uppboðssøla og anti-trust skulu tryggja hesa umfordeiling.
Fyri heimaflotan er at kalla eingin betring gjørd í mun til fyrra uppskotið. Ætlanin er framvegis at selja kvotur á uppboðssølu, tá kvoturnar fyri tosk og hýsu fara upp um ávikavist 10.000 og 5.000 tons. Tá ein partur er seldur á uppboðssølu, fylgir hesin lutfasliga vøkstrinum og niðurskurðinum í kvotuni, og tí verða verandi rættindi niðurlagað við tíðini, tá kvoturnar sveiggja.
Miðalveiðan eftir hesum fiskasløgum á landgrunninum hevur seinastu stórt hálvthundrað árini verið umleið 22.000 tons av toski og 15.000 tons av hýsu. Hesin parturin av flotanum kann tí síggja fram til, at ein munandi partur av botnfiskakvotuni undir Føroyum skal seljast á uppboðssølu, tá stovnarnir koma fyri seg.
Fleiri dømi eru um broytingar í uppskotinum, sum kunnu hava stóra ávirkan á flotan, men har eingin nærri frágreiðing er givin. Eitt dømi er, at nú verður bólkur 2 defineraður sum trolarar við framtøkumegi frá 500 til 3.000 HK. Áður var einki ovara mark fyri, hvørja framtøkumegi ein trolari í bólki 2 kundi hava. Hví hetta er broytt fæst einki svar uppá. Eitt annað dømi er, at um eitt skip verður útflutt og strikað úr skipaskránni, verður skipið sett í karantenu og kann ikki koma aftur í flotan innanfyri tvey ár. Hetta tykist sum ein óneyðug forðing fyri at tillaga flotan og at fáa til vega tey røttu vinnutólini. Fleiri slík dømi eru um broytingar, sum vinnan ikki hevur havt møguleika at gera viðmerkingar til, áðrenn uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum.
Hóast øll grannalond okkara loyva einum avmarkaðum útlendskum ognarskapi, verður farið harðliga til verka í uppskotinum landsstýrinum. Allir útlendingar skulu vera úti úr føroyskari fiskivinnu áðrenn 1. januar 2022, sum er ein sera stutt skiftistíð.
Reiðarafelagið heldur, at tað er avgjørt neyðugt at finna eina breiða politiska semju, áðrenn hetta uppskotið kann berast ígjøgnum tingið.
Vinarliga,
Stefan í Skorini,
stjóri í Føroya Reiðarafelag