Hví, Helena Dam á Neystabø?

Dávid Isfeld, Hósvík

Tað er sum um Helena Dam á Neystabø hevur eina dulda dagsskrá, tá hon, við støði í donskum undirvísingarleisti og reglum, framvegis arbeiðir beint fram ímóti at fáa enn meira danskt inn í miðnámsskúlarnar. Næmingar hava úttala seg um hetta, og fleiri hava sagt seg ikki vilja hava meira danskt, tí teir ikki hava tørv á donskum, til tað, sum teir hava ætlanir um. So hví, Helena, hví skulu miðnámsskúlanæmingar tyngjast óneyðugt við meira donskum?
Danskt á A-stigi er ein sera lesitung og krevjandi lærugrein. Og ikki koma við tí frágreiðing, vit longu hava hoyrt, tí hon sigur bert hvat danir krevja av dønum...og forrestin eisini føroyingum (og grønlendingum?). Hesum danska undirvísingarreformi aktar tú sum ein lýðin smágenta. Hetta tykist mær bæði undrunarvert og óbúgvi av eini landsstýriskvinnu í hesum landi. Hví ikki krevja somu rættindi og sømdir sum okkara grannalond, ið gevur okkum atgongd til hægri lærustovnar uttan at skula hava danskt á A-stigi? Ein slík avtala er longu galdandi millum Norðurlond.

Ger danskt til vallærugrein
Vit vita øll, at eitt fjøltátta samfelag er tað besta; fjøltátta á øllum økjum: fjøltátta í fólkasløgum, í list og mentan, í vitan, í vinnu (fleiri bein at styðja seg til) o.s.fr. Vit liva í einum vitanarsamfelag, har júst vitan eigur at vera ovast í raðfestingunum. Lat okkum so fáa so ymiska og breiða vitan sum til ber. Tað fáa vit ikki við núverandi leistinum hjá Helenu og Mentamálaráðnum. Við hetta lag er bert talan um dansk-vitanarsamfelag.
Í ándini og í samsvar við hugsjónina um eitt “vitanarsamfelag” vil eg heita á Helenu Dam á Neystabø, um at arbeiða fram ímóti, at danskt verður ein vallærugrein í miðnámsskúlunum, síðustilla við franskt, spanskt, russiskt o.s.fr. Og ikki bert A-stig, men danskt sum heild, tí hetta mál er fulkomiliga óneyðugt fyri tey, ið ikki ætla sær at lesa víðari í Danmark – tað snýr seg hóast alt um tørvin og trivnaðin hjá næmingunum, ikki so Helena?

Hvør er visjónin, Helena?
Vit hava higartil bert hoyrt grundgevingarnar hjá Helenu Dam á Neystabø fyri at akta boðum úr Danmark, men einki hoyrt um, hvat er gott fyri okkum framyvir, hvussu hetta ávirkar næmingarnar, og Føroyar, í síðsta enda. Her er eingin visjón, eingin tanki lýstur. Er tað so galið, at hetta er miðvís donsk indoktrinering av føroyingum? Tí tá ein lesur danskt, lesur ein bert um Danmark, danir og donsk viðurskifti. Mær dámar ikki “samansvørjingarástøði” sum heild, men árinini av hesi yvirflóð av donskum í miðnámsskúlunum, fer at hava við sær, at lærdi føroyingurin fer at vita ríkiligt um Danmark, og stórt sæð einki um altjóða mentan, søgu og vinnu. Hetta fer at gera okkum sera veik í altjóða viðurskiftum. Danir eru nóg sterkir í viðvíkjandi altjóða vitan og viðurskifti, tí teir nýta sítt undirvísingartilfeingi til donsk og altjóða viðurskifti. Vit, harafturímóti, nýta meginpartin av okkara tilfeingi til føroysk og donsk viðurskifti, soleiðis, at sera lítið er eftir til altjóða vitan og viðurskifti.
Vit hava havt mangar ágóðar av at lesa í Danmark – undirritaði íroknaður – men vit gerast eisini avmarkaði og tískil minni dugnalig, tá vit bert hyggja, lesa og ferðast í ein landsyning. Hvør er visjónin, Helena? Hvat vilt tú? Tú ert ikki danskt lærari nú. Tú ert landsstýriskvinna í mentamálum, og ikki bert danskur administratorur í Føroyum. Hetta snýr seg ikki um hvat tú og eg meina; men um val- og lesimøguleikar og sjálvsavgerð hjá næmingunum.