Longu ein hálvan tíma undan dystarbyrjan eru flestu áskoðararnir komir upp á pláss. Stemningurin er sum næstan ikki sæð fyrr í Føroyum. Sundalagsfólk prýða eina hálvu av sitiplássunum við svørtum og bláum, meðan fuglfirðingar prýða hina hálvuna við reyðum. Har ímillum eru nakrir fuglfirðingar so hugskotsríkir, at teir hava latið seg í sum jólamenn, ið eisini eru í reyðum og hvítum, eins og ÍF.
Tað er fullsett kring vøllin í Djúpumýru í góðveðrinum, tá teir 22 leikararnir saman við teimum fýra dómarunum koma á vøllin. Tað eru settir fýra trailaravognar upp kring vøllin, soleiðis at pláss er fyri fleiri áskoðarum. Tað eydnaðist væl og serliga tí, at tað gav ein kenslu av, at tað er ein kompakta fjøld kring vøllin. Tað gevur ein góðan stemning í Djúpumýru.
Vandamiklir møguleikar til ÍF
ÍF hevur til hendan dystin fingið eina serliga troyggju at spæla í, sum er reyð við hvítum strípum. EB/Streymur er í sínum eyðkendu svørtu og bláu troyggjum. Tað eru sundalagsmenn, ið byrja dystin betri og hava bóltin meir. Tað eru hinvegin fuglfirðingar, ið fáa fyrstu vandamiklu málroyndirnar, tá Fritleif í Lambanum eftir roynd frá Nenad Saric kemur til skot í 5-metrinum. Tíverri fyri hann og tey vælstuðlandi ÍF viðhaldsfólkini, so fer bólturin framvið EB/Streyma málinum. Stutt eftir ger ÍF aftur skjótt av, men skotið hjá Øssuri Dalbúð fer í síðunetið.
Avgerandi løtan
Tá fyrri hálvleikur er 25 minuttir gamal, kemur avgerandi løtan í dystinum. Gudmund Nielsen fekk fatur á bóltinum stutt uttan fyri brotsteigin í høgru og bjóðar av. Heldur lættliga sleppur hann framvið tveimum ÍF verjuleikarum og til baklinjuna og leggur flatt innfyri. Har er málrevurin, Arnbjørn Hansen, fyrstur á, men á sjálvari málstrikuni stendur ein ÍF verjuleikari og verjir fyri. Bólturin støkkur út til 31-ára gamla Sorin Anghel, sum úr stuttari fjarstøðu leggur EB/Streym á odda 1-0. Gleðin millum sundalagsmenn fær næstan ongan enda, og tað er nærmast tøgn millum teir annars mælsku fuglfirðingarnar. 1-0 til EB/Streym!
Sundalagsmenn verja borg
Í seinna hálvleiki eru fuglfirðingar framvegis væl við í dystinum og koma til onkrar stórar møguleikar, men EB/Streyma verjan tykist í stórum løtum hava tamarhald á ÍF álopinum. Størsta møguleikan fyri fuglfirðingar fær innskifti Jan Ellingsgaard, tá hann stútaði framvið málinum hjá René Tórgarð eftir innlegg úr høgru. Eisini Karl Løkin kom í góða skot støðu, men rakar ikki bóltin nóg væl og megnaði ikki at seta René undir trýst.
ÍF satsar, EB/Streymur næri máli
Í eini roynd at fáa útjavnandi málið, sendir Ábraham miðverjan, Bartal Eliasen, fram í álopið. Hann fær fleiri ferðir høvdið á bóltin, men tað eydnaðist næstan ongantíð at seta EB/Streyma verjuna undir stórvegis trýst. Í hinum endanum fær EB/Streymur tveir risa møguleikar at endaliga avgera finaluna, men hvørki Hans Pauli Samuelsen ella Sorin Anghel megna at fáa bóltin í ÍF málið.
Ransin bríkslar fyri seinastu ferð
Tá fýra minuttir eru leiktir útyvir tí vanligu leiktíðina, bríkslaði dómarin, Ransin N. Djurhuus, fyri seinastu ferð, og EB/Streyma viðhaldsfólkini kunnu fegnast saman við sínum leikarum um, at sundalagsmenn á triðja sinni eru vinnarar av Løgmanssteypinum uppá bara fýra ár. Flott og hjartaliga til lukku við tí EB/Streymur!