- Tað mundi koma óvart á flestu føroyingar, tá Statoil seint í farna ári boðaði frá, at tað hevði steðgað boringini á Brugduni 2 leitimiðinum og útsett hana til 2013. Helst hava vónirnar til henda áttanda brunnin á landgrunninum verið stórar, nú tvey av heimsins stóru oljufeløgum høvdu spent bogan høgt og lagt meira enn eina milliard krónur í verkætlanina.
Føroyingar munnu sanna, at oljuleiting krevur tíð og tol. Royndirnar aðrastaðni siga okkum, at 8 ella rættari 7,5 brunnar eru at meta sum ein dropi í havinum.
- Vit kunnu í hvussu er fegnast um, at 8. brunnurin er ikki liðugt boraður. Avgjørt varð at steðga boringini vegna tøkniligar trupulleikar og vána veðurlíkindi og heldur leggja til brots aftur í 2013. Um ikki feløgini høvdu góðar vónir at koma víðari og sóu fyri positiv úrslit fyri sær, so høvdu tey neyvan gjørt av at fara í gongd aftur og brúka hundraðtals milliónir aftrat.
- Tað er tí síðsti parturin av Brugduni 2 boringini, sum stendur ovast á dagskránni í 2013, tá tosað verður um oljuframtíð okkara. Verkætlanin fer at kosta millum eina og tvær milliardir kr., tá avtornar og er harvið størsta íløga í Føroya søgu. Ein íløga, sum fyrst og fremst hevur týdning fyri royndirnar at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum, men sum í øðrum lagi hevur alstóran týdning fyri virksemið í landinum og sum inntøka til landskassan.
- Men oljuárið 2013 snýr seg eisini um annað enn Brugduna. Stutt fyri nýggjár boðaði Jarðfeingi frá, at tað hevði móttikið umsókn um loyvi til at leita eftir og framleiða kolvetni. Hetta er fyrsta umsókn, ið er móttikin, síðani møguligt varð at søkja um loyvi uttan at hava útbjóðingarumfar frammanundan. Tað áhugaverda við hesi umsókn er, at hon er eitt tekin um, at vónirnar til at gera olju- og gassfund í føroysku undirgrundini eru livandi eisini í økjum, har borað er áður. Økið, sum nú verður søkt um, liggur í tí sonevnda “Gullhorninum”, har teir fyrstu brunnarnir á landgrunninum vórðu boraðir fyrst í hesi øldini.
- 2013 er eisini áhugavert í øðrum høpi, tá vit síggja burtur frá Brugduni og Marjuni. Tað eru øll hini loyvini, sum eru latin seinastu árini, og har komið er hartil, at loyvini eru við at ganga út, og feløgini tí skulu gera av, um tey vilja halda fram við eitt nú at bora ella tey biðja um útseting ella heilt ynskja at gevast og lata loyvi innaftur. Í Føroyum eru í dag tilsamans 8 leitiloyvi.
- At kanningarúrslitini í fleiri av loyvunum, har Statoil er fyristøðufelag, eru áhugaverd, kundi tann sannroynd, at heimsins størsta oljufelag, ExxonMobil er vorðið partnari í ikki færri enn trimum av fýra av loyvunum, bent á.
- Samanumtikið ber til at siga, at 2013 verður eitt bæði spennandi og áhugavert oljuár, har okkurt gjøgnumbrotið eisini kann henda. Tað hava verið bakkøst hesi góðu 10 árið leitað hevur verið, men tað hava eisini verið gjørd framstig, sum eru tey vit skulu byggja víðari á.
- Týdningurin, at hava fingið heimsins størsta oljufelag við í helvtina av øllum leitiloyvunum á landgrunninum, skal á ongan hátt undirmetast. Tvørturímóti sigur hetta okkum, at trúgvin uppá at gera stór olju- og gassfund við Føroyar framvegis er livandi og enntá vaksandi – men vit mugu góðtaka, at leitingin kann taka longri tíð, enn flestu okkara hava roknað við.