Nú verða parkeringarbøtur í plastlumma fortíð í Havn. Parkeringsgjøld á girokorti hava altíð verið í einum plastlumma fyri at verja blekkið á bótini móti regni, men nú vinkar Tórshavnar kommuna farvæl
borgarstjóri í Klaksvík. Hann mælir til, at kringvarpslógin verður broytt soleiðis, at tað verður felt í lógina, at Kringvarp Føroya, umframt høvuðssæti í Havn, skal hava tvær redaktiónir við 5-8 fólk í hvørjari [...] heldur hann skal vera í Klaksvík ella har á leið, og hin í Suðuroy ella har á leið. – Á tann hátt fáa vit eitt betri og víttfevniandi Kringvarp Føroya, skrivar Steinbjørn Ó. Jacobsen í lesarabrævi, sum KANN
bridgelandsliðið fer annars hósdagin at luttaka í sterkari týskari kapping í Berlin. Hetta er liður í fyrireikingunum til EM í bridge, sum verður í Budapest í juni. [...] Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør vóru við í kappingini, og spæld vórðu 68 spøl - frá klokkan 10 á morgni til klokkan 20 á kvøldi. Føroyameistarar gjørdust
Ein framsýning við lendisakførum er í hesum døgum í Mykinesgøtu í Havn. Tað er fyritøkan 4A hjá Ellef Ellefsen og Hjalgrími Magnussen, sum skipar fyri hesi framsýning. Eitt av lendisakførunum á framsýningini [...] á eina løðing. Lendisakfar er føroyska orðið fyri ATV, sum merkir All Terrain Vehicle. Framsýningin í Mykinesgøtu 3 heldur fram til og við hósdagin 5. mai. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til
Í kvøld verður árliga ólavsøkukonsertin, sum nú gongur undir navninum Tórsfest. Tórsfest verður hildið mitt í høvuðsstaðnum, kring Vaglið í Havn, og bæði føroyskir og útlendskir tónleikabólkar luttaka [...] umhvørvinum bjóðar Tórsfest eitt nú Eivør, Týr, MC Hár og Marius. Tórsfest byrjaði í dag kl. 16:00 við barnaundirhaldi, og í kvøld heldur tiltakið fram við konsertum á tveimum pallum. Seinasta framførslan
Vikuskiftið fer aftur um seinastu mánaðirnar. Vikuskiftis Sosialurin fæst til keyps í Havn í kvøld og kring landið í morgin. [...] upp móti Sea Shepherd í Føroyum. Meðan summi av teimum sjálvbodnu eru »totalt hjernadeyð« heldur stríðsmaðurin sjálvur, at tað ber til at røkka fleiri teirra við sakligum argumentum Í Vikuskiftis Sosialinum
verið saknaður í allan dag, og nú verður farið at leitað. Myndin er tikin fyri løtu síðani, tá ið løgreglan var við tyrlu í Gøtu eftir politihundaførara og hundi. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at
Í dag klokkan 13.00 verður árliga marathonrenningin í Havn. Tað er rennifelagið Bragdið, sum 11. árið á rað skipar fyri Tórshavn Marathon. Bragdið væntar nógvar luttakarar, og ivaleyst verða eisini onkrir [...] rennararnir byrja upp á teir gott og væl 42,2 kilometrarnar, ið skulu rennast. Til ber tó eisini at luttaka í rennidegnum og renna styttri teinar. Skipað er nevnliga eisini fyri einum hálvum marathon, og harafturat
Í morgin, fríggjadagin, letur myndlistamaðurin og yrkjarin Anker Eli Petersen framsýning upp í Gallerie Focus í Havn. Fernisering er frá klokkan 16 til 18. Myndevnini eru blandað, mest illustratiónir til [...] 16 til 18. Gallerie Focus heldur til við Landavegin, á Lambagerði 1. Framsýningin hjá Anker Eli er í Focus til tann 19. september. Myndn: Myndevnið úr sanginum um Hákunnardrongin.
Í gjárkvøldið kom eldur í ein størri bil á Sandi, men tað var skjótt, at eldurin varð sløktur. Tíbetur hendi eingin mansskaði. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um ein bil, sum skuldi [...] lítil leki úr oljutanganum á bilinum, sum dryppaði niður á útstoytið, ið var orsøkin til, at eldur kom í. Viðhefta mynd er ein savnsmynd.