Anker Eli í Focus

Fernisering verður klokkan 16

Í morgin, fríggjadagin, letur myndlistamaðurin og yrkjarin Anker Eli Petersen framsýning upp í Gallerie Focus í Havn. Fernisering er frá klokkan 16 til 18.

 

Myndevnini eru blandað, mest illustratiónir til sangir, ið Anker Eli sjálvur hevur skrivað, t.d. Hákunnardrongurin og Kvøld á Tinganesi.

 

Focus er opið týsdag til fríggjadag frá kl. 15 –18 og leygardag frá 16 til 18.

 

Gallerie Focus heldur til við Landavegin, á Lambagerði 1.

 

Framsýningin hjá Anker Eli er í Focus til tann 19. september.

 

Myndn: Myndevnið úr sanginum um Hákunnardrongin.