Í kvøld er Tórsfest

Tórsfest við føroyskum og útlendskum bólkum er á skránni í Havn í kvøld

Í kvøld verður árliga ólavsøkukonsertin, sum nú gongur undir navninum Tórsfest.

Tórsfest verður hildið mitt í høvuðsstaðnum, kring Vaglið í Havn, og bæði føroyskir og útlendskir tónleikabólkar luttaka.

Hesaferð koma Sean Kingston, Saybia og Carpark North úr útlandinum, og úr heimliga umhvørvinum bjóðar Tórsfest eitt nú Eivør, Týr, MC Hár og Marius.

Tórsfest byrjaði í dag kl. 16:00 við barnaundirhaldi, og í kvøld heldur tiltakið fram við konsertum á tveimum pallum. Seinasta framførslan verður kl. 02.00, tá ið Týr fer at spæla.