Eldur í bili á Sandi

Eingin mansskaði hendi, tá eldur í gjárkvøldið kom í ein bil á Sandi.

 

Í gjárkvøldið kom eldur í ein størri bil á Sandi, men tað var skjótt, at eldurin varð sløktur. Tíbetur hendi eingin mansskaði.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um ein bil, sum skuldi flytast undir eftirliti, tí trupulleikar høvdu verið við bilinum fyrr um dagin.

 

Bilurin stóð parkeraður nakað innan fyri Meginskúlan á Sandi.

 

Løgreglan heldur, at tað var ein lítil leki úr oljutanganum á bilinum, sum dryppaði niður á útstoytið, ið var orsøkin til, at eldur kom í.

 

Viðhefta mynd er ein savnsmynd.